TESTAMENTIÐ
EFTIR AT Lenin var deyður, kom eitt tíðarskeið í Sovjets politisku søgu, sum vardi í fimm ár, og har landsins oddamenn, t.e. teir fáu limirnir í Politbýronum ? saman við búskaparfrøðingum ? skiftu orð um, hvør búskaparlig hugsan átti at vera grund undir landsins framtíðar búnaðarpolitikki.
Á øðrum bógnum var vinstraleiðin, t.e. ein kós, sum minti um ta krígskommunismu, sum Lenin setti í verk tíðliga á sumri í 1918, men seinni mátti fara burtur frá. Á hinum bógnum var høgravegurin, hvørs talsmenn vístu til tann nýggja, meira frílynta búskaparpolitikkin ? NEP ? sum Lenin, tvingaður av m.a. Kronstadtuppreistrinum, fór undir í 1921. Høvuðsevnið í hesum orðaskifti var landbúnaðurin. Hvussu skuldi hann skipast? Skuldu russiskir bøndur halda fram at eiga sína jørð? Ella skuldi jørðin verða ognartikin? Og um henda seinasta kósin varð vald, skuldi ognartøkan fara fram brádliga ella varliga og í stigum?
Men undir hesum orðaskifti búði ein annar tvídráttur, tann loynda toganin um maktina. Sum nevnt fyrr fekk Lenin longu í 1921 samtykt eitt loyniligt forboð ímóti "faktionalismu", t.e. at minnilutar í flokkinum fylktust um frávíkjandi sjónarmið um mál av prinsipiellum týdningi. Fyri tann lim, ið vildi varðveita nevndarsessir ella størv, kundi tað tí vera hættisligt at halda seg til minnilutar.
Tað er ikki vist, at limirnir í fyrstuni vóru medvitnir um vansar og fyrimunir í hesi støðu, og eisini Stalin kann í fyrstuni hava trilvað seg fram. Sum frá leið bleiv kortini skilligt, at hann lærdi henda kunstin skjótari enn hinir, og at hann dugdi betur enn hinir at fáa hugmyndafrøðilig sjónarmið og leikin um valdið at samrógva.
Hendingarnar í sambandi við Lenins Testamenti geva okkum eina frálíka mynd av, hvussu øðrumegin Stalin og hinumegin hansara framtíðar kappingarneytar spældu síni kort. Í Testamentinum skeyt Lenin upp, at Stalin misti sítt starv sum aðalskrivari og á henda hátt sítt vald í flokkinum. Lenin hevði dikterað konu síni tað, og Krupskaja kravdi, at tað, samsvarandi meistarans ynski, bleiv lisið upp á tí 13. Flokstinginum tann 22. mai 1924. Testamentið varð tí fyrst lisið upp í Aðalnevndini. Boris Bazjanov, sum var hjástaddur, greiðir soleiðis frá:
Stalin sat uttast á tí lága pallinum, har fundurin varð hildin. Hann hugdi út ígjøgnum vindeygað og lætst at vera róligur á ein hátt, sum vísti, at fjáltur var á honum. Tað sást á øllum brøgdum, at hann visti, at hansara framtíð var í vanda.
Eftir lesturin tók Kamenjev (summi siga Zinovjev) orðið og minti á, at Lenin var sjúkur, tá hann dikteraði Testamentið, og at hansara ótti fyri, at Stalin fór at misnýta sína makt, var grundleysur. Semja var tí um, at Stalin skuldi halda fram sum aðalskrivari, og at Testamentið ikki skuldi lesast upp á flokstinginum.
Men enn var hesin merkiligi ? og groteski ? skemtileikur ikki av. Á flokstinginum tók Stalin sjálvur orðið, segði seg virða Lenins orð og beyð sær sjálvboðin at fara frá sum aðalskrivari. Tað gekk, sum hann hevði roknað við. Allir ? teirra millum Kamenjev, Zinovjev og Trotskij ? atkvøddu fyri, at hann helt fram at hava tað mest týðandi starvið í flokkinum. Hann kundi tí seinni, tá hinir funnust at hansara framferð, vísa á, sum rætt var, at teir høvdu valt hann í hetta starvið.
