Føroya Fiskavirking fer nú at gera seg út til at arbeiða gullaks á virkinum í Vági. Maskinurnar verða fluttar úr Miðvági til Vágs fyrsta dagin.
Fyri einum trimum árum síðan gjørdi Føroya Fiskavirking eina rímiliga stóra íløgu í flakamaskinur, sum skuldu skera gulllaksafløk. Maskinurnar vórðu settr up í Miðvági, men vóru bara í gongd eina stutta tíð. Eingin gulllaksur varð arbeiddur á virkinum í Mivági í fjør, og nú verður maskinurnar tiknar niður og fluttar til Vágs.
Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, sigur, at grundin til at gjørt er av at flyta maskinurnar til Vágs, er tann, at tey vænta at kunna fáa meira burtur úr gulllaksaframleiðslu í Vági, av teirri grund, at tað eru betri goymsluviðurskifti á virkinum í Vági, enn tað er í Miðvági.
Gulllaksur verður framleiddur til goymslu, sigur Meinhard Jacobsen. Stórar nøgdir í senn, og so verður avskipað so hvørt, selt verður.
Í fjør varð eingin gulllaksur arbeiddur í Mivági yvirhøvur, tað komst av, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking, at marknaðurin var so vánaligur. Dollarin var veikur, og tí fekst ov lítið burturúr. Tað liggja enn eini 200 tons av gullaksavørum á goymslu í Miðvági.
Meinhard Jacobsen sigur, at tey í løtuni arbeiða við at leggja til rættis eina arbeiðsætlan fyri saltfiskaframleiðsluna, sum væntandi nakað skjótt fer at byrja í Vági. Finnast skal fram til, hvørjar maskinur skulu brúkast. Um okkurt skal keypast, og hvussu uppseting og slíkt skal gerast. Fólk er sett, sum nú skal setast inn í tingini, áðrenn farið verður í gongd.










