Uppvaskarin bleiv hotellstjóri

Hansara fyrsta starv var at vera uppvaskari á Hotel Føroyum, sum foreldrini áttu. Í dag er hann partaeigari og stjóri á sama hotelli, sum í ár hevur 80 ár á baki. Talan er um Johannes Jensen, sum stórtrívist í stjórasessinum. – Drívmegin aftan fyri longu arbeiðsdagarnir er viljin til at gera tað betri, sigur hotellstjórin

- Eg eri so at siga uppvaksin á einum hotelli, so eg veit rættiliga væl, hvussu tingini hanga saman. Eg ivist ikki í, at tað er ein fyrimunur fyri meg í dag, sigur 50 ára gamli Johannes Jensen.
Barnaárini fóru fyri ein stóran part fram á Hotel Føroyum, sum tá lá á Kongabrúnni í Havn.
- Foreldrini áttu hotellið, so eg var altíð nógv niðri á Kongabrúnni, og tað dámdi mær eisini væl. Tað var somleiðis har, eg fekk mítt fyrsta starv, tá eg bleiv uppvaskari á hotellinum, sigur Johannes Jensen, sum seinastu tíggju árini hevur verið stjóri á Hotel Føroyum.
Hotellið fyllir 80 ár í ár, og hósdagin kundi Johannes Jensen saman við sínum starvs- og viðskiftafólkum hátíðarhalda, at 30 ár eru liðin, síðani virksemið á hotellinum við Oyggjarvegin byrjaði.

Royndir frá fiskivinnu
Hóast Johannes Jensen er uppvaksin innan hotell- og matstovuvinnuna, og í dag er hotellstjóri, hevur hann eisini fingist við aðrar vinnur. Í heili 20 ár starvaðist hann sum sølumaðurin innan fiskivinnuna.
- Tá eg var 20 ára gamal, byrjaði eg við sølu av fiski, og tað arbeiðið dámdi mær ótrúliga væl. Har hendi nógv, og eg slapp veruliga at royna meg innan bæði sølu og marknaðarføring. Eg bleiv so verandi í tí vinnuni, líka til eg var 40 ára gamal sigur Johannes Jensen, sum hevur útbúgving úr Onglandi innan sølu- og marknaðarføring.
Sjálvur heldur hann, at júst árini, har hann starvaðist sum sølumaður, hava verið við til at økt hansara áhuga fyri hotell- og matstovuvinnuni.
- Eg ferðaðist ekstremt nógv hasi árini og var burtur einar 90 dagar um árið. Tað merkti sjálvandi, at ein stórur partur av tíðini var brúktur á alskyns hotellum og matstovum kring heimin, fortelur Johannes Jensen, sum javnan plagdi at vera í arbeiðsørindum í ikki bara europeisku londunum, men eisini Amerika og Asia.
- Tá eg fekk møguleikan at gerast stjóri á Hotel Føroyum fyri tíggju árum síðani, valdi eg at taka av. Gamla starvið hevur givið mær eina ávísa vitan um hotell og matstovur, og í roynd og veru er ikki tann stóri munurin á teimum báðum vinnunum, sigur Johannes Jensen og heldur fram:
- Í eini 95 prosentum av førunum geri eg tað sama nú sum stjóri á Hotel Føroyum, sum eg gjørdi, tá eg var sølumaður. Í báðum førum snýr tað seg um marknaðarføring, fígging, eina vøru, tú skalt selja, og at hava ein markna at fyrihalda teg til, greiðir Johannes Jensen frá

Arbeiðir alt døgnið
Hóast hann ikki longur er uttanlands í arbeiðsørindum eins ofta hann var í gamla starvinum, er talið á arbeiðstímum lítið minkað. Johannes Jensen arbeiðir nógv.
- Eg arbeiði altíð. Líka mikið hvør dagur tað er ella hvør tíð á døgninum, talan er um. Men fyri meg er tað veruliga ikki strævið, men meira stuttligt og spennandi, sigur Johannes Jensen, sum tó viðgongur, at arbeiðið ikki altíð hóskar so væl saman við familjulívinum.
- Vit í hotellvinnuni arbeiða ofta, tá onnur hava frí. Eitt nú hava vit vikuskifti sunnudag og mánadag, og tað merkir, at hóast eg eri heima við hús ein leygardag, so eri eg ikki altíð til staðar mentalt, sigur Johannes Jensen.
Hann leggur dent á, at stjórasessurin ikki einans er eitt arbeiði, men ein lívsstílur, og tí eru telefon og telda næstan altíð tendrað.
- Eg vil hava, at fólk kunnu fá fatur á mær. Taki eg ikki telefonina ella kanni ikki teldupostar í fleiri tímar ella kanska ein heilan dag, kemur tað mær aftur um brekku, tá eg so komi aftur til arbeiðis. Faktisk havi eg tað soleiðis, at eg verði meira strongdur av ikki at vera on, enn hvat eg verði av at hava telefon og teldu tendrað, fortelur Johannes Jensen, sum ikki er bangin fyri at nógva arbeiði kann gera seg útbrendan.
- Tað haldi eg als ikki. Tvørturímóti. Jú fleiri ting eydnast, jú meira orku fái eg til at halda fram, og so eri eg eisini soleiðis, at eg eri ongantíð nøgdur, tí vit kunnu altíð gera tingini enn betri.

