? Eg haldi ikki, at trupulleikin er, at Føroya Banki ikki vil fíggja skipakeyp.
Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka, vísir aftur, at orsøkin til at norðmenn nú eiga uppi í nøkrum føroyskum fiskiskipum, er, at tað neyðugt at fáa útlendingar uppí, tí ongin fígging fæst í Føroyum.
Bæði Tummas Jacob á Løgmansbø, og Svend Aage Ellefsen hava í seinastuni keypt skip úr Noregi og í báðum førum eru norðmenn uppií
Og teir siga báðir at hetta var ein avleiðing av, at føroyskir peningastovnar ikki vildu fíggja fiskiskip.
Og Jørmund Vágadal skrivaði bart út, at føroysku peningastovnarnir ræddist alt, sum luktaði av fiski.
Ikki trupulleikin
Men hetta avsannar Jørn Astrup Hansen.
Hann sigur, at tað er onki loyndarmál, at bankin ansar betri eftir nú, enn hann gjørdi í áttatiárunum.
? Men vit viðgera sjálvsagt allar umsóknir, vit fáa, og meta vit, at talan er um eina burðardygga ætlan, fíggja vit hana sjálvandi, antin tað er í fiskivinnuni, ella aðrastaðni.
? Tó vildi tað eisini verið undarligt, um ikki eisini vit mistóku okkum onkuntíð, leggur hann afturat. ? Men tað finnur ein tíverri ongantíð útav fyrrenn aftaná.
Forstjórin í Føroya Banka sigur, at tað er sjálvandi ikki rætt, at bankin ikki fíggjar fiskiskip.
Og tað undrar hann, at hetta orðaskiftið stingur seg upp beint nú.
Tí í teimum báðum dømunum, sum hava verið frammi í seinastuni, heldur Jørn Astrup Hansen ikki, at trupulleikin hevði nakað við fíggingarmøguleikarnar at gera.
Hann sigur, at soleiðis, sum hann sær hetta, hevur tað verið talan um, at nakrir føroyingar, sum hava havt nøkur fiskiloyvi, hava funnið sær ein norskan samstarvsfelaga, sum eigur eitt skip.
? Talan er sostatt um eina samstarvsavtalu ímillum føroysk áhugamál við fiskiloyvum og norsk áhugamál við skipum.
? Og tað hevur onki við fíggingina at gera. Tað hevur ongin tørvur verið á fígging.
? Tí skipini, sum eru uppi í avtaluni, eru fíggjað frammanundan. Tað er kanska meiri ein spurningur um eginpening, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hvat heldur bankin um hendan mátan at endurnýggja skipaflotan?
? Eg dugi ikki at síggja nakra beinleiðis endurnýgging í hesum, svarar hann stutt.
Kann hava negativa ávirkan
Annars hevur ein lóg verið í umbúna rættiliga leingi um at lata almennan stuðul til endurnýgging av skipaflotanum. Men tað hevur drigið út og enn røkist onki fyri, at lógin kemur fram.
Vit spurdu bankasstjóran um hann heldur, at tað hevur nakra ávirkan á íløguætlanirnar, at lógin ikki kemur fram.
? Tað kann væl hugsast, tí tað er væl trúligt, at vinnulívsmenn halda aftur við íløgum til stuðulsskipanin er sett í verk.
? Tað hevði verið óheppið at gjørt eina íløgu við ongum stuðuli nú, um ein stuðulsskipan hevði verðið sett í verk stutt aftaná.
Hann vil ikki siga, antin hann heldur um hendan lógin eigur at koma ella ikki, tí tað er eitt fløkt mál.
? Men bara tað at ein stuðulsskipan verður umhugsað- og tí møguliga verður sett í verk- kann hava eina negativa ávirkan og gera, at endurnýggingin av skipaflotanum verður seinkað, sigur Jørn Astrup Hansen.
Tó heldur hann, at tað kann undra, at stuðulsskipanir verða umhugsaðar, sjálvt aftaná eitt metár, sum 1998 var.
Men ber tað yvirhøvur til at endurnýggja skipaflotan, um ikki stuðul verður latin?
? Tað ber til í summum pørtum av flotanum. Men hetta reisir eisini ein annan spurning.
? Og tað er, at megna vit ikki at fáa fiskiflotan at geva avkast í 1998, mugu vit spyrja okkum sjálvi um vit ikki hava lagt fiskiskapin skeivt til rættis.
Hvat er tað so, sum skal til? Skulu fiskirættindi kunna seljast og keypast uttan avmarkingar so at flotin lagar seg til fiskiskapin.
? Hatta er eitt stórt, politiskt kjakevni, sum eg ikki vil leggja meg útí. Men vit verða ikki ríkari av at stuðla hvønn annan.
Skulu vit møguliga sláa okkum til tols við at endurnýggja uppá tann mátan, at vit skifta 20-30 ára gomul skip út við 10 ára gomul skip?
? Tað kann gott vera. tað er betri at hava eitt 10 ára gamalt skip, sum ber seg, heldur enn enn nýtt skip, sum ikki ber seg, sigur forstjórin í Føroya Banka.
Neyvan sett meiri pening í
Vit spurdu eisini bankastjóran, hvat hann helt um at útlendingar settu pengar í Føroysku fiskivinnuna. ? Er tað ein háttur at fáa meiri kapital í vinnuna uppá?
? Eg veit ikki um so nógvur pengingur er skotin í føroysku fiskivinnuna.
? Tað eru komin útlendsk skip, við fígging í flotan, men neyvan kapitalur.
Jørn Astrup Hansen heldur, at tað sum manglar í Føroyum er ein hugburðsbroyting.
? Tað er nóg mikið av pengum í Føroyum.
? Men tað er næstan ongin vágafúsur peningur. Tað, vit hava brúk fyri, er ein hugburðsbroyting, sum fær fólk at seta pening í vinnulívið, heldur enn at seta hann í bankan, heldur Jørn Astrup Hansen.
Hann heldur t.d. at ein partabrævamarknaður í Føroyum kundi hjálpt uppá støðuna.