Føroysk sjómanskirkja

   

Sosialurin, Hull: Føroyska flaggið er ikki nøkur vanlig sjón úti í heimi, og sum føroyingur leggur tú merki til tað, tá flaggið bleiktrar hvítt, blátt og reytt í lotinum. Í Hull sær tú føroyska merkið við síðuna av Dannebrog veitra uttanfyri Sjómanskirkjuna í OsborneStreet. Tað er leygardagur seinnapartur tíðliga í mars í ár. Vár er í luftini, men veturin hevur ikki slept enn, og fólk ganga skjótt í kuldanum.
Føroyskt flagg í Hull merkir, at føroyingar eru í Hull, teir eru ikki so nógvir, men føroyska sjómanskirkjan hevur valt Hull til sítt fyrsta og higartil einasta sæti uttanfyri landoddarnar. Í sjómanskirkjuni í Hull er settur føroyskur prestur, løntur av føroysku sjómanskirkjuni. Danska Sjómanskirkjan eigur enn bygningin, fíggjar raksturin og hini starvsfólkini. Men presturin er føroyskur og tað er hann sum leiðir og fordeilir arbeiðið á kirkjuni. Og nú hava vit sagt nóg ofta hann, tí talan er um eina kvinnu sum er prestur. Hon eitur Hjørdis og hevur seinast fýra mánaðarnar verið prestur í Hull. Hon er ongin ársungi innan prestayrkið. Hon hevur verið prestur í Danmark í mong ár.
- Føroyska flaggið er nakað lítið í mun til Dannebrog, men vit fáa eitt nýtt skjótt, og so skuldi tað verið fingið upp á pláss, sigur hon.
Osborne Street liggur í dag langt burtur frá skipum og sjógvi, soleiðis sæð. Men soleiðis hevur ikki verið altíð. Ein kann spyrja seg sjálvan, hvat hevur Hull við skip at gera í dag. Havnin er tóm, og restirnar bera ikki boð um at skip nakrantíð hava verið her sum so. Tó var tað ein tíð og hon er slett ikki so fjart burturi, eini 30 ár, tá Hull var størsti fiskivinnubýur í Europa. Yvir 400 trolarar sigldu higani, og eitt ótal av útlendskum skipum komu her at landa fisk.
Skamt frá Sjómanskirkjuni var ein stór dokk Prince´s Dock. Sjógvur er bert við aðru síðuna av henni í dag. Eitt stórt handilshús er bygt mitt í dokkina. Og tá skip lógu her fyrr, so var skjótt at ganga inn á donsku sjómanskirkjuna.
Og so vitjaði deyðin
Tað er leygardagur seinnapartur og vit eru inni á sjómannskirkjuni. Har er fitt av fólki, hetta er dagurin har danir og føroyingar, sum búgva í Hull, vitja kirkjuna fyri at práta, eta ein bita og stytta sær stundir. Húsmóðurin smyr danskt smyrjibreyð og síðan er kaffi og te at fáa aftur við.
Og meðan vit ganga runt og práta, so koma eini deyðsboð, sum skaka øll sum eru inni. Ein fyrrverandi starvsfelagið, sum hevur starvast á kirkjuni í nøkur ár, men sum nú var farin úr starvi, og sum kendi øll í meinigheitini, var funnin deyður. Hann búði einsamallur.
Tað gjørdist tøgn eina løtu og síðan varð farið at tosað um tann deyða og hvussu fólk mintust hann. Ein kirkja er rætti karmurin at tosa um deyðan og skjótt er hugnaligi leygardagurin broyttur tann sorgblíða vegin.
Vit seta okkum niður at práta og skjótt koma við í prát við Hannu Apol, nú Wilson. Hon giftist bretskum hermanni eftir kríggið og hevur búð í Bretlandi síðan, seinastu mongu árini í Hull. Hon tosar enn flótandi føroyskt og vitjar ofta heima í Føroyum saman við manninum. Hanna er ein fastur partur av meinigheitini í Hull.
Hálvur føroyingur
Hjørdis Kjærsgaard er hálvur føroyingur. Hon er dóttir Offert Fritjof Hammer, ættaður er úr Skúvoy. Hann fór sum ungur til Danmarkar, lærdi til revisor, giftist við danskari kvinnu og búsettist í Danmark. Hjørdis hevði nógv samband við Føroyar sum barn. Hon var heima í summarfrítíðini á hvørjum sumri og vitjaði í Skúvoy og í Hovi. Skúvoyaromman Katrina var ættað úr Hovi.
- Sum yngri kendi eg meg sum føroying. Eg var so nógv heima, øll tey fyrstu árini saman við babba og tá so hann eldist, fór eg einsamøll. Eg var í Føroyum alla summarferiuna og skúlafelagarnir hjá mær í Danmark hildu meg vera føroying. Eg eri í hvussu er glað fyri tíðina, eg havi verið í Føroyum. Tað vísir seg eisini, at synirnir hjá mær dáma væl í Føroyum, serliga tann yngsti, sigur Hjørdis, sum skilir hvørt orð á føroyskum og tosar málið hálvbrotið.
