Tað vóru nakrar skuffaðar neistagentur, sum sótu eitt sindur fyri seg sjálvan, eftir at triðji og seinasti finaludysturin móti Stjørnuni var leiktur, og gullið var gloppið teimum av hondum. Ein teirra, Ása á Neystabø, segði soleiðis eftir dystin:
- Eg haldi, at munurin á liðunum báðum í dag er, at tær fáa meginpartin av sínum skotum inn, meðan vit ikki fáa. Vit raktu rættuliga ofta stengurnar, og tær vóru eitt sindur neyvari enn vit, segði Ása á Neystabø. Hon iðraði seg tí um, at tá ið nú Neistaverjan riggaði so mikið væl, sum hon gjørdi í seinasta finaludystinum, at tað ikki gekk betur í álopspartinum.
- Eg má viðganga, at eg eri ómetaliga vónbrotin nú. Vit hava havt takið á teimum seinastu dystirnar, og eg haldi eisini, at vit hava eitt betur lið enn tær við einum breiðari hópi, segði Ása eftir dystin.
Í mun til teir báðar undanfarnu finaludystirnar hevði Neistin ikki Biritu Wardum við á liðnum hesaferð, tí henni barst undan at koma heim úr Danmark. Ása á Neystabø helt tó ikki, at saknurin var so eyðsýndur, sum man kanska hevði væntað.
- Sjálvandi saknaðu vit Biritu, men eg haldi ikki, at tað var tað, ið gjørdi munin. Birita er fyrst og fremst álitið í verjuni hjá okkum, og verjan hjá okkum koyrdi knasandi væl í dag. Tað var álopið, ið sveik, segði Ása.
Unga Neistakvinnan leggur tó dent á, at kappingarárið í ár hevur verið serstakliga gott hjá Neistanum. Hon sigur, at ikki minst hevur samanhaldið á liðnum verið ómetaliga gott, og hon ivast ikki í, at tær koma sterkt aftur komandi kappingarár.