Helst stríðsval í ÍSF

Útlit eru fyri stríðsvali í Ítróttarsambandi Føroya. Herfyri boðaði Sølvi Reinert Hansen frá, at hann fer at bjóða seg fram til forsetavalið í ÍSF, sum verður í mai mánaða næsta ár.

 

Harvið stóð Sølvi Reinert Hansen sum einasta valevni, tí á næstsíðsta aðalfundi boðaði Heðin Mortensen alment frá, at hetta er hansara síðsta forsetaskeið í ÍSF. Í formansfrágreiðingini skrivar Heðin Mortensen soleiðis í 2005:

 

?Sjálvur haldi eg tað vera rættast at siga frá í góðari tíð, nú eg havi gjørt upp við meg sjálvan, at hetta verður mín seinasta seta sum ÍSF-forseti og at eg ikki fari at taka við afturvali um tvey ár.?

 

Men nú gloppar Heðin Mortensen dyrnar fyri, at hann kortini fer at bjóða seg fram til forsetavalið í mai næsta ár.

 

Hoyr meira í tíðindunum á Rás2 klokkan 11 og klokkan 12.