- Øll hini vóru rukkut og sjúk

-Restin vóru eldri, rukkut og sjúk fólk, meðan eg sat har, 22 ár og við móðurmerkjakrabba. Tað var púra óveruligt, sigur Elisabeth Vitalis Bærendsen.

Tann 25. og 26. apríl varð Elisabeth Vitalis Bærendsen av Tvøroyri løgd undir skurð fyri móðurmerkjakrabba. Áðrenn hetta hevði Ríkissjúkrahúsið kannað húðina rundan um móðurmerkini og funnið fram til, at krabbin hevði spreitt seg rímiliga langt inn í húðina. Tí var vandi fyri, at lymfurnar eisini vóru merktar av krabbanum, og bæði húð og tríggjar lymfuknútar skuldu tí skerast burtur.

 

Elisabeth kendi seg væl viðfarna á Ríkissjúkrahúsinum. Men á deildini fyri húðkrabba varð løgið at sita. Einamest tí, at hon var tann einasta unga kvinnan í rúminum.

 

 

-Restin vóru eldri, rukkut og sjúk fólk, meðan eg sat har, 22 ár og við móðurmerkjakrabba. Tað var púra óveruligt, sigur Elisabeth Vitalis Bærendsen. 

 

 

Les meira um søguna hjá Elisabeth og um góð ráð, nú summarið er í hondum, í Vikuskiftis Sosialinum, sum er komin á gøtuna í dag.