Fimm løgmenn um Óla P í 10 ár

-Framúrskarandi, beinrakin, viðkomandi, ongantíð óreinur, ov sambandskur, í heimsklassa, fantastiskur og ótrúligur eru bara nøkur av skoðsmálunum, sum seks løgmenn geva listamanninum Óla Petersen og tekningum hansara, nú hann hevur verið fastur blaðteknari og viðmerkjari í Tíðindablaðnum Sosialinum í 10 ár

Hesi 10 árini Óli Petersen hevur teknað á baksíðuni í Sosialinum hava ikki færri enn seks fólk, ein kvinna og fimm men røkt starvið sum Føroya løgmaður. Sosialurin hevur vent sær til tey seks fólkini, Paula Ellefsen, Atla Dam, Jógvan Sundstein, Maritu Petersen, Edmund Joensen og Anfinn Kallsberg. Tey geva hvør í sínum lag sítt boð uppá tekningarnar hjá Óla og listarmannin Óla Petersen hesi 10 árini. Á hædd við teir bestu í útlandinum


Á høgum støði

Marita Petersen, fyrrv. løgmaður:

-Tekningarnar hjá Óla eru eitt sera stórt aktiv hjá blaðnum. Tú hyggur eftir forsíðuni og síðani blaðar tú á baksíðuna at vita, hvat Óli teknar. Tað, sum er sermerkt við Óla, er, at hann við fáum strikum kann fanga eina støðu ella okkurt, sum er sagt og lýsir viðurskiftini í Føroyum.

Hann vísir væl eisini sína egnu støðu í tekningunum. Hann er rættiliga sambandskur, tó at hann tekur upp rættiliga relevantar spurningar nettup í sambandinum millum Føroyar og Danmark. Hann er annars fult á hædd ella betri enn karrikaturteknarar í øðrum londum, tí hann hevur so einfaldar strikur.

Viðmerkingarnar eru eisini ógvuliga góðar.



Ongantíð óreinur

Pauli Ellefsen, fyrrv. løgmaður:

-Tað er altíð ein fragd at lesa og hyggja at tí, sum Óli kemur við. Tað var eisini ein fragd tann tíð tað var at standa fyri skotum, og sjálvt tá hann viðgjørdi mínar argastu politisku mótstøðumenn, so dugdi hann at lata vera við at vera óreinur. Tá man kann tað, so má man hava evni langt út yvir tað vanliga. Hansara gávur eru serliga hetta at kunna gera gjøldur og skemt burtur úr uttan at vera óreinur. Hann dugir fantastiska væl at seta pinnin ígjøgnum, soleiðis at tað er stuttligt meira enn keðiligt.

Hann er eisini sera beinrakin og viðkomandi. Tað er klárt, at um hann uppá handa mátan sker út í papp spurningar, so fær hann eisini fólk at hugsa.



Ov sambandskur

Jógvan Sundstein fyrrv. løgmaður:

-Óli er ein frálíkur teknari á altjóða støði. Hann hevur til fyri heilt nýliga verið ómetaliga heppin í sínum valum av evnum, men í seinstuni haldi eg, at hann hevur víst nakað av undirlutakenslum, tí hann er vorðin rætt og slætt ov sambandskur. Hann undirmetir føroyingar. Men inn í millum er tað framvegis gott.

Óli ger gjøldur burtur úr føroyingum sum føroyingar, hetta við at man ikki kann kára seg uttan Danmark. Tað er í lagi, at hetta kemur fram av og á, men tað kemur ov oftani fram. Tað hevur fingið eina slagsíðu.

-Men vil Óli ikki vera í andstøðu til eitthvørt stýrið

-Tað vil hann nokk. Men tað er ikki bara tað. Tá eg var løgmaður, gjørdi hann rættiliga nógv gjøldur burtur úr javnaðarflokkinum, sum var í andstøðu. Javnaðarmenn lógu og svóvu og bóðu fólk vekja seg, tá val var aftur. So eg trúgvi ikki, tað er bara hetta við at vera í stjórn.

