Okkurt høvd má rúka

Antin mugu høvd á embætifólki rúka, ella má Annlis Bjarkhamar rúka, heldur Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum

Landsantikvarur

?Tað verður neyðugt at fáa fulla greiði á málinum um landsantikvarin.
Tórbjørn Jacobsen, løgtings- og fólkatingsmaður, og fyrrverandi landsstyrismaður í mentamálum, heldur, at einasta loysnin nú er, at Løgtingsins umboðsmaður kannar málið um setanina av landsantikvari til botns.
?Hetta málið er nú so fløkt, og tað er so nógv sagt og gitt av so mongum ymiskum, at einasta óhefti stovnur, sum kann gera nakað vid málið, er Løgtingsins Umboðsmadur, sigur Tórbjørn Jacobsen
Og tað heldur hann avgjørt eigur at verda gjørt.
?Hetta málið kann vísa seg at verða ein gøla, annaðhvørt fyri landsstýrismannin og sostatt tjóðveldisflokkin, ella fyri embætisverkið í mentamálaráðnum.
Men er tad ein gøla, eigur tað at koma fram og so eiga neyðug stig at verða tikin. Antin eiga embætisfólk í Mentamálaráðnum at taka avleiðingarnar av einum vánaligum arbeiði í sambandi vid innstillingarnar til starvið.
?Men verður niðurstøðan hjá Umboðsmanninum, at Annlis Bjarkhamar hevur gjørt álvarslig mistøk, eigur hon at rúka, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.
Annlis Bjarkhamar er fjórði landsstýrismaðurin í mentamálum hjá tjóðveldisflokkinum hesi seinastu fimm árini.
Men Tórbjørn Jacobsen dugir ikki at siga, hví tað gongst so illa hjá tjóðveldisfólki at støðast í Mentamálaráðnum.
?Eg veit ikki um tað er nakað galið við landsstýrisfólkunum, ella um tað er nakað galið við embætisverkinum. Men eg kann bara siga, at tað hevði onki við embætisverkið at gera, at eg gjørdi av at fara frá sum landsstýrismaður í sínari tíð.
? Tað varð gjørt út frá míni egnu politisku meting av støðuni, sum tá var íkomin og sum eg metti kundi verða til skaða fyri flokkin og fullveldissakina frameftir.
?Men eitt heilt annað er, hvussu liviligt tað verður hjá Annlis Bjarkhamar í Mentamálaráðnum eftir tað, sum er sagt og skrivað um embætisverkið í sambandi vid landsantikvarin.
?Tað er eisini ein spurningur um, hvussu liviligt tað verður hjá Steffen Stumman Hansen á Fornminnissavninum, nú næstan alt starvsfólkið á stovninum hevur tikið greiða stødu til frama fyri Símun Arge.

Mangt undarligt
Annars heldur Tórbjørn Jacobsen, at mangt undarligt er farið fram í sambandi við landsantikvarin.
?Er tað so, at Símun Arge er vrakaður til frama fyri ein dana, sum er verri skikkaður, er tað onki minni enn ein gøla, bæði fyri tjóðveldisflokkin, fyri fornminnissavnið og fyri almennu skipanina yvirhøvur.
Hjá setanarnevndini var ongin ivi um, at Símun Arge varð best skikkaður til starvið og landsstyriskvinnan eigur at hava ómetaliga góðar orsøkir til at skúgva tað tilmælið til viks.
Annars heldur Tórbjørn Jacobsen lítið um tað, at bæði aðalstjórin og stjórin á mentanardeildini hava verið í setanarnevndini.
? Hvaðani skuldi landsstyrismadurin fáa sína ráðgeving frá, eftir at innstillingin var gjørd, tá ið bæði fyrsti og annar styrimaður lógu niðurbundnir í málinum? spyr hann.
Tað hevur ikki verið siðvenja at spyrja messudreingirnar um ráð í truplum støðum.
?Tí er tað hugsandi at skiparin hevur søkt sær ráð uttanhysis, og tá er mest hugsandi at tey hvørki hava verið saklig ella faklig.
? Kunnu enntá hava verið partapolitisk, og tá er heilt illa statt.
Torbjørn Jacobsen heldur annars, at vit eiga at hugsa okkum sera væl um, áðrenn vit seta ein útlending at umsita tann partin av okkara sál, sum eitur okkara fornminni.
?Eg ivist stórliga í, um danir høvdu funnið uppá at sett ein turkara ella ein somaliara í starv sum danskan landsantikvar, tí hvørjar kenslur skuldu teir havt fyri donskum fornminnum?
?Og hvat verður tað næsta: Verður næsti leiðarin á Føroyamálsdeildini kanska grønlendingur, spyr Tórbjørn Jacobsen.

