Deep Purple Jam í VB húsinum

Smoke On The Water kallast danski bólkurin, sum leygarkvøldið 20. september fer á pall í VB húsinum at undirhalda við løgum hjá kenda bólkinum Deep Purple

?Smoke on the water? er millum kendastu løgini hjá Deep Purple og donsku jamararnir hava tikið sær navn eftir sangium. Smoke On The Water spæla løg hjá Deep Purple og talan er um sonevnt Deep Purple Jam.
                      Deep Purple gjørdust kendir fyrst í sjeytiárunum og náddu hæddirnar hesi árini, men enn eru teir virknir og bólkurin hevur júst givið fløgu út.
                      Í londunum kring okkum er vanligt við bólkum, ið leggja seg eftir at spæla løg hjá ávísum bólkum ella einstaklingum. Nevnast kann til samanberingar, at fyri fáum vikum síðani vitjaði bólkur í Føroyum, ið nevndi seg Robbie Williams Jam.
                      Men nú fáa vágbingar rockvitjan og við orkumiklu løgunum hjá Deep Purple megna Smoke On The Water kanska at fáa royk yvir VB húsið og Vatnið, ið liggur næst húsinum.                      Tað eru Stóra Pakkhús og VB, ið skipa fyri tiltakinum