at arbeiða í egnum urtagarði. - Ja, tað er líkasum at hesin áhugin fyri urtagørðunum hevur smittað frá einum húsi til tað næsta. - Og tað kunnu vit í býráðnum ikki annað enn fegnast um, sigur Signar á Brúnni [...] ikki nakað sum verður gjørt eftir einari løtu ella eftir einum ári. Bæði í tí einstaka heiminum og frá kommunalari síðu má ítøkiliga farast til verka skal ein røkka málinum. Kommunan hevur leingi gingið [...] miðbýnum. Kring um hetta hús er nú asfalt lagt á, og næsta stigið verður at avmerkja P-básar til einar 100 bilar. Frammanvert eru menn í dag farnir undir at hampa økið og gera tað klárt til ein uttandura
Raski Philip Djordjevic legði innfyri úr høgru, og Uros Stojanov var fyrstur á bóltinum, tá ið hann út frá fremra stólpa stýrdi bóltin í málið. Hetta var sjeynda málið hjá Uros Stojanov, sum er toppskjútti [...] – John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred – Nikolei Johannesen (Musah Armah, 65.), Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson (Samudeen Musah, 57.) – Poul Ingason (Eirikur M. Ellendersen, 78.) Gult kort: Poul Ingason
eftir hvussu nógvar røddir hon hevur. Hevur hon t.d. 30 røddir, kann urgan lættliga koma at kostar einar 3 mió. kr. Eingin ivi er um, at allar hesar urgurnar eru eitt satt prýði inni í kirkjuni og geva [...] í verk, er neyðugt við lóggávu á økinum. Henda finst ikki í dag, og tí eru umstøðurnar so ymiskar frá einum plássi til annað. Víst verður m.a. til eina danska lóg, sum sigur at tað einans kunnu setast
føroysk framleiðsla. Einar Waag kom til at siga, at tíðin mundi vera farin frá, at fólk keyptu føroyskt av tjóðskaparligum grundum. Eg eri ikki samd í hesum. Tíðin fer ongantíð frá at hugsa um framleiðsluna
hátíðarhalda, at 30 ár eru liðin, síðani virksemið á hotellinum við Oyggjarvegin byrjaði. Royndir frá fiskivinnu Hóast Johannes Jensen er uppvaksin innan hotell- og matstovuvinnuna, og í dag er hotellstjóri [...] hansara áhuga fyri hotell- og matstovuvinnuni. - Eg ferðaðist ekstremt nógv hasi árini og var burtur einar 90 dagar um árið. Tað merkti sjálvandi, at ein stórur partur av tíðini var brúktur á alskyns hotellum [...] fígging, eina vøru, tú skalt selja, og at hava ein markna at fyrihalda teg til, greiðir Johannes Jensen frá Arbeiðir alt døgnið Hóast hann ikki longur er uttanlands í arbeiðsørindum eins ofta hann var í gamla
Suðringar hava nýggjan málverja, og fleiri spælarar verða testaðir undan dystarbyrjan Les eisini: Flúgva frá próvtøku til hálvfinaluna Í alt ár hevur skaðalistin hjá B36 verður drúgvur. Róaldur Jakobsen, Jónas [...] Christian R. Mouritsen og Høgni Eysturroy eru allir langtíðarskaddir, meðan hinir skaðarnir hava verið alt frá nýraskaða, eygnaskaða og lammilsi í andlitinum. Eftir 3-2 tapið fyri NSÍ sunnudagin komu enn fleiri [...] Odmar Færø, fór av vøllinum við skaða í búkvøddunum. Her verður vónað, at miðverjin bara er úti í einar tvær vikur við einum forstrektum vødda, men tað er vandi fyri, at tað eisini kann vera álvarsligari
fyrst og fremst orsakað av støðugt vaksandi privatari nýtslu, fíggjað við lagaligari lánimøguleikum frá peningastovnunum. Samstundis hava størru kommunurnar økt sínar fíggjarætlanir so nógv, at so at siga [...] sagt og gjørt í hálvtfjórða ár. Tað er tildømis ikki eitt ár liðið, síðani løgmaður boðaði alment frá, at nú skuldi hvør landsstýrismaður fáa tveir blanko-kekkar til at fremja okkurt, sum teir høvdu hug [...] partur av nútímans samfelagnum. Og tað er stórur vinningur fyri allar Føroyar og fyri hugsjónina um einar størri og samanbundnar Føroyar at knýta Sandoynna upp í meginøkið. Og harvið nærkast eisini Suðuroyggin
prátið seg um hvussu skuldi ýtast av frameftir, nú ein meiriluti á løgtingi hevði avgjørt at ganga frá teimum 7 valdømunum. Gomlu økisfeløgini vórðu í síni tíð, í stóran mun, skipaði sum uppstillingarfeløg [...] og harvið endaligi uppstillingarfundur, hildin Eysturoyar Tjóðveldisfelagsins vegna. Nevndin boðaði frá, at tey fimm valevnini, sum høvdu játtað at vera uppstillað á fyrsta uppstillingarfundi, sum varð hildin [...] allar føroyingar annars, um at taka lógvatak um stevnu Tjóðveldisins, soleiðsni, at mál floksins um einar frælsar Føroyar verður rokkið sum skjótast. Politiska naggatødnin, fløkjan og armóðsstøðan, sum sitandi
smolt frá støðini til alibrúkið í Sørvági. Gardar Joensen, stjóri í Sørvágs Laks, sigur, at felagið flutti kør niðan til Gásadals og setti tey upp har uppi. Hetta var bílig útgerð, sum var fingin frá øðrum [...] øðrum alibrúki. Alt í alt setti Sørvágs Laks tó einar 100.000,- krónur til, heldur Gardar Joensen. Gardar Joensen er annars ógvuliga lítið hugaður fyri at siga nakað um málið. Tó sigur hann, at tað var manglandi
flestu teigarnir eru í fyrrverandi Hvítsonuni. Nakað er inni á landgrunninum, men tað mesta liggur tó frá 500 metrum og út á djúpri vatn. Í landssynningshorninum av Føroyaøkinum kann verða upp til 1400 metra [...] longur norðuri, tó at tað ikki verður farið heilt norðurum. Teigarnir, sum liggja næstir landi, eru einar 30 fjórðingar úr Føroyum. Modelloyvið, sum verður gjørt til eina slíka útbjóðing, er eisini klárt [...] Herálvur Joensen sigur, at vit longu hava sett nøkur krøv í lógini um, at virksemið skal ganga út frá Føroyum, og at oljufeløgini skulu brúka føroyskar vørur og tænastur. Hetta er so eisini nakað, sum