- Øll nýtast ikki at hava ein bil í part

- Vit hava næstan innrættað okkum soleiðis, at vit øll noyðast at hava ein bil í part fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, sigur Theresa Jákupsdóttir frá FNU

Í hesum tíðum verður nógv ljós varpað á umhvørvisvinarligar bilar, men hetta er ikki einasta loysnin uppá at minka um CO2 útlátið. Spurningurin um bleytu ferðsluna og umstøðurnar hjá teimum, sum ikki hava bil, fær ikki líka nógv pláss í almenna rúminum, sum spurningurin um at skifta diesel- og bensinbilin út við elbilin.

  

- Tað er umráðandi, at oljan og bensinið, mann brúkar til bilarnar verður skift út við streym. Men tað, sum hevur líka so stóran týdning, er at fáa fólk at ganga og súkkla meira. Øll nýtast ikki at hava ein bil.

 

Hetta sigur Theresa Jákupsdóttir, nevndarlimur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, sum meinar, at tað skal vera meira lokkandi at ganga og taka buss.

 

- Vit halda, at samfelagið skal innrættast soleiðis, at tað verður lættari at vera mobilur uttan at hava egnan bil. Vit hava næstan innrættað okkum soleiðis, at vit øll noyðast at hava ein bil í part fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman. 

 

- Tað er alt ov nógv fokus á, at ferðslan skal glíða lætt og minni fokus á fólk, sum ikki hava bil, sigur hon. 

 

FNU meinar, at landið eigur at krevja frá kommununum, at tær gera ítøkiligar ætlanir fyri bilferðsluni sum skjótast fyri at fáa útlátið niður.