Tá ið stýrið fyri Nordisk Journalistcenter (NJC) fekk fyrstu frágreiðingina frá Ríkisgrannskoðanini um viðurskiftini á NJC, misti stýrið alt álit á stjóranum Birgir Kruse.
? Vit vistu, at Ríkisgrannskoðanin hevði verið á vitjan, men tað kom óvart á okkum, at kanningin var so tyngjandi fyri stjóran, sigur norski journalisturin Lars Helge Rasch, sum stýrisformaður fyri NJC.
Frágreiðingin í oktober mánaði í fjør fekk stýrið at handla beinanvegin.
? Vit gjørdu eina niðurstøðu við trimum møguleikum. Tann fyrsti var, at stjórin sjálvur segði seg úr starvi. Tann næsti var, at Ráðharraráðið segði honum úr starvinum. Og tann triði møguleikin var, at alt stýrið legði frá sær, um ikki Birgir Kruse varð sagdur upp ella sjálvur segði upp.
Minni blóðugt
Birgir Kruse vildi ikki siga seg úr starvinum, og Ráðharraráðið hevur tí kannað málið til botns í fimm mánaðir og er komin til ta niðurstøðu, at stjórin skal sigast upp.
? Málið hevði verið nógv minni blóðugt, um Birgir Kruse beinanvegin segði seg úr starvinum. Tað vildi hann ikki, hóast tað hevði verið besta loysnin fyri hann, og tí gjørdist hetta til eitt drúgt og slítandi mál fyri allar partar, heldur Lars Helge Rasch.
Stýrisformaðurin sigur, at málið hevur tarnað rakstrinum av NJC í fleiri mánaðir.
? Nú meta vit hetta málið verða avgreitt, og nú vóna vit, at viðurskiftini á NJC aftur verða so vanligt, so at stýrið kann arbeiða við teimum málum, sum tað eigur.
Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa orðið á Birgir Kruse, men hann hevur fleiri ferðir sagt við fjølmiðlarnar, at hann vil ikki gera viðmerkingar til málið.