Hjørdis hevur verið prestur í Danmark í mong ár. Fyrst í Avedøre og síðan í Lundtofte. Hon hevur eisini havt tætt samband við føroysku kirkjuna í Keypmannahavn.
Er tað stórur munur at vera sjómannsprestur og at vera vanligur prestur?
- Ja, munurin er stórur. Sum vanligur prestur hevur tú nógv betri tíð til sálarrøktina, tú hevur betri tíð til sjálvan prestagerningin. Sum sjómannsprestur er tú eisini stjóri á eini fyritøku, tú er driftsleiðari og tú hevur fíggjarliga ábyrgd av kirkjuni og av pørtum av inntøkuni hjá kirkjuni, sigur Hjørdis Kjærsgaard.
Ein gøtuskuri í Gool
Vit eru á veg á eina skipavitjan, presturin og undirritaði. Eitt farmaskip úr Gøtu, Skurin, hjá partafelagnum Hera Thomsen, liggur í Gool. Tað er ein veit langt inni í landinum uppi í Humber ánni.Tað er vakurt at koyra út úr Hull. Vit fara fram við eini av størstu brúgvunum í heiminum, Humberbrúgvin. Hull liggur við norðara munnan á Humberánni. Hon er bæði breið og stór langt inn í landið. Á sunnari síðu liggur ein annar, fyri føroyingar kendur býur. Tað er Grimsby. Áðrenn brúnna sigldi ferja í millum. Í dag er tøtt ferðsla á brunni, og akkurát sum í undirsjóvartunnlinum undir Vestmannasund, so rinda bilarnir bummpening fyri at sleppa yvir um.
Skurin stendur á turrum, tá vit koma leiðina framog har verður hann so standandi til næsta vatn, sum bretar taka til, til næstu flóð. Skurin er eitt lítið, grøntmálað, vælrøkt før-oyskt skip. Tað siglir fyri tað mesta við fóðri og øðrum farmi millum Føroyar. Noreg og er onkuntíð í Bretlandi eisini.
Eg var nokk so spentur upp á hesa vitjan, tí eg fekk at vita kvøldið fyri á kirkjuni, at skiparin var Andrias Gregersen av Strondum. Hetta kundi ikki vera annar enn Andrias hjá Bartal úti á Gerðarleiti á Strondum og hvis tað var hann, so kendi eg hann væl. Vit høvdu sitið í somu skúlastovu í sætta og sjeynda flokki og øll trý árini í real. Eg havi næstan ikki sæð hann síðani, men eg visti, at hann var farin sjóvegin og stóð á brúgv.
Og hann var lítið broyttur hesi 30 árini, annað enn at hann var 30 ár eldri. Sama blíða sníðið og vit prátaðu akkurát á sama hátt sum í skúlagarðinum á Strondum fyrst í sjeytiárunum og hetta var í teimum døgum, tá Chr. Høj var skúlastjóri á Strondum. Gott vinarlag livir og heldur á fram, eisini um ein ikki sæst og rennir á dyrnar dagliga.
Men skiparin var ikki umborð, tá vit komu. Hann var, saman við hinari manningini, farin niðan til ein Argus handil, sum lá í nánd at keypa. Tað er eitt sindur bíligari í Bretlandi enn í Føroyum, men munurin er ikki so stórur í dag sum fyrr. Og tað sást eisin,i tá teir komu umborð aftur. Tað teir høvdu keypt vóru smá fototól, digital, og kátir sum smádreingir vístu hesir vaksnu menn hvørjum øðrum, tað teir høvdu ognað sær.
Kokkurin eitur Hans Hansen, hann er úr Runavík, og hann var einsamallur umborð, tá vit komu. Hann bíðaði eftir okkum og tímarnar frammanundan hevði hann riggað eina eplakaku til, sum segði spar tvey til alt. Eina av hesum her, sum man fekk fyrr sunnudagar og sum smakka akkurát sum tær skulu smakkað og einki meira enn tað. Stívt pískaður fløti, súreplamosið og raspið blandað saman í passaligum løgum, raspið blotnað somikið, at tað lá lekkurt bleytt á tunguni og fríski súrleikin úr mosin-um, saman við kaffinum, fekk okkum til at kenna okkum væl.
Eina løtu steðgaði eg á og fór at hugsa um allar tær hundrað tals skipavitjanir eg gjørdi, tey fýra árini eg var í Sjómannskirkjuni frá 1996-2000. Soleiðis sum hendan vóru mangar av hinum skipavitjanunum.
So koma hinir umborð. Eg kenni allar, skiparin Andrias, maskinmeistarin Ingolf Heinesen úr Norðragøtu og so Marius Sørensen, sum býr í Runavík. Eg kendi Marius á navni, havi lært foreldrini at kenna seinasta árið. Guttorm Sørensen úr Hvannasundi er ein av teimum frægu heimildarmonnunum til ta bók, sum eg skrivi í hesum døgum, og sum vitjanin í Hull er ein partur av. Marius líkist akkurát pápa sínum, sama behagiliga menniskja at práta við.
