Uppískoyti til morgunsendingina í morgun

Oddvør Johansen

Evnið var føroysk framleiðsla. Einar Waag kom til at siga, at tíðin mundi vera farin frá, at fólk keyptu føroyskt av tjóðskaparligum grundum.
Eg eri ikki samd í hesum. Tíðin fer ongantíð frá at hugsa um framleiðsluna í eins egna landi. Ein so lítil kundaskari sum hin føroyski heimamarknaðurin verður noyddur at hugsa føroyskt, tá ið keypt verður, annars kunnu allar fyritøkur leggja seg at doyggja beinanvegin.
Um annars góðskan er í lagi, eiga vit at keypa alt, vit kunnu av tí, ið føroyingar tilvirka sjálvir, tað veri seg innan hondverk, prentlutir, list, fiskur, kjøt, klæðir, embalasju, drekkivørur og so framvegis.
Sárt er at síggja alt hetta útlendska dumpingsodavatni í handlunum, tilvirkað av trælum í onkrum fjarum landi. Og tað er nógv fyri at síggja Føroya løgting ganga á odda, tá ið umræður at spenna bein fyri føroyskari framleiðslu.
Keypið føroyskt!
Tórshavn 15 sept. 06