Næstan funnin

Amerikanska samveldisløgreglan sigur seg vera sannførda um, at líkið av fyrrverandi fakfelagsleiðaranum Jimmy Hoffa verður funnið fyrsta dagin. Tann umstríddi fakfelagsleiðarin hvarv í 1975, og síðani hava nógvar søgur gingið um, hvat bleiv av honum, og hvør beindi hann av vegnum. Jimmy Hoffa var 62 ára gamal, tá hann brádliga hvarv.

Í gjár avbyrgdi FBI eitt øki tætt við ein rossagarð uttan fyri stórbýin Detroit, og Daniel Roberts hjá FBI sigur við sjónvarpið CNN, at ætlan er at leita í einum jarðarstykki, sum er einar 10 metrar breitt og einar 30 metrar langt. FBI-menninir skulu leita við spaka, samstundis sum servandir hundar skulu snodda í moldini so hvørt.

Daniel Roberts vil ikki siga meiri um leitingina, men hann heldur uppá, at hesaferð heldur FBI seg hava fingið álítandi upplýsingar. Hann væntar, at leitingin uttan fyri Detroit fer at taka nakrar vikur.