Eg veit ikki meira um málið enn SvF segði frá fríggjadagin, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur, tá Sosialurin vildi frætta hvør grundgevingin hjá fuglafjarðarprestur var fyri at siga seg úr starvinum [...] O.K. Olufsson hevur verið ónøgdur við, men hann noyðist eins og aðrir prestar at góðtaka kirkjuliga myndugleikan. Peter O.K. Olufsson hevur áður sagt at hann vil fara frá, men eg trúgvi tí ikki fyrr enn [...] enn eg havi tað skriftligt, sigur Hans Jacob Joensen
at fáa gongd á nýggjar vinnur í Føroyum. Men hann spurdi, hví tað skuldi vera neyðugt í alivinnuni, har føroyingar sjálvir høvdu fingið tað at bera til. Hann meinti eisini, at tað var mangan bara ein spurningur [...] t tóku undir við Finnboga Arge vóru hansara egnu partamenn í Fólkaflokkinum. Tó helt Jákup Suni Joensen, at málið var nakað illa lýst. Framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, helt, at størsti [...] fóru at selja burturav okkara fiskirættindum. Men tað var tað ikki talan um í hesum sambandi. Tó helt hann, at tað var umráðandi, at vit tryggjaðu okkum, at tann útlendski kapitalurin, sum kom í alivinnuna
barnadóp. Og seinastu suðuroyingurin, ið doyptur varð av Hera Joensen á hesum sinni, var Maibrit Jóna Joensen, ið er dóttir Heidi og Jón Dahl Joensen úr Vági. At koma og at fara Burturúr prædikutekstinum til [...] við tárum í eygunum og helt vakra skilnaðartalu. Seinasta guðstænastan hjá Hera í Suðuroynni, áðrenn hann fer til til Havnar, varð hildin í Vágs Kirkju fyrsta sunnudag í advent. Og fjøldin, ið var samankomin [...] til fyrsta sunnudag í advent, tók Heri, prestur, serliga fram orðini at koma og at fara. Hann tosaði um, at nú, tá ið vit eru stigin inn í eitt nýtt kirkjuár, so hugsa vit helst um tað, sum komið ella farið
einum so stórum og vælútgjørdum skipi. Tað, sum gjørdi mest inntrykk á hann, var, hvussu stórt og øgiligt alt er í hesi vinnu. Árni Joensen sigur, at tað er eingin ivi um, at tá og um vit føroyingar koma so [...] Árna Joensen! -Ja, tað var ein løgin kensla man hevði umborð. Eg má ærliga siga, at eg føldi tað næstan sum eg var heima. Vit sóu ikki markið, men vit ?fornemmaðu?, at tað var nærhendis. Árni Joensen sigur [...] føroyska landsliðið royna seg í ongum minni enn tí norðuratlantiska oljuhøvuðsstaðnum Aberdeen (enn er hann tað, men Havnin fer helst at verða eitt nýtt boð ikki so langt inni í næstu øld). Meðan landsmenn
til hetta einføld. Hann sigur við Sosialin, at tað er lætt at skipa verjuspælið, tá ið man spælir móti Kyndli, tí at føroyameistararnir spæla bert upp á »systemir«. Við hesum meinar hann við, at tær grønklæddu [...] hendi eitt óhapp, sum førdi við sær, at dysturin varð steðgaður í einar tíggju minuttir. Joan M. Joensen hjá Stjørnuni leyp upp í skotroynd, men var óheppin, tá ið hon lendi og kom álvarsliga til skaða [...] áðrenn dysturin var settur í gongd aftur. Hvussu álvarsligur skaðin hjá Joan er, vita vit ikki enn, men hann er álvarsligur, og hon verður løgd undir skurð fríggjadagin. Væntandi er tað krossbandið, sum hevur
yngri Áki var í essinum sunnudagin, og hann fekk eisini seks mál. Nøkur av hesum komu eftir skjótálop, men eisini skoraði hann við langskoti og gjøgnumbroti. At hann haraftrat legði lunnar undir fleiri av [...] helt sær at gaman í álopinum hjá VÍF í byrjanini av dystinum. Hann skoraði nærum eftir vild, og frá triðja til sjeynda minutti skeyt hann fýra mál á rað. Tað var heldur ikki óvæntað, at hoyvíkingar, tá [...] fyrst og fremst takkað verið feðgunum úr Íslandi, Hans Guðmundssyni og Finni Hanssyni. Síðstu løtuna áðrenn hálvleik kom Finnur rættuliga við í dystin, og hann skeyt trý av teimum seinastu fýra málunum hjá
leikin fólkaligan og viðkomandi. Tónleikurin spælir, sum áður nevnt, ein stóran leiklut. Hann umboðar, allur sum hann er, eina tónlistarliga spennandi tíð og er við til at geva leikinum ein serligan dám. [...] serliga hugsað um Jógvan Hansen, sum spælir tann ungi Dávur, Jacobina Joensen, sum tann ólukkuliga Sigrid, kona løgreglumannin á staðnum, Hans Hjalti Skaale sum tann misnøgdi og betrivitandi Einar og Irena Hansen [...] leiklut. Høvundin, Ólafur Haukur Símonarson, hevur umframt »Seiggj og tár« skrivað 12 aðrar leikir. Hann er kendur fyri sínar skemtileikir, sum tó altíð hava sínar álvarsomu løtur, har pláss er fyri at seta
brýndar. Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, hevur skrivað inngangin og fakliga viðgjørt tilfarið. Hann sigur frá høvundinum at bókini, at tá ið nakrir jarðfrøðingar á Danmarks Geologiske Undersøgelse [...] greiðum teksti og jarðfrøðiligum kortum og føgrum myndum. Hestprent hevur umbrotið, prentumsitið, Ingi Joensen hevur gjørt tekningar, permu og tikið myndir. Per á Hædd og Jóannes Rasmussen hava eisini tikið myndir
ikki lagt til merkis. Hann hevur nettup dugað at raka so neutralt sum ein karrikaturteknari eigur at gera. Tí er hann so beinrakin. Hann er sera neutralur. -Fullveldismenn halda hann ger ov nógv gjøldur [...] r, men tað er nettup styrkin hjá teknaranum, tí hann er tann neutrali persónurin. Hann skal eisini tora at geva skoðsmál. Torir hann ikki tað, kann hann heldur ikki vera góður karrikaturteknari. Tað vil [...] sermerkt við Óla, er, at hann við fáum strikum kann fanga eina støðu ella okkurt, sum er sagt og lýsir viðurskiftini í Føroyum. Hann vísir væl eisini sína egnu støðu í tekningunum. Hann er rættiliga sambandskur
hvønn og hvussu hann teknar, men lesarin/veljarin og fjølmiðlarnir hjálpa eisini væl til. Einaferð í tíðini, fyrst í hesum 10-áraskeiðnum æt fyrsti maður landsins Atli P. Dam, og hann var eitt nógv yndað [...] Jógvan Sundstein, Marita Petersen og Edmund Joensen fram á fremstu rók, og tey fingu sanniliga øll síni skortbíløt - eg haldi serliga Jógvan Sundstein og Edmund Joensen. Nógvar tekningar raktu væl, kanska onkuntíð [...] ikki Edmund Joensen - rárheitir í politiska oddanum og tí ikki so áhugaverdir hjá skemtiteknaranum. Nú hava offrini onnur nøvn, men teknarin úti í horninum er tann sami. Og tíbetur teknar hann eisini onnur