Tað er eingin meining í, at tingfólk stinga halan millum beinini og biðja um nýval, so skjótt ein trupulleiki stingur seg upp, sigur Rúna Sivertsen
Tað eigur ikki at bera tinginum til at senda fólk á val í úrtíð, hvørja ferð tingfólk ikki tora at hava eina støðu. sigur Rúna Sivertsen í Sjálvsstýrisflokkinum.
Hon heldur, at tingið skal vera sitandi í fýra ár, uttan møguleika at senda fólk á val í úrtíð.
- Tey, sum hava latið seg valt inn á ting, skulu hava skyldu til at verða sitandi í eitt fýra ára skeið. Hetta er neyðugt, fyri at føroyska samfelagið kann verða meira støðugt og trygt, sigur hon í viðmerking við Portalin.
Hon heldur eisini, at nú, uppskot er lagt fyri tingið at broyta vallógina, átti møguleikin at skriva út nýval samstundis at verið strikaður.