føst, støðug og vitannartung arbeiðspláss. Vit eru ein stórur partur av landinum. Tit skylda okkum hetta. Sum tit vita, hava vit bráðfeingistørv á hesum størvum. Vit missa og hava longu mist stóran part av [...] ikki, at tað eru vit norðoyingar sum í stóran mun hava upparbeitt tørvin á teim maritimu útbúgvingunum, og Havnin í nógv minni mun. Skúlar í Havn Mestsum allar útbúgvingar í Føroyum í dag eru í Havn. Burtur [...] gera tað tunga arbeiðið. Spurningurin er, hvussu vit skulu yvirliva her norðuri. Vit hava kanska brúk fyri eini líka so lokalari Helenu her norðuri. Men vit hava valt og fingið eina rúgvu av landspolitikarum
um, at tá ein fær stuðul, so er tað ein annar, ið má gjalda. Í síðsta enda eru tað vit øll, ið gjalda alt. Landið, altso vit øll, skal út at læna fyri at klára allar útreiðslur, bæði neyðugar og óneyðugar [...] forkastiligt og hevur ongan enda. At onnur lond eru komin út í óføri og hava stórt hall er ongin umskyldningur hjá okkum eisini at gera tað. Er ikki ætlanin, at vit skulu klára okkum sjálvi? Loysing og yvirtøkur [...] sjálvandi nakað svínarí). Er landið ikki í somu støðu sum Sands kommuna? Vit hava ikki ráð til ALT, vit hava bert ráð til nøkur ting, og vit noyðast at prioritera. Harí liggur uppgávan hjá politikarunum, at syrgja
eftir nú, enn hann gjørdi í áttatiárunum. ? Men vit viðgera sjálvsagt allar umsóknir, vit fáa, og meta vit, at talan er um eina burðardygga ætlan, fíggja vit hana sjálvandi, antin tað er í fiskivinnuni, ella [...] hetta reisir eisini ein annan spurning. ? Og tað er, at megna vit ikki at fáa fiskiflotan at geva avkast í 1998, mugu vit spyrja okkum sjálvi um vit ikki hava lagt fiskiskapin skeivt til rættis. Hvat er tað [...] sum eg ikki vil leggja meg útí. Men vit verða ikki ríkari av at stuðla hvønn annan. Skulu vit møguliga sláa okkum til tols við at endurnýggja uppá tann mátan, at vit skifta 20-30 ára gomul skip út við 10
samgongutingfólk eru kunnaði um mál áðrenn tey koma fyri í tinginum. Hetta heldur hann ikki merkir, at tey eru hálvgum samtykt áðrenn tey eru komin í tingið. ? Fleiri lógaruppskot frá mær eru væl og virðiliga [...] saman við, at Føroyar ikki eru sjálvstøðugar. ? Eitt høvuðsemdamálið við at fáa fullveldi er, at vit fáa politisku skipanina at virka sum hon skal. Og hetta megna vit, fáa vit fullveldi. Tí setir tú tær [...] skulu betrast, um vit ikki fáa fullveldi. ? Jú, sjálvsagt skal politiska skipanin fáast í rættlag, hóast vit ikki fáa fullveldi, men skipanin hongur eisini saman við, hvussu stóra ábyrgd vit hava av landinum
frágreiðing ólavsøku, skipaðu vit í Javnaðarflokkinum fyri foreldrabólki, tí vit vildu vita, hvussu vit kunnu fáa heimsins besta land fyri børn at liva í. Og har hittu vit foreldur at børnum við serligum [...] eina javnari atgongd til ríkidømið, styrkja vit samhaldsfestið, tí fleiri fáa lut í framgongdini. Hetta hevur eisini tryggjað, at virðini í størri mun eru komin í umfar, og harvið hava skapt enn størri vøkstur [...] hetta inniber. Tí atgongd til náttúruna skulu vit hava. Og skyldurnar eru eisini fleiri: at raðfesta umhvørvis- og náttúruvernd, at eyðmerkja greitt, júst hvar vit trygt kunnu ganga uttan at skaða djóralív
