- Óvirðiligt at tingsins røðarapallur verður brúktur til valstríð

Tað heldur Jógvan á Lakjuni, sum í dag skal á fund við politisku formenninar á tingi.

Í dag klokkan fjúrtan hevur løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, kallað formenninar á tingi saman til fundar, har teir skulu viðgera støðuna, nú løgmaður hevur útskrivað nýval.


Vanligt er, at alt tingarbeiðið verður niðurlagt, tá val verður útskrivað. Tað er tó aldrin hent áður, at ein løgmaður hevur útskrivað val á ólavsøku, og hevur tað nakrar nýggjar avbjóðingar við sær, ið formenninir á tingi mugu taka støðu til.


- Tað er vanligt, at alt tingarbeiðið verður niðurlagt, tá val verður útskrivað. Men løgtingið kann hava fund, serliga um tað er álagt við lóg og í Stýriskipanarlógini. Millum annað er álagt við lóg, at løgmansrøðan skal verða viðgjørd á tingi innan seks arbeiðsdagar aftaná, at hon er hildin. Harumframt er lógarásett, at fiskidagarnar skulu ásetast áðrenn 18. august. Tí mugu vit hava fund, spurningurin er bara hvussu vit fáa hann avgreiddan uppá besta, skjótasta og virðiligasta hátt, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, um serligu íkomni støðuna.


Løgtingsformaðurin stúrir tó fyri, at tingfólk fara at brúka løgtingsins røðarapall til valstríð. Tað er ein støða, ið hann helst við sleppa undan.


- Á fundinum fari eg at leggja upp til, at vit fara at hava eitt lítið orðaskifti. Best er, um tað hevði verið møguligt, at avgreitt málini einans við atkvøðugreiðslu og ikki orðaskifti, tí nú er valstríð. Tað er óvirðiligt, at tingsins røðarapallur verður brúktur til at føra valstríð. Valstríð er nakað, ið skal førast uttanfyri løgtingi.


Umframt hvat gerast skal við fiskidagarnar og umrøðuna av løgmansrøðuni, so hevur løgtingsformaðurin eisini sett átalurnar móti løgmanni og fyrrverandi landsstýrismanninum í innlendismálum á skránna fyri fundin.


- Málið um átalurnar til løgmann og fyrrverandi landsstýrismannin í innlendismálum, um teirra leiklut í CIP-málinum, skal eisini umráðast á fundinum. Tað er ein serlig støða, ið vit eru í. Vit hava aldrin lagt tílíkar átalur fram fyrr, men hetta er ein prinsipiell stjórnarskiparlig støða. Átalurnar eru klárar, men nú hevur løgmaður sparka bóltin út til veljararnar, so vit mugu tosa um hvat vit nú gera.