Greiður sigur til vestmenningar

Hondbóltur: Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið í dystinum í høllini í Vestmanna sunnudagin, tá ið VÍF og H71 hittust. Vestmenningar høvdu so at siga allan dystin munin á hoyvíkingum

Ikki færri enn 520 gjaldandi áskoðarar høvdu lagt leiðina í høllina í Vestmanna at síggja toppdystin hetta vikuskiftið millum VÍF og H71. Dysturin var settur at byrja klokkan 16.00, men var nakað seinkaður og byrjaði ikki fyrr enn klokkan var um hálvgum fimm.


Vestmenningar dreymabyrjan

Venjarin hjá hoyvíkingum, Hans Guðmundsson, hevði undan dystinum verið noyddur til at broyta nakað um liðið hjá sær. Bárður Brimvík, sum vanliga spælir á strikuni hjá H71, var leikbannaður, og hetta førdi við sær, at Olaf Vestergaard fekk fulla spælitíð á strikuni, og at Finnur Hansson tók plássið hjá Bárði í verjuni.

Tað tóktist eitt sindur løgið, at Finnur skuldi verja fyri høgra bakki hjá vestmenningum, Sámal Joensen. Finnur er ikki av størstu monnum, meðan Sámal er ein risi.

Heimaliðið byrjaði sum eitt ódnarveður, og tað var týðuligt, at vestmenningar vóru rættuliga uppsettir til dystin. Hoyvíkingar hinvegin høvdu ilt við at fóta sær fyrstu løtuna, og serligani høvdu teir stórar trupulleikar við at opna verjuna hjá vestmenningum.

Serliga var tað Áki Olsen, sum helt sær at gaman í álopinum hjá VÍF í byrjanini av dystinum. Hann skoraði nærum eftir vild, og frá triðja til sjeynda minutti skeyt hann fýra mál á rað.

Tað var heldur ikki óvæntað, at hoyvíkingar, tá ið slakir tíggju minuttir vóru leiktir, valdu at taka time-out. Vestmenningar høvdu tó longu tá lagt seg á odda við seks málum, 9-3. Næstu løtuna gekk betur hjá gestunum úr Hoyvík, og við góðari hjálp av millum annað tveimum VÍF útvísingum, fingu teir minkað um munin, so at hann einans var 10-8, tá ið tíggju minuttir vóru til hálvleiks.

Hoyvíkingar royndu at koma ájavnt við vestmenningar, men ein stórspælandi Bárður Nielsen í VÍF-málinum og ein stinn verja hjá vestmenningum vildi tað øðrvísi. Tó megnaðu gestirnir at halda seg nær námind av VÍF, og tað var fyrst og fremst takkað verið feðgunum úr Íslandi, Hans Guðmundssyni og Finni Hanssyni. Síðstu løtuna áðrenn hálvleik kom Finnur rættuliga við í dystin, og hann skeyt trý av teimum seinastu fýra málunum hjá H71 fyri steðgin.

Sum áðurnevnt, so høvdu hoyvíkingar ilt við at opna verjuna hjá vestmenningum, og tað vísti seg eisini, at flestu málini hjá H71 komu upp á skot úti frá ella brotskast. Í hinum endanum høvdu málverjarnir hjá H71 ilt við at fáa fatur á skotroyndunum hjá Áka Olsen, og Áki skeyt ikki færri enn átta mál fyri steðgin.

Hálvleiksstøðan gjørdist 16-13 til vestmenningar, sum bert ein minutt fyri hálvleik vóru á odda 16-11.


Hoyvíkingar

rendir um koll

Tað vóru gestirnir úr H71, sum fingu bestu byrjanina upp á seinna hálvleik. Spakuliga ótu teir seg inn á vertirnar, og tá ið sjey minuttir vóru leiktir var bert tað eina málið á muni.

Tað tóktist at ørkymla vestmenningar nakað, at Áki Olsen varð mansvardur frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki, men sum fráleið fingu teir tó aftur glið á spælið hjá sær.

Jens Skipagøta í málinum hjá hoyvíkingum byrjaði eisini væl eftir steðgin, men tíverri fyri hann, so var stuðulin frá liðfeløgunum alt ov lítil. Besta dømið um hetta var, tá ið vestmenningar leggja seg á odda 20-17. Jens hevur tá eina frálíka dupultbjarging, men í triðju atløgu skorar Áki G. Olsen fyri vestmenningar. Báðir ripostarnir av bjargingunum hjá Jens vóru fangaðir av vestmenningum, og tað var eingin hoyvíkingur, sum var nær námind av at fanga ein av hesum ripostum.

Ein stórur partur av málunum hjá VÍF í seinna hálvleiki komu eftir skjótálop. Bárður Nielsen í málinum vísti hegni við longum og neyvum útkastum til stórleypandi viðleikarar, og so høvdu vestmenningar eisini besta mann á vølli í Áka G. Olsen. Tann yngri Áki var í essinum sunnudagin, og hann fekk eisini seks mál. Nøkur av hesum komu eftir skjótálop, men eisini skoraði hann við langskoti og gjøgnumbroti. At hann haraftrat legði lunnar undir fleiri av hinum málunum hjá VÍF, trekti heldur ikki avrikið niður.

Eftir dystin segði Áki G. Olsen við Sosialin, at dysturin var ein tann besti hjá teimum í ár. Hann helt, at teir vóru meiri uppsettir til dystin, enn teir annars hava verið, og hevur hetta verið størsti trupulleikin hjá teimum. Eisini nevndi Áki G., at kontraspælið og verjan hjá VÍF hevði havt ein góðan dag.

Eisini royndist Martin Hummeland væl í skjótálopunum hjá VÍF.

Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist 32-27 til vestmenningar, sum vunnu ein fult uppibornan sigur á hoyvíkingum.


Góður og

reinur dystur

Seinastu tíðina hava serliga hoyvíkingar fingið nógvar ákoyringar í fjølmiðlunum, tí at teir skulu spæla so hart. Eftir dystin í Vestmanna kann tó sigast, at teir eisini kunnu verða við til at mynda ein undirhaldandi og reint leiktan dyst.

Dysturin var undirhaldandi og væl leiktur, og bæði liðini eiga at hava rós fyri fyrst og fremst at fara inn á vøllin og spæla hondbólt.

Somuleiðis eiga dómararnir í dystinum, Birgir Sondum og Gunnar Gregoriussen, rós fyri sítt avrik, hóast onkrir av áskoðarunum kanska ikki eru samdir. Tað tykist sum um, at áskoðarar ofta meta um dómaraavrikið, áðrenn dysturin er bríkslaður í gongd, bert við at síggja, hvør ið dømur.