Talan er um legur fyri ungdóm frá 7. - 10. flokk. Fyrra legan verður 3. - 5. november fyri 7. og 8. flokk. Seinna legan 10. - 12. november verður fyri 8. - 10. flokk. Pól Johannesen er ungdómsráðgevi hjá [...] legurnar. - Novemberlegurnar hava verið í nógv ár. Tað hevur altíð verið sera góð undirtøka fyri legunum. Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit novemberlegur annað hvørt ár, tá ið LUS (LandsUngdómsStevna) ikki [...] sosiala partin, sigur Pól. - Tilmeldingarnar nærkast 200. Enn er ikki ov seint at tekna seg. Tað ber til at tekna seg á heimasíðuni hjá Heimamissiónini www.mission.fo. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Pól
Fyri fjórðu ferð á rað skipar Stuðulstænastan saman við Føroya Fólkaháskúla fyri Háskúlaskeiði fyri brúkarar við sálarligum órógvi Ætlanin við háskúlauppihaldinum er at geva teimum luttakandi betri lí [...] lívskvalitet, har tey fáa møguleika fyri at royna seg í ymiskum viðurskiftum undir vardum umstøðum. Hetta verður gjørt við at varpa ljós á førleikar heldur enn avmarkinganar, har luttakararnir kunnu virka [...] melda seg. Háskúlaskeiðið verður í døgunum 13. til 16. mai 2008. Kunningarfundur um háskúlaskeiðið veður 1. apríl kl. 19.00 í Løkjukafeini, Løkjatún 1 á Argjum. Har fáa tey luttakandi møguleika fyri at gera
Páll á Reynatúgvu vil avlasta formannin fyri tingbólk Tjóðveldisfloksins, men hetta er nakað heilt nýtt fyri Høgna Hoydal. Páll á Reynatúgvu, tingmaður úr Sandoynni, var av sínum valfelag skotin upp til [...] verandi formaður fyri tingbólkinum. - Jú, eg hoyrdi Páll og tað, hann segði, men hetta er ikki nakað, vit í flokkinum hava tosað um, sigur Høgni Hoydal. Formaður Tjó?veldisfloksins sigur seg ikki vita, hvat [...] til, men tað er jú ikki eitt mál fyri flokstingið. Hetta er nakað, sum tingmanningin ger av. - Sjálvandi eru slík mál uppi og venda av og á, men tað er púra ókent fyri mær, at Páll vil avlasta meg, og
Danmarkar. -Tórshavnar býráð sigur seg vilja tað besta fyri drongin, men tey hava einki gjørt fyri at fyrireika drongin upp á, at hann skal avstað. Sosiala deild sigur seg vera proffesionella, men hetta er [...] feløgini í MBF at gera sær dælt av. -Í morgin(leygardagin,blðm, hava vit tosað um at skipa fyri einum tiltaki fyri at varðveita Petur í Føroyum. At tað júst skal fella á Grundlógardagin passar væl, tí málið [...] -Hetta verður ein so sterk uppliving fyri drongin, at hann møguliga fer í psykosu. Tórshavnar Býráð hevur viðgjørt Petur sum ein hundahvølp, og ikki sum eitt menniskja, sigur Bára Johansen, formaður í
eins viðurskifti gera seg galdandi fyri Grønland og Føroyar. ?Hetta, okkara felags mál, kann vera íblástur hjá øðrum um ikki at geva upp, sigur Josef Motzfeldt. Eisini eitt umboð fyri íslendska bróðurflokkinum [...] Sigfússon kundi ikki koma, men eitt umboð fyri ungmannafelagið hjá flokkinum luttók á Flokstinginum Ìslendska umboðið tosaði á Flokstinginum á íslendskum, og hann segði seg fegnast stórliga um støðutakanirnar [...] Flokstingi Tjóðveldisfloksins, sum er aðalfundurin hjá flokkinum, var Josef Motzfeldt. Hann er formaður fyri Inuit Ataqatigiit, sum er at rokna sum grønlendski loysingarflokkurin. Inuit Ataqatigiit samstarvar
fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra 105 og 106 km um tíman og ein ungur bilførari fekk koyriforboð fyri at koyra 123 km um tíman.. Í Klaksvík vórðu tvey foreldur skuldsett fyri ikki at hava børnini í [...] í málinum, sum enn verður kannað nærri. Hann er skuldsettur fyri innbrot við ætlan um at stjala, sum vaktleiðarin á politistøðini málber seg. Í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at olja var á vegnum í [...] rundkoyringini á vegamótinum Dr. Dahlsgøta og Velbastaðvegur í Havn. Tað vísti seg, at tað var eitt hydralikrøri í einum lastbili, sum var brostið, sum var orsøkin til, at tað gjørdist sera hált har á
holuni. Fúkandi ill og við kukkinum á høvdinum fer hon út at finna syndaran. Hon spyr seg fyri hjá ymsum djórum, og fyri at kanna eftir, um tey siga satt, fær moldvørpan tey at sleppa einum kukki, so hon [...] hevna teg? Niels Jákup Thomsen hevur hug at flenna. - Jú, men moldvørpan kennir seg jú órættvíst viðfarna, og tað finnur hon seg ikki í. Uppá tann mátan er hetta heldur ein rættiliga moralsk bók. Moldvørpan [...] ikki bara atburðurin hjá moldvørpuni, sum argar. Eisini er tað fallið mongum lesarara fyri bróstið, at bókin snýr seg um - ja, kukkar og gudhjálpi mær eisini, hvussu teir ljóða. "Ratatata" sigur tað, tá
seta bóltin í málið. Tað eydnaðist tó sumbingum enn einaferð at leggja seg á odda, tá Nebosja Veljkovic, sum nú er komin fyri seg eftir skaða, varð feldur í brotsteiginum. Sumbingar vóru sjálvandi nøgdir [...] at javna og at leggja seg fram um. Fyrsta var tað Bartal Eliasen, sum var hægstur, tá Súni Olsen sendi fríspark inn fyri, og síðani kom Súni at standa merkiliga leysur mitt fyri, eftir at enn eitt innkast [...] 1-0. Leiðslan helt sær tó bert fáar minuttir, so hevði Jóan Petur Olsen javnað fyri gøtumenn. Tað skuldi seinni vísa seg, at sumbingar høvdu stórar trupulleikar av deyðbóltum, og tað var júst eftir ein
Hans Engell hevur eitt týðandi fyrilit fyri at taka av ráðharrasessinum. Hann er bangin fyri, at tað kann gerast ein trupulleiki hjá sær at standa á odda fyri Løgmálaráðnum, tá hann ikki var útbúgvin [...] Spar Nord-málið hjá einum øðrum skattamálaráðharra, Ole Stavad. Hvat er so avgerandi fyri, at ein ráðharri stendur seg væl? -Tað er sjálvandi rættiliga týdningarmikið, at ein ráðharri er skilagóður og dugir [...] ígjøgnum við sínum sjónarmiðum. Ein ráðharri skal eisini duga at seta seg inn í mál, sum krevja nakað. Hann skal heldur ikki lata seg styggja av embætisverkinum, men halda fast um sítt politiska útgangsstøði
at geva seg fult út og at venja fleiri ferðir um vikuna. Tí klára vit at skapa so nógvar góðar leikarar. - Landsliðsvenjarin er eisini ótrúliga týdningarmikil fyri landsliðið. Geva leikarar seg 100% í sínum [...] sínum felag, so geva teir seg 130% fyri Alfred Gislason. Hann er ein sannur gudur í Íslandi. Annars hevur Ísland verið úti fyri einum lítlum ættarliðsskifti á landsliðnum. Stóra stjørnan, Olafur Stefansson [...] tann rætti Í Íslandi búgva færri enn 300.000 fólk, men allíkavæl hevur okkara grannaland fyri norðan hildið seg í millum heimsins bestu hondbóltstjóðir í nógv ár. Ísland hevur til siðvenja at skapa góðar