Stríðið um uppsagnirnar í Kringvarpinum tykist nú at verða eitt stríð um fakfelag. Felagið hjá journalistum í privatu miðlunum heitir nú alment á journalistar í Kringvarpi Føroya um at melda seg úr Starvsmannafelagnum
- Hetta málið ella hesi málini undirstrika bert enn einaferð, at Starvsmannafelagið ikki skilir, hvussu eitt journalistiskt arbeiðspláss virkar og enn minni, hvat journalistiska fakið er ? millum annað at fakið og arbeiðsøkini eru spesialiserað, soleiðis at ofta krevjast serligir førleikar til serligar uppgávur, siga Føroysk Miðlafólk, sum halda tað bert vera nátúrligt, at Føroysk Miðlafólk, sum er einasta felag, ið burtur av virkar fyri journalistiska fakið, nú fer at herða strembanina eftir at fáa sáttmála fyri sínar limir í Kringvarpi Føroya.
- Tískil mæla vit eisini staðiliga okkara limum í Kringvarpinum til at tekna seg úr øðrum fakfeløgnum, sigur nevndin í Føroyskum Miðlafólkum.