Við hesi avgerð settu teir innsigli á sín egna deyðadóm.
VINSTRA - HØGRA - VINSTRA
Í TÍ LEIKI, sum fór fram ta komandi tíðina, skifti Josef Stalin tvær ferðir hugmyndafrøðiliga stúku. Ta fyrstu tíðina hevði hann saman við Zinovjev og Kamenjev yvirvágina í flokkinum. Teir tríggir umboðaðu vinstravongin, og við tað at hinir limirnir í Politbýronum ikki kundu semjast, myndaðu teir hesa tíðina eitt slag av trímannaveldi.
Men longu í 1924 fór Stalin yvir til høgravongin og myndaði nú, saman við Bukharin, Tomskij og Rykov, ein nýggjan meiriluta í Politbýronum og flokkinum. Forboðið móti faktionalismu fekk nú týdning, og spakuliga og stig fyri stig mistu Trotskij, Zinovjev og Kamenjev vald, ávirkan og umdømi. Zinovjev varð í 1926 koyrdur úr Politbýronum og í 1927 úr flokkinum. Kamenjev misti sín sess í Politbýronum í 1926 og í Aðalnevndini í 1927.
Nikolaj Bukharin, tann einasti politbýrolimurin, sum hevði ástøðiliga vitan um búskap, fegnaðist um sína nýggju valdsstøðu. Hansara kós var fyribils at halda fast um NEP-búskapin, men seinni at ognartaka jørðina stig fyri stig. Hann trúði veruliga, at hansara búskaparliga gradualisma hevði sigrað, og at hann saman við Stalin fór at skipa fyri í framtíðini. Men í 1928 hálsaði Stalin um eina ferð aftrat. Hann var nú aftur á vinstrabógnum og myndaði, saman við nøkrum nýggjum politbýrolimum, eitt nú Vorosjilov, Kalinin og Ordsjonikidze, ein nýggjan meiriluta. Bukharin mátti sostatt, illa skølsettur, leggja kongin, men varð fyribils ikki koyrdur úr flokkinum.
Lev Trotskij, sum í mongum lutum, t.d. sum fyriskipari og røðari, skaraði framúr, men var sørur fyri taktiskt hegni, var um hetta mundið púra avbyrgdur. Við tað at hann var gamal mensevikkur, og jødi, høvdu menn altíð havt illtanka til hansara. Mangir hataðu hann, tí hann var gávaður, mentaður og týðiliga vísti, at hann var teirra yvirmaður.
Trotskij gjørdi seg meira enn eina ferð, og væl og virðiliga, inn á forboðið ímóti faktionalismu, og tað var tí lætt at kasta hann upp um garðar. Hann varð koyrdur úr Politbýronum í 1926 og úr flokkinum í 1927. Í 1928 var hann burtursagdur til tann fjarskotna býin Alma Ata í Kazakhstan, og í 1929 bleiv hann rikin av landinum.
TAÐ STÓRA TAKIÐ
STRÍÐIÐ UM maktina var av í 1928. Stalin stóð nú ? at kalla - sum tann veruligi, men óformligi, einaræðisharrin í USSR. Rundan um seg hevði hann eitt lið av flokslimum, ið sum heild tóku undir við honum, men samstundis enn megnaðu at hugsa sjálvstøðugt um ávís prinsipiell mál.
Tann stóri spurningurin ? um, hvussu landbúnaðurin skuldi skipast ? var ikki loystur enn.
Fyri at skilja tað, sum nú hendi, eiga vit at minnast, at Stalin var ikki nakar vanligur ráksnúningur, men heldur ein politikari við stirvnum hugmyndafrøðiligum sjónarmiðum, sum samstundis var óvanliga snúin taktikari. Líkasum aðrir radikalir kollveltarar, t.d. Tkatjov og Lenin, bóru bæði Stalin og hansara nýggju lagbrøður sum heild djúpt agg ? hatur næstan - til tann russiska bóndan.
Radikal tiltøk um at ognartaka jørðina høvdu verið roynd fyrr, í krígskommunismunnar døgum, men bøndurnir høvdu tá sett hart ímóti hørðum. Bóndastættin var, hildu mangir, sum eitt dýpi av myrkum afturhaldi, ein kleppur um hálsin á bráðum byltingarmonnum. Nú varð gjørt av at royna aftur ? og berja alla mótstøðu niður.