Lítið klokari
Hann sigur, at hvørki hann, ella almenningurin annars, hava nakrar fyritreytir fyri at meta um málið og tí eigur umboðsmaðurin at kanna tad til botns.
? Tað einasta, vit hava at halda okkum til, eru tær leysasøgur og alt tað viðvarðandi túnatosið sum gongur ímillum manna, tí tað, sum er sagt og skrivað, verður ongin stórt klókari av.
Men hann heldur at tað er undrunarvert, so stóran áhuga summir bólkar í samfelagnum hava fyri hesum málinum, framum onnur mál, sum hava verið frammi og sum hesir somu bólkar als ikki hava givið gætur.Hann vil ikki útgreina hetta nærri, men í oddagrein í seinastu Fregnum nevnir hann fólk kring granskingardepilin fyri Økismenning í Klaksvík og tað sum viðhvørt verður nevnt "Ruc-mafian" ímillum manna.
? Er tad so galið, at at tað eru ávísir bólkar í samfelagnum sum leggja trýst á skipanina, og sum hava ein serligan áhuga í, at Steffen Stumman Hansen fær starvið? spyr Tórbjørn Jacobsen. Men, hvat skuldi hesin áhugin verið, tí fyribils er ikki lætt at fáa eyga á samanhangin ímillum starvið sum landsantikvarur og ávísar "action-directe" ella politiskar kommandobólkar í Føroyum, sum hann malber seg.

Tjóðveldisflokkurin tigandi
Hann spyr eisini, hvussu tad ber til, at leiðslan í tjóðveldisflokkinum er so tigandi.
? Tjóðveldisflokkurin hevur verið rættiliga avgjørdur í øðrum málum um embætisførsluna hjá landsstýrismonnum og um reinføri hjá politikarum, eisini hjá tjóðveldisflokkinum sjálvum.
? Bara at ivi var sáddur um eina embætisførslu, skuldi tad vera nóg mikið til at fella ein landsstyrismann.
? Men nú tykist tað sum um støðan er broytt og tað er hugvekjandi, at tjóðveldisflokkurin ikki er farin fram vid sama fastleika í hesum máli sum í øðrum, líknandi málum.
? Men enn er so ongin almenn viðmerking komin frá flokkinum og tad kann fáa fólk at spyrja um ikki tað sama er galdandi fyri Annlis Bjarkhamar, sum var galdandi fyri Signar á Brúnni, Jørgen Niclasen og meg sjálvan, heldur Tórbjørn Jacobsen.
Hann sigur, at hann tók sjálvur sum tingmadur, í sínari tíd, stig til at fáa málið hjá Jørgen Niclasen kannað, tá álvarsamur illgruni var um hansara embætisførslu. Tað málið var kannað, og tað vísti seg, at illgrunin var grundadur. Jørgen var farin útum heimildirnar. Tí mátti hann fara frá. Tað var bæði neyðugt og rætt.
? Enn veit eingin, um illgrunin um Annlis er grundaður. Men tað haldi eg skal kannast.
? Umboðsmaðurin má fara ígjøgnum alt málið. Verður niðurstøðan at hon hevur traðkað álvarsliga við síðuna av, má hon, eins og Jørgen Niclasen mynstra av landsstyrisskútuni,sigur Tórbjørn Jacobsen