Nú byrjar talvkappingin

Talv: Landskappingin í talvi byrjar hetta vikuskifti

Talv er vetrarítrótt eins og nógvar aðrar, sum ganga fyri seg innandura.

Hetta skal tó ikki skiljast sum at tað ikki verður telva í summarhálvuni, men landskappingin gongur í hvussu er fyri seg um veturin.

Og nú verður lagt frá landi.

Í tíðindaskrivi, sum Talvsamband Føroya júst hevur sent út til fjølmiðlar og talvfeløgini verður kappingarskipanin almannakunngjørd.

Tó tað gongur væl hjá føroyskum telvarum so sær út til at ganga striltið hjá talvsambandinum at útvega nýggjar telvarar, tí t. d. verður eingin kapping í dreingjadeildini.

Sumbiar Talvfelag hevur frá Talvsambandinum fingið loyvið til at telva allar sínar dystir í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag.

Eins og undanfarin ár verður seinasta umfar telva á einum stað, men enn er einki avgjørt um hvar hetta verður.

Allir dystirnir uttan teir hjá sumbingum verða telvdir sunnudag.Sumbingar fara at telva leygardag.

Vit ynskja øllum telvarum gott kappingarár