- Tað er fyrstu ferð, at vit eru í Hull við hesum bátinum og fyri okkum hevur tað týdning, at sjómannskirkja er á staðnum, og so ikki um at tala, at ein føroysk sjómanskirkja er á staðnum, sigur Andrias Gregersen, skipari.
Presturin tosar við menninar, vit fara í land aftur. Skurin verður liggandi til næstu flóð.
Drupu æður í Hamborg
Sunnudagur og vit hava verið í kirkju. Hjørdis er góður predikantur, hon er kvik og greið. Hon tosaði um fyrstu søguna av øllum um Adam og Evu í Edensgarði. Um at vit øll hava eitt val, og at vit velja um vit eta av súreplinum ella ikki. Nakað av fólki var í kirkju, ikki sjómenn, men fastbúgvandi. Og stundir vóru til prát aftaná.
Og so eru vit aftur á skipavitjan, presturin og eg. Hesuferð er tað ein Theresabátur, Pia Theresa, og eg eri spentur at vita um eg kenni nakran umborð. Hava vitjað nógvar Theresabátar í Hamborg. Hetta eru tangabátar, sum føra upphitaðan farm, eitt nú palmolju.
Og eg kendi teir allar, teir tríggjar danskararnar, sum vóru við Piu Helenu. Og prátið var tað sama sum fyrr. Allir høvdu teir verið í Føroyum við farmaskipi og skiparin hevði fiskað undir Føroyum við donskum skipi. Hann var so óheppin, at skipið sakk einaferð í ódnarveðri í sjeytiárumum millum Føroyar og Hetland, og hesa søguna havi eg hoyrt ofta. Teir lógu leingi í bjarginarbátinum, mundu gingið burtur og skiparin fær altíð tár í eyguni, tá hann fortelir hesa søguna. Hann er úr Skagen, og vit kennast gott.
Og so situr maskinmeistarin har. Ein lítil breiður maður, sum hevur upplivað eitt sindur av hvørjum í lívinum. Hann er týskari, men hevur búð í Danmark meginpartin av lívinum. Hann var barn undir krígnum. Eg møtti honum fyrstu ferð í Hamborg, eitt kalt kvøld á vetri hinumegin Elben ánna og vit sóu beint inn á Landungs-brügge. Tá fortaldi hann mær um hvussu fátæksligt tað var í Hamborg eftir kríggið, fólk svøltaðu. Og nú í Hull kemur evnið fram aftur.
- Tað var so lítið at eta, at vit veiddu æður í Hamborg. Tað var ólógligt, tí æðan er friðaður fuglur, men sektin løgdu vit á. Vit funnu ein drápshátt, so tær ikki gjørdu gang, vit druknaðu tær og so varð roytt og kókað. Eg gekk og leitaði í nógvar mánar, men so fekk eg endiliga tjans og eg havi siglt síðan. Nú er bert ein útmynstring eftir og so verið eg pensioneraður, sigur mín vinur, sum eg havi gloymt navnið á. Tað liggur onkunstaðni í onkrum notatum heima.
Og nú fáa teir damuvitjan. Ein kvinna kemur umborð og hon vil síggja landið hjá manningini. Sjálvt um talan er um eina kvinnu, og hendan altíð er vælkomin umborð á skip, so illneytast menninir. Í dag er so strangt við rúsdrekka umborð á skipi, at allir menn skulu geva ein pissiprøva av og á. Og ongin veit, nær ið fólk koma at kanna landið. Nógvir sjómenn kenna hetta sum at gingið verður teimum ov nær. Eg sigi týskarnum umborð á Piu Theresu farvæl, eitt sindur hugtungur, vælvitandi, at eg ongantíð aftur hitti hann á skipavitjan, dámligur var hann, og hann verður goymdur í minn-inum.
Stórt prestagjald
Hjørdis hevur alt Stórabretland sum prestagjald. Hon er føroyski presturin í Bretlandi og tað vil hon fegin hava fram. Føroyingar í Bretlandi, sum hava tørv á presti, skulu vita, at í Hull er ein føroyskur prestur.
- Eg eri sett soleiðis, at 20 prosent av míni arbeiðsorku skal brúkast uttanfyri kirkjuna í Hull. Eg eri av og á í London og haldi gudstænastu og har eru nógvir føroyingar, serliga ungar gentir. Eg eri eisini í Newcastle og eg fari allastaðni har tørvur eru á, sigur Hjørdis Kjærgaard.
- Ein kann spyrja seg sjálvan hví føroyska kirkjan skal akkurát vera í Hull. Men hví ikki, tað tekur tríggjar tímar í toki at fara higani og til London og tað sama til Newcastle so eg liggi mitt fyri, sigur Hjørdis.
Hjørdis vónar, at teir føroyingar sum koma nærhendis Hull, geva seg til kennar og siga frá at teir eru her. Kirkjan er opin, og øll eru meira enn væl komin. Hon heitir eisini á skip, sum koma nærhendis Hull um at siga frá. Um teir eru so langt burtur, at vitjan ikki er gjørlig, so ber altið til at fáa nýggj bløð send til skipini, bara kirkjan veit av tí framman undan.
Føroyska Sjómanskirkjan hevur fingið fótin fastan uttan fyri landoddarnar.