Óskipaður og kreativur
Umframt longu arbeiðsdagarnar og skeivar arbeiðstíðir hevur starvið sum stjóri á størsta hotellinum í Føroyum við sær nógv fundarvirksemi.
- Mín arbeiðsdagur inniheldur nógvar ymsar fundir. Sjálvur haldi eg, at tað ofta tekur ov nógva tíð, men hinvegin er umráðandi, at samstarvið við okkara viðskiftafólk og veitarar er so gott sum til ber, greiðir Johannes Jensen frá.
Arbeiðsdagurin byrjar vanliga klokkan átta og endar um sjey-tíðina um kvøldið.
- Eitt, sum eg leggi stóran dent á, er at hava samband við øll míni starvsfólk. Tí gangi eg eisini næstan hvønn dag eina rundu á hotellinum, har er fái mær styttri og longri prát við starvsfólkini, fyri at hoyra hvussu tað gongur, og um okkurt serligt er, ið skal setast í verk ella fylgjast upp, sigur Johannes Jensen og heldur fram:
- Starvsfólkini eru avgjørt ein av grundunum til, at eg trívist í mínum arbeiði, tí tað er ikki bara eg ella leiðararnir, sum gera hotellið til tað, tað er í dag. Tað er øll heildin, ið er umráðandi, sigur Johannes Jensen, sum sigur seg vera alt annað enn ein skipaðan stjóra.
- Eg eri heldur óskipaður. Tað merkir tó ikki, at eg ikki havi yvirlit yvir tí, sum fyriferst, men tað hongur ivaleyst saman við, at eg eri ein kreativur og spontanur persónur, sigur orkuríki stjórin, sum tó plagar at finna tíð til tvey frítíðarítriv.
- Tað eru tvey ting, sum eg vil og skal náa. Tað er fótbóltur og hockey, sum eg venji sunnukvøld og mánakvøld saman við vinmonnunum.

Hevur stórar ætlanir
Nógvar avbjóðingar hava verið hesi tíggju árini, Johannes Jensen hevur virkað sum stjóri á Hotel Føroyum, og hann dylir ikki fyri, at tað stundum er strævið at reka hotelvirksemi.
- Tað eru fleiri ting, sum gera mítt arbeiðið avbjóðandi. Eitt nú eru tað detailprísirnir á víni, vit hava høgar minstulønir her heima í mun til grannalondini, og tilfeingið av fakfólki er avmarkað. Men hinvegin er tað ein fantastisk kensla at síggja og uppliva, at tingini eydnast. Tað er tann kenslan sum avgjørt eisini er ein drívmegi fyri meg, sigur Johannes Jensen, sum heldur at hotell- og matstovuvinnan er nógv broytt seinastu tíggju árini.
- Tað gongur betur og betur, haldi eg. Ofta duga vit, sum arbeiða í vinnuni, ikki altíð so væl sjálvi at síggja tað, men út frá tí sum føroyskir og útlendskir gestir fortelja okkum, so veita vit í Føroyum eina góða tænastu, sigur Johannes Jensen.
Hóast tað gongur væl í løtuni, og hotellið hevur fýrfaldað umsetningin upp á tíggju ár, standa visjónirnar hjá stjóranum ikki í stað.
- Eg og hini fólkini í leiðslubólkinum á hotellinum hava stórar dreymar og spennandi ætlanir. Vit fara at byggja enn eitt hotell í miðbýnum, men tað er ikki tað einasta, fortelur Johannes Jensen, sum er tættur sum tunnan, tá spurt verður nærri um framtíðarætlanirnar.
- Minst til, vit eru ongantíð nøgd og vilja altíð blíva betri, sigur Johannes Jensen við einum smíli.

Fakta:
Navn: Johannes Jensen
Aldur: 50
Útbúgving: Kandidatur í sølu- og marknaðarføring
Starv: Stjóri og partaeigari í Hotel Føroyum