Eg skal royna við fáum orðum at greiða frá tí búnaðarpolitikki, sum Stalin og flokkurin settu í verk seinast í 1929. Í USSR vóru, sambært marxistiskari skemahugsan, trý sløg av bóndum: fátækir bøndur, miðalbøndur og ríkbøndur. Sambært tí ætlan, sum varð løgd, skuldu teir báðir fyrru bólkarnir setast upp ímóti ríkbóndunum. Hesir seinastu ? sum høvdu heitið kulakkar ? vórðu fyrst útnevndir til at vera fólksins fíggindar. Gjørt varð av, at teir og teirra húskir skuldu verða tvingsilsflutt til fjarskotin og ofta køld landaøkir. Sambært tí propagandu, sum flokkurin legði til rættis, vóru kulakkarnir, teirra konur og børn, lýst sum verandi verri enn djór ? ?snúltarar?, ?blóðsúgvarar? og ?bastardar?.
Hin parturin av hesi stóru ætlan var at ognartaka jørðina hjá smá- og miðalbóndum og tvinga teir inn í búnaðarsambýli, nevnd kolkhoz. Samstundis varð miðað ímóti at fremja eina skjóta mekanisering, so at traktorar, sláimaskinur og onnur nýmótans tól komu í brúk eftir stuttari tíð.
BØNDURNIR GERA BART
TRUPULLEIKARNIR VIÐ hesi ætlan vóru fleiri. Bøndurnir, sum í øldir høvdu verið festarar hjá góðseigarum, høvdu eftir kollveltingina fingið ta jørð, teir og teirra ættir høvdu velt og røkt í øldir, til ognar. Teir vildu ógvuliga treyðugt lata hesa ogn frá sær aftur.
Um ríkbøndurnar er at siga, at heitið kulakkur, við sínum dámi av demonisering, á ein hátt var flokspolitisk fiktión. Ríkbøndurnir vóru ikki ovurríkir útpínarar, kunnu kanska heldur líknast við vanligar føroyskar bøndur. Teir umboðaðu tað besta í bóndastættini, vóru dugnamenn og samstarvaðu ofta so væl við teir fátækaru bøndurnar, at bóndastættin sum heild ikki kundi vera teirra driv og dugnaskap fyriuttan.
Tað var hesa skipan, Stalin og hansara flokkur í 1929 settu sær fyri at sorla. Teir roknaðu vit at kunna fremja sína trístrongdu ætlan ? tvingsilsflyting, kollektivisering og mekanisering ? eftir kanska einum ella tveimum árum. Teir roknaðu somuleiðis við, at ætlanin fór at bera frukt skjótt, og teir ímyndaðu sær í greinum og røðum, at grøðin ? kornið, sum skuldi veita býunum, tí nýggju stættini av verksmiðju- arbeiðarum, mat og og útvega landinum útflutning og sostatt gjaldoyra ? eftir stuttari tíð fór at bliva bæði tvey- og trífaldað.
Men ætlanin rendi seg í harða og treiska mótstøðu. Bøndurnir vildu ikki lata jørðina frá sær. Flokkurin brúkti nú loyniløgregluna ? NKVD ? og serliga útbúgvin lið til at fremja sína ætlan við hørðum. Men tá ið flokkurin gav hermonnum og løgreglu boð um at leggja hald á grøðina, og enntá kravdi meira av korni, enn heystað var, gjørdist støðan vónleys. Kulakkar stóðu til at verða riknir frá húsi og heimi til eitt lív í óbygdum oyðilendi, kanska í Sibiria, har deyðin var í durunum og altíð fyrst vitjaði børnini. Bóndin hevði sum heild einki eftir, sum húskið kundi liva av.