-Annars haldi eg, at hann hevur dugað sera væl at gera karrikaturar av mær sjálvum. Hann dugir eisini væl at gera viðmerking til øll dagsins mál.



Í heimsklassa

Edmund Joensen, fyrrv. løgmaður:

-Óli er ein karrikaturteknari í heimsklassa. Tað er eingin ivi um tað. Óli er so nógv annað eisini. Hann er ein partur av tí politisku og almennu samfelagsdebattini annars. Hann hevur ríkað samfelagskjakið sum ein beinrakin eygleiðari. Ja, hann hevur givið debattini eina eyka dimensión, ta humoristisku.

Politikarar eru tiltiknir at tosa nógv og tosa uttanum, men Óli lýsir tað við einum pennastroki og eini mynd. Tað er nakað, sum fangar og lýsir eitt mál. Tað er bara so fantastiskt, og sum ger, at hann veruliga er í heimsflokki. Tað eru bæði álvarsamar myndir men eisini humoristiskar myndir. Tað er kynstrið at kunna bæði, sum ger, at Óli er tað,sum hann er. Eg lesi fyrst Óla, áðrenn eg lesi Sosialin.

Tá eg sat sum løgmaður minnist eg nógvar løtur, har Óli var langt framman fyri sína tíð. Eitt nú tá vit høvdu samgongusamráðingar t.d. so minnist eg onkuntíð, at eg mátti fara í einrúm at flenna, tá Sosialurin var komin út. So beinrakin var Óli. Langt frammanundan hevði hann forútsæð, hvat samráðingarnar komu at snúgva seg um og oftani eisini enda við. Eg minnist serliga, tá vit høvdu ta borgarligu samgonguna, og tá ið Miðflokkurin og Kristiligi flokkurin skuldu vera partur av henni. Tá hevði Óli gjørt eina fína tekning um teir trupulleikarnar, sum vóru í samgongutjakinum, um ymsar følsamar spurningar. Tað var so beinrakið, at tað er ótrúligt at síggja, at ein, sum situr uttan fyri, kann fylgja so væl við, at hann kann fórútsiga, hvat hendir.

Hann er eisini sera sera beinrakin. Edmund Joensen vísir til tekningina, tá Jørn Astrup, bankastjóri lyftir veðrajólingarnar. -Tá flennir man fyri seg sjálvan næstan í eina heila viku.

Tað er annars vón mín, at Óli heldur fram við sínum sera týdningarmikla íkasti til føroyska samfelagskjakið.

-Onkur heldur Óli er ov sambandskur?

-Tað havi eg ikki lagt til merkis. Hann hevur nettup dugað at raka so neutralt sum ein karrikaturteknari eigur at gera. Tí er hann so beinrakin. Hann er sera neutralur.

-Fullveldismenn halda hann ger ov nógv gjøldur burtur úr teimum!

-Ger hann tað, so hevur hann fullan rætt til tað. So er tað tí hansara gløgga eygað sær nakað, sum gjøldur kann gerast burtur úr. Tann, sum tað gongur út yvir, hevur lyndi til at halda, at hann er forútrættaður, men tað er nettup styrkin hjá teknaranum, tí hann er tann neutrali persónurin. Hann skal eisini tora at geva skoðsmál. Torir hann ikki tað, kann hann heldur ikki vera góður karrikaturteknari. Tað vil nú einaferð serliga vera stórnin í einum landi, sum fær tað flestu politisku tekningarnar. Tað er har, sum hann hevur sína størstu missión. Tað er at geva tí karrakter til eina og hvørja tíð, sum stjórnin ger. Nú er tað fullveldismálið, sum hevur tað mesta plássið í føroyskum politikki. Og tí er tað náttúrligt, at tað er tað tekningarnar m.a. snúgva seg um.

Vit tosa her um tvey fólk, framtíð tess og stjórnarviðurskifti - at loysa frá tí besta partinum av heimin um, tí mesta framkomna, humana og demokratiska, tað er eitt alvorligt mál. Tað hevur Óli alla góða grund at seta fokus á í sínum tekningum. Og tað havi eg fult álit á, at hann ger í einum neutralum anda.


