Atlantic Light: Røturnar fáa lív

Lív í Baianstovu hevur givið út sera forvitnisliga og sermerkta fløgu, ið er grundað á stevið í føroyska dansinum. Lív er dóttir Magnus Dam Jacobsen, sála, og í Atlantic Light leitar hon aftur til røturnar bæði so og so, tí her finna vit mangt av tí, ið forfedrar hennara løgdu úr hondum. Yrkingar hjá abbanum Jens Dam Jacobsen og vit kunnu fegnast um, at endiliga eru nøkur av løgunum hjá Ludda Dam Jacobsen komin á fløgu, tí tey hava annars mest livað á mannamunni

Lív í Baianstovu er komin á føroyska fløgumarknaðin. Lív hevur tey seinnu árini búð í Svøríki, men vit kenna hana frá onkrari útgávu miðskeiðis í áttatiárunum.

Nú hevur hon latið úr hondum sermerkta og forvitnisliga fløgu, har hon ger eina kenslulýsing av Føroyum. Rútman er stevið í føroysku kvæðunum.

Lív er ættað av Kamarinum, dóttur høvundan Magnus Dam Jacobsen, sála. Á fløguni finna vit tekst úr savninum "Vaknaður vársins songur" eftir abban Jens Dam Jacobsen og Lív sjálv eigur eisini onkra yrking. Umframt eru orð eftir Nyholm Debess, Hans Jacob Glerfoss og Robert Burns í týðing Chr. Matras og Molbech og H. C. Andersen í týðing eftir Jens Dam Jacobsen.



Luddi

Lív eigur sjálv nøkur av løgunum á fløguni og Jens Guttesen eigur lagið til yrkingina Majkvøða hjá Jens D. Jacobsen. Lagið skrivaði hann undir krígnum og Ebenezerkórið sang inn í Útvarpinum í teim 4 røddunum, tað er skrivað fyri.

Flestu løgini eigur tó Luddi, pápabeiggi lív. Hann andaðist í 1987, bert 47 ára gamal. Løg hansara hava livað á mannamunni, men eru kanska ókend av teim flestu. Hann var, stuðlaður av Simma, í fer við at geva løg síni út, tá hann andaðist. Hetta varð av ongum, men han sang tey inn á band, sum familjan so hevur havt at lurta eftir. Einki at ivast í, at mangur fegnast um, at løgini nú eru tøk á fløgu.


Atlantic Light

Lív eigur 5 løg og hevur eisini skrivað orð. Lív sigur, at lagið Atlantic Light, ið fløgan hevur heitið eftir, snýr seg um Føroyar, tann forfaðir, sumWilliam Heinesen skrivar um í Glataðu Spælimonnunum og um avbjóðingina, ið hvørt mansbarn hevur, nevniliga ígjøgnum sína lagnu at blíva til eitt satt menniskja.


Tónleikurin

Tað eru svenskir jazz- og popptónleikarar, ið leika á Atlantic Light og mangir ymsir stílar koma fyri. Eisini hevur Lív tikið upp náttúruljóð og føroyskan dans, og upptøkurnar eru at hoyra á fløguni sum sambindandi ella grundleggjandi tættir.

Tað er forlagið Wind Harps hjá Lív í Baianstovu, ið gevur Atlantic Light út. Tutl stendur eisini fyri útbreiðslu av fløguni.

Allir sangirnir eru á føroyskum, men heitið er enskt og stuttar frágreiðingar eru eisini á enskum. At er orsakað av, at fløgan er bólkað sum "World Music", har eisini útlendingar við áhuga fyri Føroyum eiga at hava møguleika at áa innlit í, hvat sungið verður um.

Eitt hefti við føroysku orðunum, nótum og besiffringum er á veg. Hetta er ætlað teimum, ið sjálvi dáma at syngja og spæla.


A different beat

Nú skal ein vara seg við at tulka og útleggja, men lesir ein t.d. Magnus Dam Jacobsen og kennir ein til listagávurnar hjá ættini av Kamarinum og lagnunua hjá fleiri teirra, so er lætt at hugsa um Bohemar og droymarar.

Lív hevur arbeitt í nógv ár við fløguni. Sum útiseti í Svøríki droymir hon seg aftur til Føroya og enska frágreiðingin til lagið Atlantic Light er sigandi:

I travelled far, since the days, of tide & mountain, to another land, a different beat, but I remember you, and I return, to you in my heart, for strength & peace