Málið um landsantikvarin er vorðið til eitt opið stríð millum løgmann og varaløgmann. Løgmaður, ið hevur ábyrdina av, at landsstýrismenn fyrisita sítt øki á skilagóðan og fullgóðan hátt, kom til, at Annlis Bjarkhamar hevur ikki gjørt tað, meðan varaløgmaður, ið eisini er løgmálaráðharri og mentanmálaráðharri nú hevur staðfest, at einki skeivt er farið fram. Hann staðfestir avgerðina hjá fráfarna mentamálaráðharranum, og tað merkir, at hann gongur beint ímóti tí, sum løgmaður við landsins ovastu embætisfólkum hevur kannað og komin til eina niðurstøðu í.
Hetta er ein óhaldbar støða. Her stendur orð móti orði millum tvey av landsins hægstu fólkum. Almenningurin hevur krav upp at vita, hvør hevur rætt í hesum málinum. Tað er ikki nokk, at løgmaður bara tekur til eftirtektar tað Høgni Hoydal nú hevur gjørt. Løgmaður má út og fortelja Føroya fólki, hví løgmaður hevur rætt. Tað skyldar hann løgmansembætinum og tess tign.
Løgmaður hevur viðgjørt hetta sum eina politiska sak, har m.a. setanarpolitikkurin er brotin. Løgmaður ger hetta, hevur hann sjálvur sagt, tí tað er altumráðandi at varðveita álitið hjÁ almenninginum á fyrisitingina. Varaløgmaður tosar um jura og sigur, at eingin lóg er brotin. Tað hevur heldur eingin pástaðið eiheldur løgmaður. Løgmaður hevur afturímóti kraftiga meldað út, at starvsfólkapolitikkurin skal haldast. Hesin er brotin. Høgni Hoydal kemur aftur og sigur, at tað er hann ikki. Tosað verður um at fáa umboðsmannin uppí, men hvat skal hann taka støðu til, tá eingin lóg er brotin og hann neyvan fer inn í ta politisku viðgerðina (tvs. brot á starvssetanarpolitikkin) av málinum, sum er kjarnin.
Sambart ÚF í vikuni segði løgmaður, at hann roknaði við, at Høgni Hoydal tók málið upp. Tað kundi so bara skiljast sum, at hann ógildaði setanina, hvat man eisini má rokna við, at løgmaður hevur sagt honum og ætlað, tá hann góðtók áheitanina frá Høgna Hoydal um at taka ábyrgdina av sessinum. Nú varaløgmaður ger beint tað øvugta ræður fullkomin ruðuleiki.
Neyvan er nakar ivi um, at gerðin hjá varaløgmanni er vend móti løgmanni, sum tí ikki kann sita hendur í favn og lata hetta fara aftur við borðinum. At løgmaður ikki letst um vón og tykist hava tjúkka húð er so eitt. Men hann umsitur landsins mest tignarliga sess, og Føroya fólk kann ikki liva við, at varaløgmaður, løgmálaráðharrin og mentamálaráðharrin á henda hátt sáar iva og misálit á henda sess. Vil løgmaður ikki taka avleiðingina av støðutakanini hjá nýggja mentamálaráðharranum, fáa hann til at broyta støðu og ógilda setanina ella siga hann upp ella siga samstarvið upp, so má hann út at fortelja Føroya fólki hví og samtíðis greina út, hví hann og hansara umsiting hava rætt í síni niðurstøðu.
Løgmansembætið kann ikki liva við hesum. Tað er í roynd og veru trúvirðið hjá løgmansembætinum,, sum stendur uppá spæl. Næsti maður løgmans er farin út alment og tileinkisgjørt eina ta mest prinsipiellu avgerð, sum løgmaður hevur tikið, og sum nú bæði embæti og persónur koma at líða undir og vera fyri varandi skaða, verður hetta seinasta orðið í málinum. Fer hetta afturvið borðinum er almenni setanarpolitikkurin ikki verdur tað pappír hann er skrivaður á.