Sigurð í Jákupsstovu á odda fyri føroyskari oljumenning

Landsstýrismaðurin í oljumálum Bjarni Djurholm hevur gjørt av at seta Sigurð í Jákupsstovu sum stjóra í Oljufyrisitingini.

Starvsetan
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


Hann hevur frammanundan umsitið hetta starvið fyribils. Nýggja starvið fer tó at fevna um bæði Jarðfrøðissavnið og so Oljufyristingina, sum áður var Oljumálaráðið. Hesir báðir stovnar eru lagdir saman undir ein stovn.

Nú talan er um ein samanlagdan stovn sigur Bjarni Djurholm, at hetta merkir, at tey nú hava avgreitt tað, sum landsstýrið setti sær fyri, tá tað tók við í Tinganesi, nevniliga at samskipa hesar báðar eindirnar. Uppá fyrispurning hvønn týnding henda broyting fær fyri eitt nú oljuleitiing við Føroyar og tey útlendsku oljufeløgini, sum arbeiða her, sigur landsstýrismaðurin, at her verður ikki talan um nakra broyting. At vit nú hava sett Sigurð í Jákupsstovu sum stjóra merkir, at vit fara at halda fram við tí arbeiði, sum hann hevur gjørt seinastu árini. Hetta er so bara ein sementering av tí veruleika, sum hevur verið. Vit eru nøgd við tað arbeiði, sum Sigurð í Jákupsstovu hevur gjørt sum fyribilsstjóri. Og vit vilja við hesi setan tryggja okkum, at vit hava ein professioenllan stovn og leiðslu.

Uppgávan hjá stjóranum í Oljufyrisitingini verður at halda fram við tí arbeiði hann hevur staðið fyri. Her eru tað serstakliga seismiskar kanningar í ár og so helst eina ella tvær royndarboringar næsta ár. Oljufyrisitingin hevur í eina tíð verið í samráðingum við oljufeløgini um at flyta brunnar frá 1. útbjóðing til onnur loyvi. Síðani er nógv virksemi í bretskum øki nær føroyska markinum, og her er tað ein týðandi uppgáva at fylgja væl við, hvat hendir.