kkinum og hevði í 20´unum verið millum teirra, ið funnust at andstøðuni, m.a. eisini at Trotskij. Men Rjutin var maður, ið hugsaði sjálvstøðugt, og tá ið bóndastættin varð týnd og bygdirnar í Ukraina [...] hjá teimum, ið handtikin vóru, og víðari út til at kalla hvørt heim í USSR. Fáir eygleiðarar mundu í 30´árunum skilja, hvat veruliga fór fram í USSR. Í dag ber til at skilgreina, bæði hvat ið fór fram, og [...] hví tað fór fram. Tí hendingarnar ? ið bæði skuldu skapa eitt nýtt slag av valdi og umboða ein radikalitet í miðlunum til at vinna og umsita hetta vald, sum fáur tá dugdi at ímynda sær - høvdu sína serligu
brúkti nú loyniløgregluna ? NKVD ? og serliga útbúgvin lið til at fremja sína ætlan við hørðum. Men tá ið flokkurin gav hermonnum og løgreglu boð um at leggja hald á grøðina, og enntá kravdi meira av korni [...] Moskva. Hetta var um tað mundið, hungursneyðin herjaði í Ukraina og Hvítarusslandi. Nadja var forfard, tá ið hon frætti um neyðina. Hon var væl við Nikolaj Bukharin og tók undir við hansara búskaparligu sjónarmiðum [...] minnilutar í flokkinum fylktust um frávíkjandi sjónarmið um mál av prinsipiellum týdningi. Fyri tann lim, ið vildi varðveita nevndarsessir ella størv, kundi tað tí vera hættisligt at halda seg til minnilutar
samanberast; tær koma fram, blóma, og doyggja. Tá ið ein paradigma fær harða mótstøðu á fleiri frontum, so viknar hon og ein vísindalig kollvelting fer fram, har ið nýggj paradigma tekur yvir. Í samfelagsvísindini [...] er tvíbýtið ikki so klárt og einfalt í veruleikanum. Tó eru tað ofta júst hesi tingini, ið kjakast verður um, tá ið granskarar og granskingarstovnar halda verjurøður fyri sínum verkætlanum. Fyri ikki at [...] fólkini við lyklunum til pengaskrínini sita og bíða eftir tær. Jú sanniliga er samstarv týdningarmikið; tá ið tosað verður um vísind, men tað persónliga avriksførið er fyritreyt fyri; at samstarv millum vísindafólk
. Samstundis keypti hann sær jørð í Mykinesi ið gav honum og húski nógvar ríkar løtur. Í 1991 vóru Vinjard og sonurin við tað feigdarferð, tá báturin sakk undan teimum undir Mykinesi. Aftaná at vera komnir [...] høllina á kajøkinum, ið skuldi vera karmurin um eina nýmótans móttøkuhøll, soleiðis at orkan fyri móttøku av fiski fleirfaldaðist. Góði Vinjard, tær untist at uppliva, at tað sái ið tú sáddi bar frukt, [...] andaðist Vinjard páskamorgun 57 ára gamal. Longu frá ungum árum av vísti Vinjard tað áræði og virkisfýsni ið eyðkendi hann alt lívið. 25 ára gamal ognaði Vinjard sær »Barðið« sum hann sjálvur førdi, fyrst undir
var í teimum døgum, tá Chr. Høj var skúlastjóri á Strondum. Gott vinarlag livir og heldur á fram, eisini um ein ikki sæst og rennir á dyrnar dagliga. Men skiparin var ikki umborð, tá vit komu. Hann var [...] Føroyska flaggið er ikki nøkur vanlig sjón úti í heimi, og sum føroyingur leggur tú merki til tað, tá flaggið bleiktrar hvítt, blátt og reytt í lotinum. Í Hull sær tú føroyska merkið við síðuna av Dannebrog [...] nakrantíð hava verið her sum so. Tó var tað ein tíð og hon er slett ikki so fjart burturi, eini 30 ár, tá Hull var størsti fiskivinnubýur í Europa. Yvir 400 trolarar sigldu higani, og eitt ótal av útlendskum
