Skaðanevnd má kanna ferðsluvanlukkurnar

? Nú er upp á tíðina at seta niður eina ferðsluskaðanevnd, soleiðis at veruligu orsøkirnar til óhapp og vanlukkur í ferðsluni kunnu finnast, sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum vísir á, at fýra fólk eru deyð í ferðsluni fyrstu tveir mánaðirnar í ár

Ferðsla

Forkvinnan í Ráðnu fyri Ferðslutrygd heitir nú á myndugleikarnar um at eina ferðsluskaðanevnd, sum kann kanna ferðsluóhapp og finna fram til veruligu orsøkirnar til óhapp og vanlukkur.
? Tá vanlukka hendir á sjónum, verður kanning gjørd, sjóforhoyr hildið og frágreiðing skrivað. Men tá ið ferðsluvanlukkur henda, verða tær ikki kannaðar út í æsir, soleiðis sum gjørt verður í grannalondum okkara, sigur Rúna Sivertsen í eini viðmerking í blaðnum í dag.

Lutvíst fleiri doyggja
? Løgmaður hevur sagt, at Føroyar um stutta tíð skal verða heimsins mest framkomna land. Hetta ljóðar mikið gott, og mítt inniliga ynski er, at tað skal gangast okkum eftir ynski løgmans. Men tá tað kemur til ferðsluna, kunnu vit ikka siga annað, enn at Føroyar eru eitt tilafturskomið land.
Rúna Sivertsen vísir á, lutvíst fleiri fólk doyggja í ferðsluni í Føroyum enn í okkara grannalondum.
? Teir 49 dagarnar, sum higatil eru farnir av hesum árinum, hava vit mist fýra mannalív í ferðsluni. Hetta kunnu vit ikki tigandi hyggja at og góðtaka, sigur hon.

Ongan ferðslupolitikk
Rúna Sivertsen heldur, at tú er tíðin komin at seta niður eina ferðsluskaðanevnd, soleiðis at veruligu orsøkirnar til óhapp og vanlukkur í ferðsluni kunnu finnast.
? Føroyar er einasta land í Norðanlondum, sum ongan ferðslupolitikk hevur. Hetta undrast hini londini stórliga á, ikki minst tá tey síggja, hvussu nógvar álvarsligar vanlukkur henda hjá okkum, sigur hon.
? Tað er flóvisligt at umboða Føroyar á norðurlendsku fundunum og noyðast at viðganga, at enn hevur politiski myndugleikin ikki fingið í lag at samtykkja ein ferðslupolitikk fyri Føroyar, sigur Rúna Sivertsen.