Framúrskarandi

Anfinn Kallsberg, løgmaður:

-Óli er heilt fænomenalur. Vit eiga helst ein tann besta teknaran í Norðurlondum fyri ikki at fara víðari út í verðina. At kunna lýsa eina støðu bæði skemtiliga og bert við fáum strikum og kortini altíð fáa poengið, tað er heilt ótrúligt.

Eg veit ikki, um føroyingar taka sær tikni av tekningunum, men eg haldi, at tekningarnar eru á einum slíkum støði, at tær virka ikki provokerandi, sjálvt um tær eru ómetaliga beinraknar.

-Hvat hava tekningarnar so at týða fyri okkum?

-Hann fær fyri tað fyrsta ein heilt annan vinkul uppá hendingarnar, sum vit ikki fáa hvørki í tí skrivaða ella í øðrum miðlum.

Anfinn Kallsberg, heldur ikki, at Óli P er partískur í sínum tekningum. Tað er bæði rís og rós. Sjálvandi eru tað teir, sum standa í fremstu røð í samfelagnum, sum verða høvuðspersónarnir.

Anfinn Kallsberg, sum Óli hevur teknað frá tí, at hann fór undir baksíðutekningarnar fyri 10 árum síðani, er framvegis virkin á tí politiska vígvøllinum, og hann vónar, at nú Óli hevur lagt tey fyrstu 10 árini aftur um, at hann eisini fer at tekna komandi 10 árini.

Nú onkur heldur Óla vera í so sambandskan spurdu vit núverandi løgmann, hvat hann heldur um ta skoðsmálið!

-Eg haldi ikki, at hann er ov nógv hetta ella hatta. Uttan mun til hvør hevur sitið í Tinganesi, so eru tað serliga teir, sum hava fingið ta æru at vera í fyrstu parket. Edmund fekk so sanniliga sítt, og tað fingu bæði Marita og Jógvan eisini. At tað er so nógv um sjálvstýri og fullveldi er tí, at hetta er so nógv frammi í tíðini. Tað er tí heilt náttúrligt, at hann ger nógv burtur úr júst tí.


Týðandi íkast til samfelagskjakið

Atli Dam, fyrrv. løgmaður:

-Eg meti Óla Petersen sera høgt sum listarmann, teknara og viðmerkjara.

Tað er ótrúligt, sum hann hevur ríkað føroyska blaðheimin, síðan hann byrjaði at gera sínar viðmerkingar á baksíðuni á Sosialinum.

Hansara arbeiði havi eg fyrst og fremst mett sum íkast til samfelagskjakið, og henda røddin, sum hoyrist ígjøgnum eygað, hevur eina ómetaliga styrki.

At hann megnar at gera hetta á ein so serligan og beinraknan hátt í fáum strokum við tekniblýantinum, og ofta úr sjónarhornum, ið als ikki komu tær sjálvum til hugs í fyrstu syftu, ger arbeiði hansara til stóran fong hjá Sosialinum sum blað og okkum lesarum.

Havi merkt mær, at Óli ongantíð tykist óndsinnaður ella ætlar sær at skaða ?offrið?. Hann fer ikki eftir manninum, men megnar at lýsa hann skemtiliga, og kortini á so serligan hátt, at júst álvarsemið í tí verunleika, Óli ætlar at lýsa, ger vart við seg.

Sjálvur havi eg ongantíð kent meg illa av at koma undir strokið hjá Óla, heldur ikki, tá eg ikki var samdur við hann.

Men tá noyðist ein bert at geva seg yvir, tí hóast eg skrivaði 10 blaðsíður afturímóti, so munti tað onki til at strika út tað bráið, Óli hevði víst okkum í sniðfundigu sjóneyku síni.

Vit mugu ynskja Sosialinum og okkum sjálvum tillukku við, at Óli 10 ár á rað nú hevur frøtt okkum og fegnast um, at Føroyar eiga ein teknara, sum ikki stendur aftanfyri teir fremstu í øðrum londum.