m.a. frá Hanus Hansen, reiðara, ið segði at nýggja semjan var verri enn uppruna uppskotið. Óluva Klettskarð er tó ikki bangin fyri, at hon ella flokkurin fer at missa undirtøku í Norðoyggjum. - Tær røddir [...] - Her er talan um sterkar reiðarar og peningasterk feløg, ið man má siga hava fingið eitt heilt øki her norði at reisast. Tá man hoyrir slíkar hóttanir sum at steingja og niðurleggja virksemi og arbeiðspláss [...] milliónir í yvirskoti. Hoyr alla samrøðuna við Óluvu Klettskarð, harímillum hví hon er ósamd við Hanus Hansen, við at trýsta á pílin undir myndini.
dag er, at tær fáa meginpartin av sínum skotum inn, meðan vit ikki fáa. Vit raktu rættuliga ofta stengurnar, og tær vóru eitt sindur neyvari enn vit, segði Ása á Neystabø. Hon iðraði seg tí um, at tá ið [...] í ár hevur verið serstakliga gott hjá Neistanum. Hon sigur, at ikki minst hevur samanhaldið á liðnum verið ómetaliga gott, og hon ivast ikki í, at tær koma sterkt aftur komandi kappingarár. [...] ið nú Neistaverjan riggaði so mikið væl, sum hon gjørdi í seinasta finaludystinum, at tað ikki gekk betur í álopspartinum. - Eg má viðganga, at eg eri ómetaliga vónbrotin nú. Vit hava havt takið á teimum
lóg, at løgmansrøðan skal verða viðgjørd á tingi innan seks arbeiðsdagar aftaná, at hon er hildin. Harumframt er lógarásett, at fiskidagarnar skulu ásetast áðrenn 18. august. Tí mugu vit hava fund, sp [...] tingfólk fara at brúka løgtingsins røðarapall til valstríð. Tað er ein støða, ið hann helst við sleppa undan. - Á fundinum fari eg at leggja upp til, at vit fara at hava eitt lítið orðaskifti. Best er, um tað [...] verið møguligt, at avgreitt málini einans við atkvøðugreiðslu og ikki orðaskifti, tí nú er valstríð. Tað er óvirðiligt, at tingsins røðarapallur verður brúktur til at føra valstríð. Valstríð er nakað, ið skal
kendi seg væl viðfarna á Ríkissjúkrahúsinum. Men á deildini fyri húðkrabba varð løgið at sita. Einamest tí, at hon var tann einasta unga kvinnan í rúminum. -Restin vóru eldri, rukkut og sjúk fólk, meðan [...] ið kannað húðina rundan um móðurmerkini og funnið fram til, at krabbin hevði spreitt seg rímiliga langt inn í húðina. Tí var vandi fyri, at lymfurnar eisini vóru merktar av krabbanum, og bæði húð og tríggjar [...] Vitalis Bærendsen. Les meira um søguna hjá Elisabeth og um góð ráð, nú summarið er í hondum, í Vikuskiftis Sosialinum, sum er komin á gøtuna í dag.
halda, at samfelagið skal innrættast soleiðis, at tað verður lættari at vera mobilur uttan at hava egnan bil. Vit hava næstan innrættað okkum soleiðis, at vit øll noyðast at hava ein bil í part fyri at fáa [...] gerandisdagin at hanga saman. - Tað er alt ov nógv fokus á, at ferðslan skal glíða lætt og minni fokus á fólk, sum ikki hava bil, sigur hon. FNU meinar, at landið eigur at krevja frá kommununum, at tær gera [...] um at skifta diesel- og bensinbilin út við elbilin. - Tað er umráðandi, at oljan og bensinið, mann brúkar til bilarnar verður skift út við streym. Men tað, sum hevur líka so stóran týdning, er at fáa
fyri at vera gagnnýt til fulnar. - Tað er av stórum týdningi, at øll føla seg heima her og føla, at húsið er teirra. Fólk skulu vita, at tað er møguligt at útfolda seg her og brúka hølini, sigur hon og vísir [...] hevur gjørt Sissal greitt, at hon fer at gera nógvar feilir, og at feilirnir eru neyðugir, tí tað er feilunum, hon kemur at læra av. - Eg eri persónliga rættiliga bangin fyri at gera feilir, men so leingi [...] duga at seta ting í verk, sum teir hava gjørt so ofta áður, sigur Sissal Kampmann. - Men tað týdningarmesta er, at raksturin er sunnur, og at botnlinjan er svørt og ikki reyð. Tískil eru vit noydd at halda
gerandisdagurin er á einum slíkum stovni hjá børnum, foreldrum, og starvsfólki er. Tað er trupult at skapa eina slíka atmosferu frá byrjan, men hon kemur so við og við. - Samstundis eiga føroyingar at miða ímóti [...] landinum, um barnið gekk í skúla heima. Tað, sum er dýrt í hesum førinum er at fáa ein slíkan depil upp at standa. Annars er tað ikki kostnaðarmikið, tí tað er ikki tann stóra útgerð ella annað, ið íløgur [...] føroyingar eigur at vera í tveimum stigum. - Samstarvið eigur at vera í fleiri stigum, tað vil siga, hvat eigur at verða gjørt beinanvegin og hvat kann gerast í framtíðini. Fyrst er tað umráðandi, at foreldur
fyri tíðina, og hann kundi ikki halda sær at koma við eini politiskari útmelding: - Tá vaktarskifti er á skipi, var vanligt, at skiparin sigur kósina hart, og at tann, ið skal loysa av, endurtekur kósina [...] sjónvarpssangkapping í Støð 2 í Íslandi. Hon takkaði eisini íslendska konslinum seinastu 22 árini, Poul Mohr, og hon handaði honum boksl við meil (Poul er íðin reiðmaður) við navni innskrivað í reimina [...] starvi sum sendiharri Íslands í Kina. Hetta er sum vera man ein stór broyting, men hvussu hetta fór at verða, visti Eiður Guðnason ikki - men hann helt fyri, at hann kom úr tí størsta landinum til tað besta
anina, sigur Høgni Hoydal í viðmerking. Víðari sigur hann, at málið er týdningarmikið, og at vera ósamdur og at viðgera politiskar ósemjur er í lagi og alneyðugt fyri samfelagið. Hoyringspartar hava gjørt [...] fiskimálaráðharri, eftir at Jørgen Niclasen í gjár førdi fram, at Høgni Hoydal og Fiskimálaráðið hava gjørt kunngerðina um uppboðssølu eftir at Fólkaflokkurin hevur lagt lógaruppskot fram um at strika allar up [...] Kunngerðin um uppboðssølur er ein sera týdningarmikil og umfatandi kunngerð, sum Fiskimálaráðið hevur arbeitt sera nærlagt við, eftir at nýggja lógin fekk gildi á nýggjárinum. Hon varð send til hoyringar
Men Stella ætlar eisini at onnur skulu fáa gleði av neyðhjálpini, sum er savnað inn í Føroyum. Ein av fyrstu døgunum er tí ætlanin at hon og mamman skulu fara til handils at keypa inn mat og annað til [...] føroyingur, og tí skal hon lúka nøkur serstøk krøv í so máta fyri útlendingar. Men Stella ætlar ikki at liggja á teirri latu síðuni, nú hon er á heimaoyggj síni. Longu í annaðkvøld skal hon á fund við ein umboðsmann [...] klippast saman til ein film, som hon ætlar at fáa vístan í Føroyum. - Eg meini, - peningurin er jú komin úr Føroyum. Og tí haldi eg eisini, at føroyingar skulu fáa at síggja, hvat peningurin verður brúktur