Reykjavík: Inni á Morgunblaðnum hittu vit ein hálvan føroying, Siggu Óskarsdóttir, sum hevur starvast á blaðnum í 17 ár. Hon situr í móttøkuni. Hon heldur, at tað er ymiskt, sum kreppan hevur rakt íslendingar.
- Teir, sum eiga nógvar pengar og virðir annars í bankunum, eru als ikki vís í at fáa hendur á teimum aftur. Eisini tey, sum hava tikið stór lán nýliga til íbúð ella sethús, serliga í útlendskum valuta, eru komin í eina trongstøðu, sigru Sigga Óskarsdóttir.
Hon sigur, at støðan er ógvuliga ógreið, tað hendir okkurt nýtt hvønn dag. Trupulleikar eru við at flyta inn vørur til handlarnar, so tað byrjar at minka á hillunum.
- Tað er byrjað at minka í vøruútboði í handlunum. Tað hevur annars verið tosað um, at handlarnir høvdu vørur niðurfyri til ein mánaða, men fólk hava keypt inn undir seg, og so verður tað fyrri uppi. Men annars tekur fólk tað bara róligt, sigur Sigga Óskarsdóttir.
Hóast ringu støðuna eru fólk kortini ikki farin í panikk, men støðan ávirkar.
- Tað verða jú fleiri fólk søgd úr starvi. Bara her í húsinum eru 22 søgd úr starvi. Tað vórðu tey seinasta fríggjadag, og lagið var sera ringt, fólk grótu, tí tað verður jú ikki lætt hjá teimum at fáa arbeiði aftur, sigur Sigga Óskarsdóttir.
Hon sigur, at eisini framman undan hevur verið talan um uppsagnir á Morgunblaðnum, sum tilsamans hevur eini 110-120 fólk í starvi í dag.
Ør bygging
Nú Morgunblaðið og Frettablaðið eru savnað undir somu leiðslu verður tosað um, at nóg mikið er til av prentpappírið at prenta bløðini árið út, men hvat so hendir er ikki greitt fyri Siggu Óskarsdóttir.
- Men enn er samanleggingin ikki endaliga avgreidd, tí málið skal fyri kappingarráðið, sum skal taka støð til, um tvey tey størstu dagbløðini í Íslandi kunnu leggja saman. Gongur tað ikki, so veit eingin, um talan verður um nakað blað yvirhøvur. Eingin veit, men nógv verður tosað um hetta, sigur Sigga Óskarsdóttir.
Men fyri Siggu Óskarsdóttir persónliga verður neyvan talan um nakra katastrofu.
- Eg havi einki at gjalda. Eg havi fýra børn, og tey hava øll arbeiði. Men sonurin er byggimeistari og hann sigur, at hann hevur arbeiðið fram til ársskiftið, men at hann ikki veit, hvussu verður eftir tað, sigur Sigga Ósarsdóttir.
Og júst innan byggivinnuna er støðan trupul.
- Tað hevur verið bygt so ómetaliga nógv seinastu árini, og nú standa hópurin av húsum tóm. Byggimeistararnir royna at leiga íbúðirnar út, fyri at fáa nøkur oyru. Men eg vænti tað verður enn verri í so máta, vit hava bygt alt ov nógv, sigur Sigga Óskarsdóttir.
Sjálv heldur Sigga Óskarsdóttir, at orsøkin til trupulleikarnar, sum Ísland er í í løtuni, skyldast spekulatión.
- Tað eru eini 30 mans, sum hava verið uttanlands og gjørt íløgur, sum teir ikki áttu at havt gjørt. Somuleiðis hava bankarnir latið upp deildir uttanlands, sum teir heldur ikki skuldu havt gjørt. Tað hevur verið sum eitt kavablak, sum bara hevur rullað skjótari og skjótari, til tað at enda er farið í sor, sigur Sigga Óskarsdóttir.