Tingið nýtir ikki síni amboð

Høgni Hoydal metir trupulleikarnir í stýrisskipanini vera, at tingið er ov veikt. Tað brúkar ikki tey amboð, tað hevur

? Løgtingið hevur í stýrisskipanini ymisk amboð, tað kann brúka fyri at fáa gjørt sítt arbeiði til lítar. Eitt av hesum amboðum er møguleikin at leggja misálit á landsstýrismann, hevur hesin ikki røkt sínar skyldur. Men løgtingið brúkar ikki síni amboð.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er í fleiri førum samdur við sjónarmiðunum hjá partamanni sínum, Tórbirni Jacobsen, tingmanni, í grein í Sosialinum í gjár. Í greinini finnist Tórbjørn Jacobsen á arbeiðsgongdina í tinginum, og skýrir hann løgtingið einans at vera eina avgreiðslustovu hjá landsstýrinum. Tískil metir hanns tingmenn sum atkvøðuneyt hjá teimum átta landsstýrismonnunum.


Kritikkur móti tinginum

Hóast Høgni Hoydal partvís er samdur við Tórbirni Jacobsen, metir hann ikki, at tað er landsstýrinum, nakað er galið við. Hetta heldur hann eisini, at Tórbjørn Jacobsen sigur í viðtaluni við Sosialin.

? Eg meti atfinningarnar hjá Tórbirni at vera móti tinginum, ið ikki er nóg sterkt at megna sínar uppgávur. Løgtingið hevur í nýggju stýriskipanarlógini somu møguleikar sum onnur parlament í heiminum. Men stýrisskipanin krevur, at tingið styrkir sín leiklut. Tað má brúka síni amboð.

Hesi amboð, landsstýrismaðurin vísir á, eru til dømis at leggja misálit á landsstýrisfólk, ið ikki røkja sínar skyldur, at seta landsstýrisfólkum fyrispurningar og so framvegis.

Høgni Hoydal vísir á, at tingið í seinastu í stóran mun hevur nýtt møguleikan at seta fyrispurningar til landsstýrisfólk, men tá tað kemur til at leggja misálit á landsstýrisfólk, heldur tingið sær aftur.

Hetta, ásannar Høgni Hoydal, hongur saman við, at tingið er bangið fyri samgongusliti, og at tingið ikki fær ætlaða politikk sín ígjøgnum. Men hann heldur veruligu orsøkina vera, at tingið er ov veikt í mun til landsstýrið.


Útinnandi valdið styrkt

Høgni Hoydal vísir á, at eftir nýggju stýrisskipanini er útinnandi valdið, landsstýrið, styrkt við embætismonnum, meðan tað sama ikki hevur verið galdandi fyri løgtingið. Men hann er vísur í, at tað fer at styrkja floksskrivararnir, játtaðir eru á fíggjarlógini, fara at styrkja um politiska arbeiðið. Somuleiðis heldur hann, at ein umboðsmaður fer at betra um arbeiðið.

Landsstýrismaðurin ger tó heilt greitt, at um tingfólk veruliga eru ónøgd við politisku skipanina, má finnast fram til, hvussu betrast kann um hana.

? Tað ber ikki til bara at finnast at og so ikki gera nakað meira við málið. Eg taki útsagnirnar hjá Tórbirni Jacobsen sum eitt slag av eftirmeting av stýrisskipanini, og haldi eg, at vit eiga at viðgera hetta víðari.


Misálit størsti trupulleikin

Sambært Høgna Hoydal er størsti politiski trupulleikin í Føroyum misálit á politisku skipanina. Fólk hava ikki álit á politisku skipanini.

Hetta, heldur Høgni Hoydal, hongur saman við, at Føroyar ikki eru sjálvstøðugar.

? Eitt høvuðsemdamálið við at fáa fullveldi er, at vit fáa politisku skipanina at virka sum hon skal. Og hetta megna vit, fáa vit fullveldi. Tí setir tú tær fullveldi sum mál, mást tú fáa hesi tingini í rættlag, annars verður galið.

Spurningurin til Høgna Hoydal í hesum sambandi er, um tað yvirhøvur ber til at fáa fullveldi, um hesi tingini ikki verða fingin í rættlag fyrst.

Høgni Hoydal er samdur, men sigur, at tingini hanga saman. Tingini verða, eftir hansara tykki, fingin í rættlag undir fullveldisgongdini.

Men so er spurningurin, um tingini ikki eisni skulu betrast, um vit ikki fáa fullveldi.

? Jú, sjálvsagt skal politiska skipanin fáast í rættlag, hóast vit ikki fáa fullveldi, men skipanin hongur eisini saman við, hvussu stóra ábyrgd vit hava av landinum, sigur Høgni Hoydal.


Gott við kunning

Sambært Høgna Hoydal er ymiskt gjørt undir hesari samgonguni, ið betrar munandi um politiska arbeiðið. Hann vísir á, at løgmaður kunnar samgongutingfólk um lógaruppskot frá landsstýrinum áðrenn tey fara í tingið, so hesi tingfólk hava møguleika at seta seg inn í málini og koma við viðmerkingum og møguligum broytingum áðrenn tingviðgerðina.

Men sambært politiska partamanni hansara, Heina O. Heinesen, formanni Tjóðveldisfloksins, er hetta ikki nakað, sum betrar um politiska arbeiðið. Hann vísti í samrøðu við Sosialin hósdagin á, at hetta beinleiðis stríðir ímóti fólkaræðinum og leggur upp til einaveldi.

Grundgevingarnar hjá Heina O. Heinesen vóru, at hetta hevur við sær, at mál eru hálvgum samtykt millum samgongutingfólk, áðrenn tey koma fyri tingið. Tískil sleppur andstøðan als ikki at hava nakra ávirkan á avgerðirnar í samfelagnum, og hetta er ikki rætt, heldur hann.

Høgni Hoydal er samdur við Heina O. Heinesen í, at politska viðgerðin sjálvsagt skal vera í tinginum, men hann vísir samstundis á, at tað ikki skaðar, at samgongutingfólk eru kunnaði um mál áðrenn tey koma fyri í tinginum. Hetta heldur hann ikki merkir, at tey eru hálvgum samtykt áðrenn tey eru komin í tingið.

? Fleiri lógaruppskot frá mær eru væl og virðiliga viðgjørd og broytt í tinginum áðrenn tey eru samtykt, og tað eri eg glaður fyri, sigur Høgni Hoydal.

Landsstýrismaðurin vísir annars á, at tað ikki er nakað nýtt, at løgtingslimir eru ónøgdir við arbeiðsgongdina. Hann vísir á, at hetta eisini hevur verið galdandi undir øðrum samgongum, serstakliga tá Føroyar komu undir umsiting í 1992.