Bóndin var nú í dýrastu neyð. Men hansara vónloysi fekk ongan útveg. Hann hevði ongan talsmann, ongan flokk, einki umboð, einki málgagn. Eingin var at tala hansara sak. Hann gjørdi tí bart. Um alt tað russiska kornlandið, Ukraina og Hvítarussland, slaktaðu bøndur síni kríatúr, brendu sítt korn og drukku og ótu seg um rygg. Teir fyrstu mánaðirnar eftir at kollektiviseringin var byrjað, slaktaðu teir meira enn 15.000.000 neyt og oksar, næstan 40.000.000 geitir og seyðir, 7.000.000 grísar og 4.000.000 ross. Um hesi viðurskiftir skrivar Isaac Deutscher:
Og nú byrjaði tað løgna karnivalið, har vónloysið sat til háborðs og tað vitleysa illsinnið fylti kjøtgrýturnar. Ein farsótt av heilavillum ovuráti breiddi seg úr bygd í bygd, frá volost til volost, frá gubernia til gubernia. Menn, kvinnur og børn ótu seg um rygg, spýðu matin útaftur og vendu so aftur til kjøtgrýturnar. Ongantíð fyrr hevði so nógv vodka verið drukkið í landinum ? at kalla hvør kroysa bleiv eitt bryggihús ? og drukkið varð, eftir gomlum slaviskum siði, nógv og leingi. Alt meðan teir drukku og ótu, lótu kulakkarnir, sum teir settu eld á sínar hoyløður og síni fjós, bálini geisa yvir bygdunum. Fólk vórðu kvald av stinkinum frá rotnandi kjøti, av deyminum av vodka, av roykinum frá teirra uppkolaðu ognum, og av sínum egna vónloysi.
Teimum bóndafólkum, sum eftir livdu ella ikki vóru tvingsilsflutt, bíðaði ein uppaftur verri lagna. Tí nú grøðin var tikin, kornið brent og kríatúrini dripin, kom hungurin. Mannaát ? kannibalisma ? sum dømir høvdu verið um undir borgarakrígnum ? gjørdi nú aftur vart við seg. Mett verður, at henda hungursneyðin ? árini 1932-33 ? kostaði millum 6 og 7 milliónum lívið. Aftrat hesum kom ein stív hálv millión av kulakkum, sum doyðu orsakað av tvingsilsflyting.
SKEMAHEILIN
TÆR FIMMÁRSÆTLANIR, sum byrjaðu í 1928, høvdu við sær, at USSR eftir stuttari tíð fekk sett gongd á, bygt upp og ment ein nútíðar, tøkniliga framkomnan, ídnað. Samstundis varð landbúnaðurin kollrendur, og tað tók fjórðingsøld, til hann fór at nærkast tí støði, hann var á undan kollveltingini. Tann søguliga áhugaði forvitnast eftir at vita, hvat slag av muru ella heila kundi útgrunda og fremja eina slíka atgerð. Eg fari her at taka uppaftur brot úr dagbókini hjá einum gomlum bolsjevikki, Fjodor Raskolnikov. Hann skrivar um Stalin, at hann er:
ein trongur sektaristur, sum fer til verka út frá einum frammanundan løgdum frymli. Hann er skematikari sum Bukharin, men munurin er, at Bukharin hevði ástøðiliga útbúgving. Stalin roynir at tvinga lívið inn í ein lidnan skrokk. Tess meiri lívið spennir ímóti at verða tvingað inn í ta trongu prokrustessongina, meira makt leggur hann í at lamløsta og bróta tað og kvetta limir av tí. Hann kennir lógirnar fyri formligum logikki, og hansara niðurstøður byggja skilvíst á hansara fortreytir. Men hann hevur ongantíð glógvað sum andsmenni ... hann hevur neyðarsliga útbúgving ... sum allir hálvintellektuellir, sum hava ognað sær molar av vitan, hatar hann ta sonnu intelligentsiuna.
Og, leggur Raskolnikov aftrat:
Hann manglar ta realismu, sum eyðkendi Lenin, og, í minni mun, Rykov. Hann er ikki framskygdur. Fer hann undir eitt tiltak, dugir hann ikki at meta um avleiðingarnar. Hann kemur aftan á veruleikanum.
