B68
Julian Johnsson og hansara menn venja av lívsins kreftum fyri at vera so væl fyri, sum tað ber til, tá ið teir skulu fara undir setningin, sum á Svangaskarið í fyrsta lagi er at endurvinna plássið í bestu deildini, sum teir mistu í fjør, og sum í øðrum lagi ella rættari sagt eisini er at standa seg væl í steypakappingini. Í hesi seinnu kappingini verður avbjóðingin ivaleysa stór, tí í fyrsta umfarinum skal B68 norður á Mølina at takast við EB/Streym.
Síðani á nýggjárinum hevur verið møguleiki at vant á Svangaskarði, og síðani um mánaðarskiftið hava venjingarnar verið regluligar og undir leiðslu av nýggja venjaranum.
Sambært B68 heimasíðuni, b68.fo, er tað nú greitt, at tveir av fótbóltsveteranunum á Toftum skulu hjálpa Juliani Johnsson, sum umframt at standa fyri venjingini, eisini hevur álitispláss á miðvøllinum at hugsa um.
Aksel Højgaard er hjálparvenjari. Umframt at hava ábyrgdina av liðnum í 3. deild verður hann á beinkinum, tá ið liðið í 2. deild fer at spæla.
Ingolf Petersen hevur nú høvuðsábyrgdina av ungdómsdeildini hjá B68. Hann hevur tikið ábyrgdina eftir Jóhannus Danielsen, sum í løtuni ikki hevur stundir at taka sær av hesum. Í fyrraárið var Ingolf Petersen hjálparvenjari í 1. deild.
Felags fyri allar hesar tríggjar - Aksel Højgaard, Ingolf Petersen og Jóhannus Danielsen ? er, at teir í síni tíð vóru trúgvir og drúgvir á besta liðnum, sum vann FM í 1984 og í 1985 og aftur í 1992. Jóhannus var verjuspælari, Ingolf var miðvallari, og Aksel var í álopinum.