Platini: Ongland eigur at hava ein enskan venjara

?Um eg leitaði eftir einum venjara til enska landsliðið, so hevði eg roynt at funnið ein, sum øll hava álit á, og sum kann skapa eitt gott landslið. Ongland er eitt so mikið sterkt land, at teir eiga at hava ein enskan landsliðsvenjara.? Platini er eisini avgjørdur um talið av útlendskum leikarum í Premier League. Hann sigur seg elska enska spælið, viðhaldsfólkini og íðinskapin. Men honum dámar ikki, at enska ligan er alt ov opin fyri útlendskum leikarum. Hann vísir á, at Arsenal ikki hevur enskan venjara, ella enskar leikarar, og at teir í framtíðini kanska ikki eingong fara at hava ein enskan stýrisformann! Platini vísir á, at landsliðið er sálin í enskum fótbólti. Talsmaðurin fyri Premier League; Dan Johnson biður Platini blanda seg uttan um. Johnson heldur, at Premier League er í góðum hondum, og at Platini skal taka sær av UEFA.