Nú avtalan var undirskrivað var tað nýggi leiðarin á Uttanlandsdeildini, sum stóð á odda fyri samráðingunum.Men tað er greitt, at tað hava eisini verið mong onnur fólk, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa hesa avtaluna í hús. Millum teirra er Tommy Petersen, sum eitt skifti hevði ES sum sítt málsøki í Tinganesi. Tað var eisini hann, sum fekk stýrt málinum inn í ta legu, sum at enda gav okkum eins so frægan sáttmála. Men eisini aðrar góðar kreftir hava verið við í drúgvu telvingini øll hesi árini. Ein teirra er Óli Samróð, sum landsstýrið hevur brúkt sum ráðgeva.
Anfinn Kallsberg, løgmaður gjørdi viðmerkingar til avtaluna í loftmiðlunum fyri eini tíð síðani. Hann sigur seg eisini vera fegnan um avtaluna og ikki minst um tað arbeiði, sum er gjørt frá føroyskari síðu.
Løgmaður sigur tað vera spennandi at síggja, hvussu gongdin verður í 99, tá vit sleppa at royna nýggju avtaluna í verki.
-Eg síggi fyrst og fremst størstu møguleikarnar í nýggju avtaluni við ES at liggja í laksavinnuni, har tollur og loft higartil hava verið ein stór forðing. Nú er tollurin á alifiski til ES burtur og ikki minst hevur tað eisini týdning, at loftini eru burtur. Tað kann gera, at avmarkingarnar hjá vinnuni at gera íløgur, tí ein livir við hóttanini um loftini, nú fara at geva einum størri liðiligheit og tað merkir so aftur møguleika hjá vinnuni fyri meira langsiktaðari tilrættalegging. Nú kann vinnulívið meira laga seg til eina langsiktaða strategi. Tað skuldi so aftur skapar møguleikar fyri eini øking í okkara útflutningi.
Nýggja avtalan kann gera, heldur løgmaður, at vit fara at framleiða nakrar vørur, sum vit ikki framleiða í dag, og sum kunnu geva nógv størri útflutningsvirði enn tær geva í dag. Sum heild er løgmaður sera fegin um gongdina á vinnuøkinum, nú nýggj avtala er fingin við ES. Komandi ár fer so at vísa, hvussu avtalan fer at hilnast í verki.