Eldri útisetar fáa vitjan

Nú verður skjótt høvi hjá eldri føroyingum í Keypmannahavn at fáa vitjan av landsmonnum sínum

Kennir tú onkran eldri føroying, sum situr einsamallur í Keypmannahavn, so hevur tú nú høvi til at rætta viðkomandi eina kjerliga og hjálpandi hond. Nú eru nevniliga ítøkiligar ætlanir um at birta lív í aftur føroysku vitjanartænastuna hjá Reyða Krossi, sum leingi hevur ligið á láni.

Tað eru tær báðar, Elsebeth Sørensen, sum sjálv er pensjónistur, og Dagmar Sørensen, sum er útbúgvin pedagogiskur antropologur, sum hava tikið stig til vitjanartænastuna fyri eldri føroyingar búsitandi í Danmark.

- Í fyrsta umfari hava vit gjørt av at savna okkum um Keypmannahavn, men sum frálíður er eisini ætlanin at fevna um restina av landinum, sigur Elsubeth Sørensen, sum hevur búð í Danmark alla sína vaksna tíð.


Tankarnir leita heim

Elsubeth greiðir frá, at tað var við støði í samrøðum við prest, fyrrverandi leiðaran í Føroyahúsinum og við starvsfólk í Grønlendingahúsinum, at tað gjørdist greitt, at eldri útisetar fyrst og fremst hava tørv á vitjan frá landsmonnum.

- Tá útisetar verða gamlir, leita tankarnar ofta aftur til heimstaðin. Og eru tey samstundis dement, er ofta vandi fyri, at seinna málið dettur burtur. Sostatt duga tey bara føroyskt, og kunnu illa samskifta við onnur. Tí hava tey stóran tørv á at tosa og hoyra føroysk, greiðir Elsubeth Sørensen frá.


Væl ílatin

Hon sigur eisini, at tað vanliga er stórur vandi fyri, at slík vitjanartænasta dettur niðurfyri, er ikki eitthvørt annað í tí fyri tey sum vitja, enn bara at fara út til tey gomlu.

- Tí hava vit eisini sett okkum fyri, at tað skal geva nakað báðar vegir. Sostatt sleppa vitjanarvinirnir á vikuskiftisskeið, har tey verða ílatin til uppgávuna, sigur Elsubeth Sørensen. Harumframt er ætlanin, at tænastan eisini skal fevna um eina matarskipan, har tann vitjandi kemur við føroyskum mati til tann gamla.

- Hetta er gjørt í tøttum samstarvi við nýggja leiðaran í Føroyahúsinum, sum eisini hevur víst ætlanini stóran áhuga, eitt nú við at bjóða húsið fram til at hýsa okkum, sigur Elsubeth Sørensen.


Siga søgu sína

Vitjanartænastan hevur fingið játtað pening úr einum grunni hjá danska sosialmálaráðnum, so hon í fyrstu atløgu er ein verkætlan, ið verður eftirmett, tá eitt ár er umliðið.

- Hugskotið við verkætlanini er millum annað eisini at fáa tey gomlu til at siga sína søgu fyri okkum. Hví fluttu tey niður og hvussu hevur lívið lagað seg sum heild? Endamálið við hesum er at fáa tey gomlu at minnast, og at geva teimum eitt oyra, sum lurtar, sigur Elsubeth Sørensen, sum vónar, at tað í fyrstu atløgu í øllum førum verða 10 fólk, sum fáa vitjan.

Elsubeth og Dagmar, heita á fólk um at tekna seg sum vitjunarvin, og at siga frá, um tey kenna eldri føroyingar í Danmark, sum hava tørv á vitjan. Tær eru at hitta á tel: Elsubeth 51.920265 ella 45884080 ella Dagmar á 35381361 eftir miðjan august.