sum arbeiða her, sigur landsstýrismaðurin, at her verður ikki talan um nakra broyting. At vit nú hava sett Sigurð í Jákupsstovu sum stjóra merkir, at vit fara at halda fram við tí arbeiði, sum hann hevur [...] samanlagdan stovn sigur Bjarni Djurholm, at hetta merkir, at tey nú hava avgreitt tað, sum landsstýrið setti sær fyri, tá tað tók við í Tinganesi, nevniliga at samskipa hesar báðar eindirnar. Uppá fyrispurning [...] jóri. Og vit vilja við hesi setan tryggja okkum, at vit hava ein professioenllan stovn og leiðslu. Uppgávan hjá stjóranum í Oljufyrisitingini verður at halda fram við tí arbeiði hann hevur staðið fyri
metrum, søgdu útrokningar, at Krúnborg nú lastar 3.200 tons, tá ið lastin er full. Í samrøðu í gjár, segði Petur H. Jacobsen, reiðari, at hetta er fyrsti túrurin síðan leingjanina, at skipið hevur fulla last [...] ikki lidnir at landa enn, men upp eru komin 3.000 tons. Petur segði í gjáramorgunin, at teir framvegis bíða spentir eftir, hvussu stór lastin verður, tá ið alt er komið upp. - Eg vænti tískil, at útrokningarnar [...] skrivaðu vit, at Krúnborg var komin á Fuglafjørð mánamorgunin við størstu lastini av svartkjafti, sum nakrantíð er landað í Føroyum og helst her norðuri í Atlantshavinum yvirhøvur. Eftir at skipið í fjør
Fiskavirking, sigur, at grundin til at gjørt er av at flyta maskinurnar til Vágs, er tann, at tey vænta at kunna fáa meira burtur úr gulllaksaframleiðslu í Vági, av teirri grund, at tað eru betri goyms [...] Føroya Fiskavirking fer nú at gera seg út til at arbeiða gullaks á virkinum í Vági. Maskinurnar verða fluttar úr Miðvági til Vágs fyrsta dagin. Fyri einum trimum árum síðan gjørdi Føroya Fiskavirking eina [...] Fiskavirking, at marknaðurin var so vánaligur. Dollarin var veikur, og tí fekst ov lítið burturúr. Tað liggja enn eini 200 tons av gullaksavørum á goymslu í Miðvági. Meinhard Jacobsen sigur, at tey í løtuni
mánaði í fjør fekk stýrið at handla beinanvegin. ? Vit gjørdu eina niðurstøðu við trimum møguleikum. Tann fyrsti var, at stjórin sjálvur segði seg úr starvi. Tann næsti var, at Ráðharraráðið segði honum [...] Stýrisformaðurin sigur, at málið hevur tarnað rakstrinum av NJC í fleiri mánaðir. ? Nú meta vit hetta málið verða avgreitt, og nú vóna vit, at viðurskiftini á NJC aftur verða so vanligt, so at stýrið kann arbeiða [...] NJC, misti stýrið alt álit á stjóranum Birgir Kruse. ? Vit vistu, at Ríkisgrannskoðanin hevði verið á vitjan, men tað kom óvart á okkum, at kanningin var so tyngjandi fyri stjóran, sigur norski journalisturin
skulu hjálpa Juliani Johnsson, sum umframt at standa fyri venjingini, eisini hevur álitispláss á miðvøllinum at hugsa um. Aksel Højgaard er hjálparvenjari. Umframt at hava ábyrgdina av liðnum í 3. deild verður [...] hansara menn venja av lívsins kreftum fyri at vera so væl fyri, sum tað ber til, tá ið teir skulu fara undir setningin, sum á Svangaskarið í fyrsta lagi er at endurvinna plássið í bestu deildini, sum teir [...] ella rættari sagt eisini er at standa seg væl í steypakappingini. Í hesi seinnu kappingini verður avbjóðingin ivaleysa stór, tí í fyrsta umfarinum skal B68 norður á Mølina at takast við EB/Streym. Síðani
