Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen, býráðslimur í Klaksvík.
At arbeiðsbólkurin hjá Helenu Dam á Neystabø er komin fram til, at allar tær maritimu útbúgvingarnar skulu flytast til Havnar er ikki meira enn nátúrligt. Víð teim serútvaldu fólkunum, sum hon hevur útvalt til sín havnararbeidsbólk var ikki annað væntandi. Úrslitið var ikki óvæntað við slíkari samanseting.
Nei Helena, onki skulu tær maritimu útbúgvingarnar til Havnar. Ongin arbeiðsbólkur úr Havnini kemur at avgera, hvar allar tær maritimu útbúgvingarnar skulu vera. Tíbetur verða tað okkara politikarar, sum skulu avgera tað og ikki bara tú og tín kæri arbeiðsbólkur. So væl spælir klarverið heldur ikki.
Gloym ikki, at vit hava landspolitikarar, sum hava skyldu til at arbeiða fyri øllum landinum og ikki bara Suðurstreymi. Tær maritimu útbúgvingarnar liggja mest nátúrliga í Klaksvík, eisini í søguligum høpi. Klaksvíkin hevur verið ein av størstu drívkraftunum í føroyskari fiskivinnu í meir enn eina øld og er tað framvegis. Klaksvíkin hevur soleiðis verið við til at goldið sín part av landshúsarhaldinum í ríkiligt mát og skal hetta nú veruliga verða tøkkin, eina vána tøkk má sigast.
Gloym ikki, at tað eru vit norðoyingar sum í stóran mun hava upparbeitt tørvin á teim maritimu útbúgvingunum, og Havnin í nógv minni mun.
Skúlar í Havn
Mestsum allar útbúgvingar í Føroyum í dag eru í Havn. Burtur úr rúgvuni kunnu nevnast Fróðskaparsetrið, Føroya Læraraskúli, Pedagogútbúgving, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin, Tekniski skúlin, Vinnuháskúlin, Føroya Fólkaháskúli (fluttur úr Klaksvík), Studentaskúlin, Handilsskúlin.
Stovnar í Havn
Á netinum kann man síggja ymsar stovnar, sum eru í Havn og upp á 10 min kundi man síggja hesar: Føroya fornminnissavn, landsbókasavnið, landsskjalasavnið, náttúrugripasavnið, Kringvarp Føroya, mentannargrunnur landsins, innlendismálaráðið, uttanríkisráðíð, mentamálaráðið, almannamálaráðið, heilsumálaráðið, løgmansskrivstovan, fíggjarmálaráðíð, vinnumálaráðið, ALS, landsfólkayvirlitið, Hagstovan, vinnuhúsið, samtak, altjóða skrivstovan, kommunusamskipan Føroya, Føroya kommunufelag, Amnesty International, Føroya deild,, javnstøðunevndin, fiskimannafelagið, fiskimálaráðið, fiskiveiðieftirlitið, vinnuframagrunnurin, listasavn Føroya, Norðurlandahúsið, Tjóðpallur Føroya, Bókamiðsølan, Skúlabókagrunnurin, Fólkaskúlaráðið, virðislønanevndin, yrkisútbúgvingarráðið, granskingarráðið, granskingargrunnur, royndarstøðin biofar, granskingardepilin fyri økismenning, Norðoyatunnilin (skuldi sjálvandi ligið í Klaksvík)
Sum sæst omanfyri, so eru flest allir skúlar í Havn og so ein rúgva av øðrum almennum stovnum. Vónandi verður hetta eisini ein partur av metingini hjá okkara landspolitikarum, tá støða skal takast til, hvar Vinnuháskúlin skal staðsetast. Sum sæst her, so er ovmikið at taka av í Havn og er tað tí ikki meir enn rímiligt at Klaksvík fær vinnuháskúlan.
Eg veit, at fíggjarlógin var við at verða koyrd í ”tusen bitar”, um norðingar fingu tunnil norður um fjall, ella sandingar fingu undirsjóvartunnil. Tit fingu yvirtalað meirilutan um, at tað var skeiv raðfesting. Tá tað snúði seg um at byggja marknagilsskúlan tá bar betri til. Vit ivaðust í, um tað var Lady Di, tann tíð tað var, sum blitzini brustu í andlitid á tykkum øllum. Nú var veitslurómur tí onki var so nátúrligt sum at marknagilsskúlin skuldi byggjast. Ein íløga uppá fleiri hundraðtalsmilliónir.
Nakað seinni kemur fram, at Heilsutrygd skal til Klaksvíkar. Hvat hendir? Jú fleiri havnarpolitikarar ganga fullkomiliga amok, tí nú skulu uml. 8 nýggj arbeiðspláss til Klaksvíkar. Skulu nú allar tær maritimu útbúgvingarnar úr Klaksvíkini afturfyri ella hvat?
Okkara fólkavaldu umboð her norðuri ”Verið vakin”, tí tað næsta, sum kann henda verður, at ein havnararbeidsbólkur verður settur um sparingar. Tað kann vera sera skjótt - ja er longu nú - at teir finna útav, at sparast skal í útjaðaranum. Eitt er heilt sikkurt, at tað verður trupult hjá havnarfólki at spara í Havn.
Eri rættuliga vís í í úrslitinum, um ein arbeiðsbólkur bleiv settur at kanna hvat loysti seg best fíggjarliga. At allir føroyingar blivu fluttir til Havnar, ella teir búðu spjaddir runt Føroya Land. Skuldu vit so avtoftað allar býir og bygdir runt Føroya land og flyta alt til Havnar? Er tað tað vit vilja? Nei neyvan hevði havnararbeiðsbólkurin ætlað tað. Onkur skal jú gera tað tunga arbeiðið.
Spurningurin er, hvussu vit skulu yvirliva her norðuri. Vit hava kanska brúk fyri eini líka so lokalari Helenu her norðuri. Men vit hava valt og fingið eina rúgvu av landspolitikarum her norði frá.
Eg vil heita á tykkum og vænti eisini av tykkum, at tit nú standa saman, soleiðis at Helena ikki dregur tykkum eftir hárinum. Tit mugu reisast nú og geva krút og tala okkara søk her norðuri. Ikki einans nokta Helenu at gera sum henni lystir. Tit eiga eisini at klára at skaffa okkum fleiri arbeiðspláss.
Til okkara landspolitikarar, skaffið okkum fleiri føst, støðug og vitannartung arbeiðspláss. Vit eru ein stórur partur av landinum. Tit skylda okkum hetta. Sum tit vita, hava vit bráðfeingistørv á hesum størvum. Vit missa og hava longu mist stóran part av okkara lærda ungdómi. Um onki munagott verður gjørt beinanvegin koma vit framhaldandi at missa fólk.
Allur okkara lærdi ungdómur endar í Havn, tí har eru størvini og høgu lønirnar. Fyrr ella seinni endar allur kapitalurin har eisini. Tá verður alt stýrt úr Havnini, og tað er júst tað, sum er við at henda nú.
Nú tit hava fingið tað álit frá okkum her norðuri, eiga tit at brenna fyri hesum øki og kempa til tað síðsta fyri at vit skulu yvirliva sum ein býur.
Tit eiga at vísa okkum tað virðing og liva upp til tað álit norðingar vístu tykkum. Tit standa í skuld til okkum veljarar. Handlið nú.
Innast inni havi eg tað álit á tykkum, at vit fara at ríða henda vandasjógv av okkum.