serligum tørvi. Ì 2022 eru vit ikki komin longri enn her til, vit hava verið vælferðarsamfelag, nógv longri enn foreldur at hesum børnum, men framvegis er hetta bara eitt heiti vit kalla okkum, tí tey, sum [...] í løtuni. Vit senda børn av landinum, tí vit ikki hava nøktandi fakligheit í Føroyum í 2022! - hetta gjørdi mann undir krígnum, vit hava sostatt havt yvir 60 ár!! at rætta uppá hetta. Hava vit gjørt nakað [...] eldri. Hvat eru vit fyri eitt vælferðarsamfelag? Eg fái ilt í búkin, tá eg hoyri og lesi um, bæði hvussu børn, ung, foreldur og eldri, verða viðfarin av okkara samfelag, dag og dagliga. Vit kalla okkum
er konseptið danskt - Danir nevna hetta fyri »Stævnesnack«, og vit hava brúkt nakað av tíð at finna eitt hóskandi føroyskt orð, og eru komin fram til orðið Leikmeti. Hetta orðið er ógvuliga hóskandi og vísir [...] bóklingur, sum er grundarlagið undir føroysku útgávuni. Og tað merkir, at børnini í bóklinginum eru donsk. - Vit hava fingið tilfarið frá DIF, so hetta er gjørt fyri rímiligan pening. Eisini hevur Føroyaprent [...] prentinum, sigur Petur Elias Petersen. Men bæði ÍSF-forsetin og ungdómsráðgevin halda, at hetta eru pengar, ið eru væl brúktir. - Tað er einki at taka seg aftur í, at tilboðini til okkara ungu íðkandi hava
virðir annars í bankunum, eru als ikki vís í at fáa hendur á teimum aftur. Eisini tey, sum hava tikið stór lán nýliga til íbúð ella sethús, serliga í útlendskum valuta, eru komin í eina trongstøðu, sigru [...] Sigga Óskarsdóttir. Hóast ringu støðuna eru fólk kortini ikki farin í panikk, men støðan ávirkar. - Tað verða jú fleiri fólk søgd úr starvi. Bara her í húsinum eru 22 søgd úr starvi. Tað vórðu tey seinasta [...] verri í so máta, vit hava bygt alt ov nógv, sigur Sigga Óskarsdóttir. Sjálv heldur Sigga Óskarsdóttir, at orsøkin til trupulleikarnar, sum Ísland er í í løtuni, skyldast spekulatión. - Tað eru eini 30 mans
Lív í Baianstovu er komin á føroyska fløgumarknaðin. Lív hevur tey seinnu árini búð í Svøríki, men vit kenna hana frá onkrari útgávu miðskeiðis í áttatiárunum. Nú hevur hon latið úr hondum sermerkta og [...] Dam Jacobsen, sála. Á fløguni finna vit tekst úr savninum "Vaknaður vársins songur" eftir abban Jens Dam Jacobsen og Lív sjálv eigur eisini onkra yrking. Umframt eru orð eftir Nyholm Debess, Hans Jacob [...] Tónleikurin Tað eru svenskir jazz- og popptónleikarar, ið leika á Atlantic Light og mangir ymsir stílar koma fyri. Eisini hevur Lív tikið upp náttúruljóð og føroyskan dans, og upptøkurnar eru at hoyra á fløguni
? Eru fakfeløgini komin til ta niðurstøðu, at ætlanin er at skerja teirra rættindi, hava tey fullkomiliga misskilt málið. Tað sigur Bjarni Djurholm, Landsstýrismaður í vinnumálum. Vit hava biðið hann um [...] og spurningurin er um tað ikki er neyðugt at dagføra hana. ? Í tí sambandi hava vit hugt eftir, hvussu viðurskiftini eru í okkara grannalondum, Og eg haldi, at tað er løgið, at føroyski arbeiðsmarknaðurin [...] næsta vali. ? Spurningurin er, hvør tað er, sum ræður í Føroyum, antin tað eru teir fólkavaldu politikararnir, ella um tað eru fakfeløgini og aðrir áhugabólkar, sum ráða. Hann sigur, at hansara uppgáva