- Úr størsta landi til tað besta landið

Tað er fyrrverandi sendiharri Íslands í Kina, Eiður Guðna­son, sum verður fyrsti að­al­konsul í Føroyum - nú íslendingar hava sett egna um­boðs­stovu í Føroyum

Rættilig íslendsk innrás var í Havn í gjár, tá uttan­rík­is­ráð­aharri Íslands, Val­gerð­ur Sverrisdóttir, beyð til stóra samkomu - fyrst í Norð­ur­land­­a­­húsinum og síð­ani í Fút­­a­­­stovu í Gongini, har ís­lendska að­alkonsuláti hev­ur til húsa.
Innbodnu gestirnir fingu okk­­urt gott undir tonna aftur við íslenskum tónleiki. Síð­ani beyð Valgerður Sverris­dótt­­ir, ut­t­an­rík­is­ráð­harri, fólk­­­u­num inn í Klingruna, har hátíðarhaldið kom fram.
Í røðu síni vísti hon á nát­úr­­liga sambandið landanna mill­­um, og nevndi ymsar før­­oy­­ing­­ar, sum hava gjøt seg gald­andi í Íslandi, teirra mill­­um Jákup á Dul Jac­ob­sen, Ei­v­ør Pálsdóttir og Jógv­an Hans­en, sum sein­astu vik­ur­nar hevur gjørt seg galdandi í X-Factor - og sum fríggj­a­kvøldið vann seg í finaluna í hesi so væl um­tóktu sjón­varps­sang­kapp­ing í Støð 2 í Ís­landi.
Hon takkaði eisini ís­­lendska konslinum seinastu 22 árini, Poul Mohr, og hon hand­­aði honum boksl við meil (Poul er íðin reiðmaður) við navni innskrivað í reim­ina.
Poul Mohr tók eisini orðið - takkaði fyri tíðina, og hann kundi ikki halda sær at koma við eini politiskari út­meld­ing:
- Tá vaktarskifti er á skipi, var vanligt, at skiparin sigur kós­­ina hart, og at tann, ið skal loysa av, endurtekur kós­­ina, so eingin misskiljing skal vera. Mín kós er púra greið - tað er beint fram móti ein­um frælsum Før­oy­um, segði hann.
Hvussu Eiður Guðnason tók hetta, meldar søgan einki um - men ein so roynd­ur mað­ur í diplomatinum man neyv­an koma við pol­it­isk­um út­meld­inum um sam­bandi Før­oya og Danmarkar mill­um.
Eiður Guðnason kemur úr starvi sum sendiharri Íslands í Kina. Hetta er sum vera man ein stór broyting, men hvussu hetta fór at verða, visti Eiður Guðnason ikki - men hann helt fyri, at hann kom úr tí størsta landinum til tað besta landið!
Jóannes Eidesgaard helt eis­­ini røðu á samkomuni, sum vit prenta niðanfyri.
Eftir hátíðarhaldið í Norð­ur­­land­a­húsinum koyrdu buss­­ar oman á Kongabrúnna. Síð­ani savnaðist samkoman nið­­an fyri Fútastovu, har inn­sigl­­ið á aðalkonsulátinum varð av­dúk­að av uttan­rík­is­ráð­­harr­a­num.
Síðani varð boðið til kaffi, te, kleynur og pannukøkur í Fút­a­stovu, sum framyvir verð­­ur karmur um dipl­om­at­iska sambandið millum Før­oy­ar og Danmark