Forkunnug og hent handbók

Føroya jarðfrøði eftir Jóannes Rasmussen, ið Føroya Skúlabókagrunnur gevur út, er um hvussu Føroyar eru bygdar, broyttar og brýndar.

Forvitnislig bók um føroysku jarðfrøðina kom út í gjár. Tað er jarðfrøðingurin Jóannes Rasmussen, sáli, sum hevur skrivað bókina.

Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltfláum og innskotum við gongum, óregluligum innskotum og syllum.

Í bókini eru nógvar myndir. Littekningar greiða frá bygnaðinum, og fotomyndir sýna ymsu jarðfrøðiligu fyribrigdini kring Føroyar.

Bókin er ætlað skúlaverkinum og er ognað Føroya ungdómi. Hon er eisini forkunnug og hent handbók hjá øllum teimum, sum vilja hava nágreiniligari at vita, hvussu Føroyar eru jarðfrøðiliga bygdar, broyttar og brýndar.

Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, hevur skrivað inngangin og fakliga viðgjørt tilfarið. Hann sigur frá høvundinum at bókini, at tá ið nakrir jarðfrøðingar á Danmarks Geologiske Undersøgelse miðskeiðis í 1930-árunum løgdu fram tankar um at fara undir eina neyva jarðfrøðiliga kortlegging av Føroyum, vóru fleiri sum hildu hetta vera burtur úr vón og viti. Hesir menn góvust kortini ikki á hondum og í 1938 byrjaði arbeiðið. Jóannes sum tá var ungur undir útbúgving var uppi í hesum arbeiði frá fyrsta degi.

Verkætlanin var eitt ódnartak. Í nærum 20 ár varð jarðfrøði Føroya kannað út í æsir og á mál komu teir. Kortið var liðugt í 1969.

Seinastu tíðina virkaði Jóannes serliga fyri at breiða kunnleika um jarðfrøði Føroya til ungdómin og almenningin. Henda bókin Føroya jarðfrøði er hansara seinasta verk. Hon er ætlað til skúlabrúk, ognað Føroya ungdómi, hon ið skal føra arvin víðari, sum Martin V. Heinesen tekur til í innganginum.

Bókin er skrivað soleiðis, sum øll kunnu fata, hvussu Føroyar vórðu skapaðar í forðum. Við greiðum teksti og jarðfrøðiligum kortum og føgrum myndum.

Hestprent hevur umbrotið, prentumsitið, Ingi Joensen hevur gjørt tekningar, permu og tikið myndir. Per á Hædd og Jóannes Rasmussen hava eisini tikið myndir.