alla grund til. Fyrst gitingarnar og nú boðini um, at virkið í Miðvági skal lata, eru einki minni enn ein vanlukka fyri bygina og oynna alla. TAÐ er leiðslan í Fiskavirking og í Framtaksgrunnurin, sum eftir [...] eina upphædd, sum tey klára at rinda. Í okkara verð eigur tað almenna í Føroyum at vera við til at seta í gongd og eisini halda lív í vinnuvirksemi, har hetta kann gerast lønandi í longdini. Okkara samfelag [...] út frá profitt og 100% út frá fríum marknaðarbúskapsprincippum, tá kvettir tú eisini lívæðrina til ein stóran part av Føroyum av. Vit vilja varðveita búpláss uttan fyri miðsteðarøkið og tí mugu vit solidariskt
og har vit eiheldur hava havt fund við danir um skuldina. EITT fólkatingsval nú vil møguliga vera ein gott barometur fyri undirtøkuna teir einstøku flokkarnir vilja fáa til eitt komandi løgtingsval um [...] Sjálvandi fer úrslitið av einum fólkatingsvali ikki at vísa ta røttu myndina, men tað fer so at vísa ein tendens. Og spurningurin er so um hann verður í tráð við seinastu veljarakanningina, ið varð gjørd [...] flokkunum, og vit fingu harvið eina skeiva javnvág. NÚ er føroyska fólkatingsumboðanin oftani meira ein spurningur um persónsval enn um politiskar ideologiur ella ávísan politikk. Eitt nú hevur Óli Breckmann
londini bæði - vilja handfara føroyingar á ein meira sømiligan hátt enn leiðslan í javnaðarflokkinum. Ein føroyskur javnaðarmaður á danatingi vil so eisini vera ein garantur fyri, at trýst verður lagdur á [...] stjórn ístaðin, so verður støðan ein onnur. Uffe Ellemann hevur verið júst líka so stívrendur móti Føroyum í sínum úttalilsum sum aðrir, so her er einki gott í væntu. Tað vit seta okkara álit til er, at aðrir [...] kann so gerast veruleiki longu í november í ár tvs. knapt eitt ár, áðrenn skeiðið er útrunnið. HVUSSU ein komandi stjórn fer at síggja út í Danmark eftir eitt nýval er sjálvandi ilt at meta um. Men sjálvandi
við síni líkasælu víst, at tað verða ikki teir, sum fara at seta út í kortið. Tí er bert andstøðan eftir, og hana verða vit tí noydd til at seta okkara álit á. Í dag kemur formaður javnaðarfloksins við einum [...] Tróndur lýkur ikki krøvini til flutning og er neyðugt við nýggjum skipi. Men í veruleikanum er hetta ein nógv størri trupulleiki enn eitt nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum ger hann til. Í veruleikanum [...] stóran týdning fyri hetta samfelagið og hesi røkja nakrar uppgávur, sum er alneyðugar. Men sálin - um ein kann siga, at land og fólk okkara hevur eina sál - tað eru bygdirnar og tey pláss kring landið alt
skilaleysa politikki seta eld í alt Miðeystur, og tað kann fáa avleiðingar fyri heimsfriðin. UM USA ikki fær trýst Netanyahu til at gevast við sínum búsetingarpolitikki, so fer ein so smátt at illgita USA [...] spurt! Ja hvør veit, ein máti fyri at provokera Iran til at leypa framav, soleiðis at USA og møguliga eisini Ísrael kunnu steðga iranska tilbúgvingini! Fantasiur - ja, møguliga, men tá ein veit, hvat stórpolitikkur [...] TAÐ var sum at fáa ein váttan vøtt frammaná, tá tíðindi bórust um, at ísraelski leiðarin Natanyahu kortini ikki ætlar at steðga jødisku búsetingunum í teimum hersettu økjunum á Vestara Áarbakka millum
við. Men vit kunnu so brúka vit og skil og ein góðan vilja til at røkka so langt, sum nú tilber. Uttan vilja koma vit so onga leið. Hví ikki stinga út í kortið ein landspolitikk, sum røkkur langt inn í næstu [...] um oljulóg, fær ein nýggjan arbeiðssetning og víðkaða manning, soleiðis at partur av hennara arbeiðsumráði verður at arbeiða við mentanarligum spurningum. Tvs. hvussu tryggja vit, at ein komandi oljuútviklingur [...] bygt á almennan stuðul. VIT eiga at geva júst hesum - livilíkindum úti kring landið - størri ans og seta hetta í samband við, hvat vit vilja við hesum landi og fólki í næstu øld! Nettup kreppan og hvussu
vit bert sum eitt dømi um tað sama, nevniliga at danski forsætisráðharrin ynskir ikki ein dialog við Føroyar. Bert ein slíkur dialogur kann loysa upp fyri øllum hesum, ja nærsagt óndskapinum frá donskum [...] NÚ hendi tað so aftur nýggir upplýsingar eru komnir fram í bankamálinum, sum seta ljóskastaran á ikki bert danskar embætismenn men so sanniliga eisini føroyskar politikarar og embætismenn. SAMBÆRT [...] hevði arbeiðsuppgávur fyri Den Danske Bank. ER hetta rætt, so má tað sigast at vera einki minni enn ein skandala fyri Tinganes. Men enn er bert talan um óváttað orð í einum samráði í fólkatinginum, har Frank
enn er heilt óvist, hvat andstøðan fer at gera. Men ein skilur væl andstøðuna, um hon ikki enn einaferð vil bjarga sitandi samgongu. Hinvegin skilur ein eisini løgmann, tá hann sigur, at málið er so álvarsligt [...] andstøðu, at hon skal liva upp til demokratiska og sakliga andan í eina stýrisskipanarlóg ð, og samtíðis seta somu andstøðu til viks, tá henda hevur brúk fyri, at løgmaður livir upp til sama demokratiska anda
eitt trýbýti av føroysku uttanlandsskuldini, har danski ríkiskassin rindar ein triðing, Den Danske Bank ein triðing og Føroyar ein triðing. Gongur stjórnin ikki við til slíka loysn, so eiga almennu Føroyar [...] fingu heimastýrislógina. EINGIN ivi er um, at føroyskir politikarar fara at brúka hetta høvið til at seta út í kortið á nýggjum. Og soleiðis sum støðan er vorðin millum Føroyar og Danmark, er lítil ivi um [...] meira og meira millum báðar ríkispartarnar. Gamaní, er tað hetta, sum danir miðvíst vilja, so er tað ein ærlig søk. Men tá er at spæla við opnum kortum og viðurkenna hetta. KJARNIN í øllum hesum er tað misálit
eisini, at ein tingmaður sum Bjørn á Heygum letur seg koyra í felluna av Óla Breckmann, sum hundraðtals dømi er um fyrst og fremst brúkar politisku umboðan sína til at seta kílar í. Her var so ein møguleiki [...] fyri tingið uppskot um føroyskan arbeiðsrætt - uttan so mikið sum at seta seg í samband við teirra egna landsstýrismann á økinum. Ein margháttligur máti at arbeiða uppá, tá flokkar eru í samgongu má sigast [...] HATTA var einki minni enn ein boomerang. - uppskotið hjá Bjørn á Heygum og Óla Breckmann um arbeiðsrætt. Í útvarpinum í gjár mátti seinni av uppskotsstillarunum leggja seg fyri knøini á landsstýrismanninum