Bæði B36 og Suðringar hava nógvar skaddar og ivasamar spælarar. Hjá B36 skal nýggjur maður helst í miðverjuna, meðan Suðringar hava nýggjan málverja, og fleiri spælarar verða testaðir undan dystarbyrjan
Les eisini: Flúgva frá próvtøku til hálvfinaluna
Í alt ár hevur skaðalistin hjá B36 verður drúgvur. Róaldur Jakobsen, Jónas Tór Næs, Christian R. Mouritsen og Høgni Eysturroy eru allir langtíðarskaddir, meðan hinir skaðarnir hava verið alt frá nýraskaða, eygnaskaða og lammilsi í andlitinum.
Eftir 3-2 tapið fyri NSÍ sunnudagin komu enn fleiri skaðar. Liðskiparin, Odmar Færø, fór av vøllinum við skaða í búkvøddunum. Her verður vónað, at miðverjin bara er úti í einar tvær vikur við einum forstrektum vødda, men tað er vandi fyri, at tað eisini kann vera álvarsligari.
Hartil beklaðu Erlendur Magnusson og Hugin Samuelsen í dystinum, har fyrrnevndi í fyrsta lagi verður klárur til vikuskiftið. Robert Heðin Brockie kom inn í miðverjuna fyri Odmar Færø, men eisini hann hevur trupulleikar. Tað er ivasamt, um lærkrikin hjá honum heldur til at spæla longu aftur í kvøld.
Suðringar eisini nógvar uttanfyri
Glenn Ståhl, svenski venjarin hjá Suðringum, helt skemtiliga fyri, at hann visti ikki um hann hevði 11 spælarar tøkar til dystin. Hópurin hjá Suðringum er tunnur í fullum líki, og tí kemur tað illa við, at stinni málverjin, Milos Budakovic, er skaddur í fótinum. Í hansara stað kemur Rani N. Johannesen, ið stóð í mál móti EB/Streymi í landskappingini sunnudagin.
Hartil eru Rani Johansen, Teitur Mortensen og Heri E. Kjærbo skaddir, meðan Stefan Radosavljevic og Búi Egilsson verða royndarkoydir áðrenn dystin, fyri at vita um teir eru klárir.
Nú verður spennandi hvussu nógvar mans liðini hava á vøllinum, tá dómarin bríkslar fyri fyrstu ferð. Helst stilla tey upp við ellivu spælarum í part, og tá er B36 sterkari á pappírinum.
Liðtíðindi:
B36:
Ikki við: Róaldur Jakobsen (fótlið, langtíðarskaddur), Jónas Tór Næs (nakki, langtíðarskaddur), Christian R. Mouritsen (fótlið, 2-3 vikur), Høgni Eysturoy (lærkrikin, langtíðarskaddur), Bjarni Petersen (fipur, 2-4 vikur), Rói Mørk Hentze, Odmar Færø (búkurin, minst 2 vikur), Erlendur Magnusson (fóturin, 1. viku)
Ivasamur: Hugin Samuelsen (fóturin), Robert Heðin Brockie (lærkrikin)
TB/FCS/Royn:
Ikki við: Milos Budakovic (fótskaði), Rani Johansen (fótskaði, nakrar vikur), Teitur Mortensen (lærkrikin), Heri E. Kjærbo (lærkrikin)
Ivasamir: Stefan Radosavljevic (fótskaði), Búi Egilsson (lærkrikin)
Fyrra hálvfinalan - Løgmanssteypið:
HB - AB (16.30) Beinleiðis á Rás2
B36 - Suðringar (19.15) Beinleiðis á Rás2