fjølmiðlarnir gera. Men tá allar redaktiónir sleppa allari sjálvstøðugari hugsan og í kór rópa halleluja um eitt mál, sum ikki er nakað mál, líkist tað ódámligum samanspæli. Eitt sakligt kjak um føroyskan [...] skuldi siga við fjølmiðlarnar, og hvørji evni ymisk fólk í flokkinum skuldu tosa um á tíðindafundinum, ið kanska skuldi haldast. SvF gjørdi stóra gølu burtur úr hesum pappíri og læt okkum ikki misskilja, at [...] tíðindafund? At hann hevði avgjørt, hvat hann skuldi siga? Sum útbúgvin journalistur var eg illa við, tá eg hevði sæð innslagið, tí eg skilti ikki, hvat SvF vildi. Eg skilti tó so mikið, at hetta persónliga
varaløgmann. Løgmaður, ið hevur ábyrdina av, at landsstýrismenn fyrisita sítt øki á skilagóðan og fullgóðan hátt, kom til, at Annlis Bjarkhamar hevur ikki gjørt tað, meðan varaløgmaður, ið eisini er løgmálaráðharri [...] Tað skyldar hann løgmansembætinum og tess tign. Løgmaður hevur viðgjørt hetta sum eina politiska sak, har m.a. setanarpolitikkurin er brotin. Løgmaður ger hetta, hevur hann sjálvur sagt, tí tað er al [...] at tað er hann ikki. Tosað verður um at fáa umboðsmannin uppí, men hvat skal hann taka støðu til, tá eingin lóg er brotin og hann neyvan fer inn í ta politisku viðgerðina (tvs. brot á starvssetanarpolitikkin)
á miðalaldri, tá teir vórðu valdir. Tað er galdandi bæði kvinnur og menn. Tað nervar ikki meg, um Abraham Mikladal villleiðir fólk. Men eg haldi tað vera spell, at hvørt einasta sakligt upplegg til kjak [...] í Italia fer ikki at geva eitt gott úrslit. Tað eru jú fyrst og fremst tey, sum hava gjørt mistøk, ið læra av teimum og kunna bera ta læruna víðari. Hevði Abraham Mikladal gjørt sær ómak at kanna útskiftingina
at skiparin hevur søkt sær ráð uttanhysis, og tá er mest hugsandi at tey hvørki hava verið saklig ella faklig. ? Kunnu enntá hava verið partapolitisk, og tá er heilt illa statt. Torbjørn Jacobsen heldur [...] i. ? Hvaðani skuldi landsstyrismadurin fáa sína ráðgeving frá, eftir at innstillingin var gjørd, tá ið bæði fyrsti og annar styrimaður lógu niðurbundnir í málinum? spyr hann. Tað hevur ikki verið siðvenja [...] sum landsstýrismaður í sínari tíð. ? Tað varð gjørt út frá míni egnu politisku meting av støðuni, sum tá var íkomin og sum eg metti kundi verða til skaða fyri flokkin og fullveldissakina frameftir. ?Men eitt
"vit halda". Men hvørji eru hesi "vit"? Eru tað Jan Müller og Eirikur Lindenskov? Eru tað øll tey, ið starvast á Sosialinum? Ella er tað eigari blaðsins, Føroya Javnaðarflokkur? Tvey svar uppá hesar spurningar [...] tær neyvan heldur, áðrenn tær eru prentaðar. Og hann skrivar heldur ikki allar greinarnar sjálvur, tá hann er til arbeiðis. Blankokekkur Sannleikin er, at fleiri persónar skriva - men teir sleppa undan [...] fyri teir. Teir fáa ein blankokekk frá Jan, so at siga. Hevði alt tað skrivaða verið siðiligt og sakligt, var trupulleikin ikki so stórur. Men tað er tað ikki. Stundum er tað grovt og ærumeiðandi. Tað er