Tað var á ráðstevnu í november í fjør, at táverandi heilsumálaráðharri, Aksel V. Johannesen, útnevndi 2011 at vera kostár.
Í tí sambandi vórðu settir í starv tríggir kostráðgevar, og stovnar av ymiskum slag taka lut.
Eisini ÍSF hevur gjørt av at seta sín dám á kostárið, og hetta verður gjørt við at bjóða feløgunum undir ÍSF at fáa bíliga frukt, umframt ein sonevndan startpakka.
- Í startpakkanum eru knívar, skeribretti, forklæði, plástur og fruktbikør. Alt, sum feløgunum tørvar, er at bíleggja fruktina frá FK-handlunum kring landið, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti.
Upprunaliga er konseptið danskt
- Danir nevna hetta fyri »Stævnesnack«, og vit hava brúkt nakað av tíð at finna eitt hóskandi føroyskt orð, og eru komin fram til orðið Leikmeti. Hetta orðið er ógvuliga hóskandi og vísir til bæði leik og mat, sigur Petur Elias Petersen.
ÍSF hevur framman undan ein ungdómsráðgeva, Annika Lindenskov, og tað er hon, sum hevur verkætlanina við frukt til tey leikandi um hendi.
Út til feløgini
Sum nevnt er konseptið danskt, og tað er eisini danskur bóklingur, sum er grundarlagið undir føroysku útgávuni. Og tað merkir, at børnini í bóklinginum eru donsk.
- Vit hava fingið tilfarið frá DIF, so hetta er gjørt fyri rímiligan pening. Eisini hevur Føroyaprent, ið hevur prentað bóklingin, verið sámuligt í prísi. Samlað er hetta tó ein rímiliga stór íløga hjá ÍSF, tí hvør startpakki kostar túsund krónur. Aftrat hesum kemur so kostnaðurin av prentinum, sigur Petur Elias Petersen.
Men bæði ÍSF-forsetin og ungdómsráðgevin halda, at hetta eru pengar, ið eru væl brúktir.
- Tað er einki at taka seg aftur í, at tilboðini til okkara ungu íðkandi hava verið avmarkað og ikki serliga sunn. Nú fáa feløgini so møguleikan at lata børnunum heilsugóðan kost, antin tey so lata fruktina fyri einki, ella taka nakrar fáar krónur fyri bikørini, sigur Annika Lindenskov.
Verkætlanin er nú so mikið áleiðis, at brøvini fara út til feløgini í hesari vikuni, so um 14 dagar skuldi verið møguligt hjá íðkandi børnunum at fingið frukt í boði.
Avtala við FK
Í Danmark er tað ein avtala millum DIF (Dansk Idræts Forbund) og FDB (Forenede Danske Brugser), ið er grundarlagið undir »Stævnesnack« konseptinum, og hendan avtalan er førd yvir á ÍSF og FK.
- Tað er soleiðis, at feløgini fáa fruktina frá FK við avsláttri, og til ber longu nú at fara inn á heimasíðuna hjá ÍSF ella hjá FK, og har inn á leinkjuna Leikmeti at bíleggja frukt og grønmeti. Bíleggingarfreistin er 12 dagar, so tá eitt tiltak stendur fyri durum, er bert at bíleggja í góðari tíð, sigur Annika Lindenskov.
ÍSF roknar við at røkka stórum parti av børnunum gjøgnum hesa nýggju fruktskipanina. Umleið 70% av føroyskum skúlabørnum eru limir í ítróttafeløgum, og flestu teirra eru við til kappingar. Hetta er tí ein kærkomin møguleiki at røkka einum stórum parti av børnunum við heilsugóðum leikmeti.
Verkætlanin hjá ÍSF kann verða við til at leggja lunnar undir broyttar kostvanar hjá børnum og ungum, og tá er eitt stórt stig tikið á leiðini til eitt sunnari lív, ið má sigast at vera endamálið við verkætlanini.