Einans gott ár aftaná at hava mist dóttrina Ingu, andaðist Vinjard páskamorgun 57 ára gamal.
Longu frá ungum árum av vísti Vinjard tað áræði og virkisfýsni ið eyðkendi hann alt lívið. 25 ára gamal ognaði Vinjard sær »Barðið« sum hann sjálvur førdi, fyrst undir Føroyum fyri síðani at fara í Eystursjógvin at royna, fyri egna ábyrgd.
Aftaná at kvoturnar minkaðu burtur í einki, samstundis sum »Eystursjóarbátarnir« vóru útihýstir av Føroyagrunninum, gavst Vinjard ikki á hondum, men fór undir landbúnaðarvirki eitt tíðarskeið.
Samstundis keypti hann sær jørð í Mykinesi ið gav honum og húski nógvar ríkar løtur.
Í 1991 vóru Vinjard og sonurin við tað feigdarferð, tá báturin sakk undan teimum undir Mykinesi. Aftaná at vera komnir uppá kjøl og barst fyri lívinum í tímar, vórðu teir báðir bjargaðir í evstu løtu.
Hesin túrur gav Vinjard eitt heilsuligt bakkast, uttan tó at tað steðgaði hansara virkisfýsni.
Fyri 5 árum síðani setti Vinjard av sínum eintingum uppboðssølu av fiski á stovn í Sørvági.
Hervið vildi hann geva sítt íkast til bygdina har hann sleit sínar barnaskóvar.
Sostatt gjørdist hann ímyndin av tí framburði og øktum virksemi í tók seg upp í samband við uppboðssøluna.
Dagin fyri sum Vinjard andaðist fekk hann lykilin til tað stóru høllina á kajøkinum, ið skuldi vera karmurin um eina nýmótans móttøkuhøll, soleiðis at orkan fyri móttøku av fiski fleirfaldaðist.
Góði Vinjard, tær untist at uppliva, at tað sái ið tú sáddi bar frukt, men veruliga frambrotið ið tú av tínum eintingum legði lunnar undir, kemur vónandi at halda áfram til gagns og gleði fyri tína føðibygd.
Mína djúpastu samkenslu við tykkum, sum hava mist.
??????????????
Frank