Nato-aðalskrivarin gevur grønt ljós til at skjóta russisk flogfør niður, um tað er neyðugt, um tey bróta NATO-loftrúmið.
Tað svarar aðalskrivarin Mark Rutte í samrøðu við Fox News hósdagin.
Hetta skrivar Reuters.
- Um neyðugt. So eg eri púra samdur við Trump forseta. Um neyðugt, sigur Rutte í samrøðuni.
Hann leggur eisini afturat, at starvsfólk hjá NATO eru útbúgvin at meta um slíkar hóttanir og gera av, um tey kunnu fylgja russiskum flogførum úr loftrúminum hjá samgonguni ella um tørvur er á fleiri tiltøkum.
Á síðulinjuni av ST-aðalfundinum heitti amerikanski forsetin, Donald Trump, á NATO-londini um at skjóta russisk flogfør niður, um tey bróta loftrúmið hjá NATO.
Spurdur um USA fer at stuðla einum slíkum skottilburði, svaraði Trump, sambært Reuters, at tað veldst um umstøðurnar.
/Ritzau/