PROFETURIN Á PRINKIPO
VIT GERA nú eitt slank út um Russlands landamark. Nakað eftir 1. heimsbardaga fór eitt nýtt politiskt rák at gera vart við seg, fyrst í Italia og seinni í Týsklandi. Høvuðsumboð fyri hetta rák vóru italienarin Benito Mussolini og týskarin Adolf Hitler, sum stóðu á odda fyri ávikavist fascismuni og nazismuni. Hóast bæði Mussolini og brøðurnir Strasser vóru gamlir sosialistar, var skjótt semja um, at talan var um eina høgrarørslu.
Nógv orðaskifti var um, hvørt hetta rák hevði framtíðina fyri sær. Fyri ta kommunistisku rørsluna, sum hevði sum mál at gróðurseta eitt utopia í heiminum, hevði hesin spurningur ómetaliga stóran týdning. Tí kommunisman hevði nú, umframt sín høvuðsfígginda ? kapitalin ? fingið ein kappingarneyta.
Fascisman og nazisman fingu undanvind í Europa, fyrst og fremst Italia og Týsklandi. Tað bleiv tí eitt tak hjá europeiskum kommunistum at handfara hesa nýggju avbjóðing. Sum fyrr nevnt vóru kommunistiskir flokkar í Europa skipaðir í 3. Internationala ella Komintern. Sum Stalin og hansara nýggja lið vann maktstríðið í Moskva, táttaðu teir samstundis takið á Komintern, til at kalla allir europeiskir kommunistaflokkar vórðu stýrdir við jarnhond úr Moskva.
Trupulleikin var, at Stalin, við sínum stirvna, doktrinera heila og síni avmarkaðu vitan, ikki skilti nazismuna. Millum vanligar kommunistar, kanska serliga í Týsklandi, var bæði vilji og eldhugi til at taka hesa avbjóðingina upp og basa nazismuni.
Men úr Moskva komu, alt meðan nazisman tók seg fram við risastigum, kravboð um, at javnaðarflokkurin var høvuðsfíggindin, og nazisman bara ein stokkut samdøgursfluga. Eitt samstarv millum javnaðarmenn og kommunistar hevði kanska kunnað steðgað nazismuni. Men sambært Stalins alvísu doktrin var forboð fyri á nakran hátt at samstarva við ?sosialfascistar?. Hinvegin var í summum førum tætt samstarv millum kommunistar og nazistar, eitt nú á einum verkfalli hjá flutningsarbeiðarum og undan eini fólkaatkvøðu í Prusslandi í 1931.
Tann meira prinsipiella spurningin um ein møguligan hugmyndafrøðiligan skyldskap millum nazismu og kommunismu fari eg at taka upp í eini niðurstøðu í sjeynda parti av hesi greinarøð.
Um hetta mundið helt Lev Trotskij til, í útlegd, á oynni Prinkipo í Marmarahavi. Sum tann einasti av navnframum marxistum skilti hann fascismuna. Trotskij var søgukønur og hevði ikki sørt av vitan um samfelagsviðurskiftir. Í ritgerðum og bókum greindi hann hetta nýggja politiska rákið vísindaliga og út frá marxistiskum ástøði, og samstundis eggjaði hann kommunistum til at samstarva við javnaðarrørsluna og steðga tí brúna vandanum, tí, sum hann tók til í eini áheitan á arbeiðararørsluna:
Um fascisman fær valdið, fer hon sum eitt ræðuligt tanks at rulla eftir tykkara skallum og ryggjum.
Hetta var stjørnustundin hjá Trotskij. Sum ein onnur Kassandra spáddi hann undirgang og deyða fyri týskar kommunistar, um teir ikki lótu eyguni upp fyri tí vanda, sum nú leikaði á. Fáar mánaðir seinni tók Hitler valdið í Týsklandi og beindi, við morði og píning, fyri meginpartinum av týskum kommunistum.
NADJA
MEÐAN HUNGURIN herjaði í Ukraina, helt lívið fram í Moskva og øðrum stórbýum, næstan sum var einki á vási. At umrøða, hvat veruliga fór fram, var strangliga forboðið. Propagandatólini sóu til, at borðreitt varð, fyri fólki í Russlandi og almenninginum vestanfyri, við eini glæstrimynd av einum samfelag við kós móti utopia, alt meðan kreppa og arbeiðsloysi nívdu í Vestureuropa og USA.