kunnu vit ikki tigandi hyggja at og góðtaka, sigur hon. Ongan ferðslupolitikk Rúna Sivertsen heldur, at tú er tíðin komin at seta niður eina ferðsluskaðanevnd, soleiðis at veruligu orsøkirnar til óhapp [...] okkum, sigur hon. ? Tað er flóvisligt at umboða Føroyar á norðurlendsku fundunum og noyðast at viðganga, at enn hevur politiski myndugleikin ikki fingið í lag at samtykkja ein ferðslupolitikk fyri Føroyar [...] Lutvíst fleiri doyggja ? Løgmaður hevur sagt, at Føroyar um stutta tíð skal verða heimsins mest framkomna land. Hetta ljóðar mikið gott, og mítt inniliga ynski er, at tað skal gangast okkum eftir ynski løgmans
sýnast undarligt; at verða sendur av Guði, til at bjarga menniskjum, og so at verða dripin av syndugum menniskjum. Er hetta ikki ein mótsøgn? Her í heiminum sýnist tað mangan soleiðis, sum at óndskapurin, hatrið [...] Øll fýra evangeliini rokna við tí, at Jesus visti at leiðin, hann gekk, var leiðin hjá hinum líðandi Harrans tænara. Soleiðis var spáað í hinum Gamla Testamentinum. Jesus var ikki tann Messias, sum fólkið [...] vit trúgva at Guð er almáttugur, tá so er stætt? Soleiðis hugsaðu lærusveinarnir eisini, tá Jesus talaði um líðing sína. Skuldi ferðin niðan til Jerusalem enda í ósigri? Hin kristni noyðist at læra seg hesa
48 tímum at umráða seg í, áðrenn hon velur at melda, verða ongar royndir gjørdar. Verður bíðað við at melda, kann tað vera sera ringt at útvega prógv til sakarmálið. Tá endar tað ofta við, at orð stendur [...] til at kvinnan ikki kann fara á sjúkrahúsið og tryggja prógvini og síðan kann fara heim at avgera um hon vil melda, er at landssjúkrahúsið hevur gjørt av, at tey ikki vilja nýta pening og læknar at tryggja [...] neyðtøkan var framd minni enn 48 tímar frammanundan, verður kvinnan send til gynekologiska kanning fyri at tryggja møgulig spor, ið kunnu nýtast sum prógv. Sporini eru til dømis, DNA, sáð, hár og riftir. Á
gamla. Elsubeth og Dagmar heita á fólk um at tekna seg sum vitjunarvin, ella at siga frá, um tey kenna eldri føroyingar í Danmark, sum hava tørv á vitjan. Tær eru at hitta á tel: Elsubeth 51920265 ella 45884080 [...] eldri føroyingum í Keypmannahavn at fáa vitjan av landsmonnum sínum Kennir tú onkran eldri føroying, sum situr einsamallur í Keypmannahavn, so hevur tú nú høvi til at rætta viðkomandi eina kjerliga og [...] føroyingar búsitandi í Danmark. - Í fyrsta umfari hava vit gjørt av at savna okkum um Keypmannahavn, men sum frálíður er eisini ætlanin at fevna um restina av landinum, sigur Elsubeth Sørensen, sum hevur
okkum í, at navnið fór at verða góðkent. Navnið Vón líkur øll krøv fyri at verða góðkent sum gentunavn, sigur Súsanna Holm. Í føroysku navnalóggávuni eru greiðar ásetingar um, at fólk kunnu ikki bera hv [...] boðini um, at lítla barnið, sum hon bar undir belti, helst var ein genta, fingu tey hugskotið at rópa hana Vón. – Vit settu okkum í samband við Navnanevndina, longu áðrenn hon varð fødd, fyri at vissa okkum [...] hvørkikynsorð, ella nøvn við øðrum kyni enn barnið. Av tí at Vón er kvennkynsorð verður navnið góðkent sum gentunavn. Annars er reglan tann, at er navnið samansett, so ger seinni liðurin í navninum av kynið