Men heilt tøtt vóru skilarúmini ikki. Eitt sindur av sambandi var við bygdirnar, og millum manna bleiv teskað og tutlað. Um hetta mundið hendi ein sorgarleikur í lívinum hjá Josef Stalin, sum hevði samband við ? og fyri ein part var elvdur av ? teimum traumatisku herðindum, sum hesi árini skakaðu ta russisku tjóðina.
Stalin var tvær ferðir giftur. Fyrra kona hansara æt Ekaterina Svanidze. Hon var georgiari, ættað úr Didi Lilo, somu bygd, sum pápi Josef var úr. Tey giftust tíðliga í øldini og fingu sonin Jakov. Stalin var um hetta mundið ferðandi í kollvelting, og tey livdu í mestu armóð. Ekaterina, rópt Kato, var gudrøkin sum vermamman, og tað lítla heimið skein av reinleika. Men Kato legðist sjúk, meðan drongurin var lítil. Hon andaðist longu í 1907.
Seinni kom Stalin at kenna ta blaðungu Nadjezdu Allilujevu. Hon var skrivari hjá honum undir borgarakrígnum, og tey stovnaðu eitt heim í Moskva. Tey fingu tvey børn, sonin Vasili, sum seinni lærdi til flogskipara, og dótrina Svetlanu. Kærleikin var stórur í fyrstuni. Men seinni tóku trupulleikar seg upp.
TANN SEINASTA RÓSAN
Nadjezda ? sum vanliga varð rópt Nadja - var av sigoynaraætt og hevði eitt eldfimt sinni. Stalin var húsbøðil og kundi lúna í dagar, um onkur segði honum ímóti. Sum Nadja bleiv eldri og meira búgvin, fór hon at siga sína hugsan eisini um politisk viðurskiftir. Hon tráaði eftir at fáa eina útbúgving og fór, eftir ráðum frá Bukha-rin ? sum í mong ár hevði verið vinur hjá henni og manninum - at ganga á Ídnaðarakademinum í Moskva.
Hetta var um tað mundið, hungursneyðin herjaði í Ukraina og Hvítarusslandi. Nadja var forfard, tá ið hon frætti um neyðina. Hon var væl við Nikolaj Bukharin og tók undir við hansara búskaparligu sjónarmiðum, sum um hetta mundið sjálvsagt vóru anathema. Støðan bleiv uppaftur fløktari av, at Stalin ? tann nýggi russiski zarurin ? hevði fyrimunir av tí, sum Henry Kissinger rópar ?valdsins afrodisiakum?. Jósef var kendur sum kvinnudárari, og tíðindir, kanska leysasøgur, gingu um, at hann var konu síni ótrúgvur.
Tann 7. november 1932, 15 ár eftir oktoberkvettið, varð veitsla hildin hjá Vorosjilov í Moskva til minnis um kollveltingina. Nadja pyntaði seg av eins listum, fekk sær eitt nýtt modernað hársnið og læt seg í ein svartan kjóla við eini serligari rósuapplikatión úr Týsklandi. Hon bílegði eina terósu, sum hóskaði til kjólan og setti hana í hárið. Hon vakti ans á veitsluni. Menn kveittu eftir henni.
Um ein nú ber saman ymsar keldur, tykist tað, sum maður og kona hava havt tað vanliga koksið fyri, sum í eini kreppustøðu hevur til endamáls at gera hin partin sjalu. Men tann reyði zarurin kundi sjálvsagt loyva sær meira enn kona hansara, og Stalin eyðmýkti konu sína alment við at blaka sigarettstubbar og appilsinskal eftir henni. Endin var, at hon rýmdi úr veitsluni. Morgunin eftir var hon funnin deyð. Hon hevði eftir øllum at døma skotið seg við einum lítlum damurevolvara við merkinum Walther. Á gólvinum í hennara kamari lá tann reyða rósan.
Á henda hátt valdi Nadja Allilujeva at fagna manni sínum og seta sítt innsigli á minnið um ta kollvelting, hann hevði átikið sær at røkja og umsita. Í USSR varð hendingin duld sum mans ? ella kvinnu ? morð, og sovjetsk bløð skrivaðu, at kona aðalskrivaran var deyð, so syrgiliga, av búkhinnubruna.










