Urtagarðar eru eisini fyri vanliga fólkið

- Vit hava arbeitt og arbeiða miðvíst fram móti einum máli: - Fuglafjørður skal gerast okkara vakrasti býur um 10 ár, sigur Signar á Brúnni, formaður í mentanarnevndini.

Fuglafjørður: Tað er altíð nakað serstakt fyri fuglfirðingar at koma til heimbygdina, annaðhvørt tað so er tí ein býr her, ella tí ein vitjar aftur á slóðina.
Fremmandafólk vitja eisini í hópatali henda vakra býin. Kanska tey ikki leggja merki til tað beinanvegin, men so líðandi gongur tað upp fyri teimum - tann reyði tráðurin sum gongur gjøgnum alla bygdina: Teir vøkru urtagarðarnir.
Fyrr í tíðini vóru tað so at siga bert ríkfólk sum høvdu egnan urtagarð. Men hyggur tú rundan um teg í býnum í dag, so eru tað nú tað vanliga fólkið, ið hevur tikið við hesum ítrivinum, sum tað er at arbeiða í egnum urtagarði.
- Ja, tað er líkasum at hesin áhugin fyri urtagørðunum hevur smittað frá einum húsi til tað næsta.
- Og tað kunnu vit í býráðnum ikki annað enn fegnast um, sigur Signar á Brúnni, sum er heitur talsmaður fyri at fáa heimbygdina so vakra sum tilber innanfyri 10 tey næstu árini.

Seyðurin át
Tað er einki at taka seg aftur í, at tað hevur verið ein miðvís ætlan sum hevur sermerkt arbeiðið við at fríðka miðbýin í Fuglafirði.
Eitt avgerandi stig á hesi leiðini varð tikið fyri eini 15 árum síðani, tá vetrarfriðingin varð lýst.
- Henda avgerðin var so avgjørt við til at fáa gongd á arbeiðið við at fríðka um her hjá okkum. Hon var eitt eitt hent hjá okkum í hesum arbeiðinum, sigur Signar á Brúnni.
Frammanundan hesum royndu fólk at gróðurseta í urtagørðum sínum, - bert fyri at forsyndast inn á seyðin, sum gekk leysur og át planturnar so hvørt tær komu upp.
Nú tóktist sum um tað vanliga fólkið fekk eyguni upp fyri møguleikanum at tey eisini kundu hava ein urtagarði í náðum fyri seyði. Og úrslitini sóust eisini so líðandi.

Kapping
At fólk fóru at gera meiri við urtagarðar sínar, fangaði eisini áhugan hjá limunum í býráðnum.
Kommunan ynskti nú at fáa fólk at gera enn meiri við urtagarðar sínar, og hevur tí í nøkur ár skipað fyri eini kapping um vakrastu urtagarðarnar í Fuglafirði og Kambsdali annaðhvørt ár.
Henda kappingin varð soleiðis eisini hildin í fjør og verður tískil aftur næsta ár. Við kappingina í fjør var vakrasti urtagarðurin á Kambsdali, meðan urtagarðurin hjá Signari sjálvum gjørdist nr. 3.
Kappingin var skipað soleiðis, at tríggir teir vakrastu urtagarðarnir fingu eina virðisløn, meðan 17 aðrir urtagarðar fingu eitt heiðursbræv sum viðurkenning fyri gott og vakurt arbeiði.
- Vit eru sera fegnir um tað arbeiðið sum fólk leggja í urtagarðar sínar. Tað er sum at fólk hugsa sum so: - Kann grannin gera sær ein urtagarð, so kann eg eisini!
- Og tað síggja vit so úrslitið av í dag við teimum mongu vøkru urtagørðunum í kommununi, sigur Signar.

Eitt skínandi virki
Eitt er so hvat kommunan og tað einstaka heimið ger.
Men kommunan hevur eisini kunnað fegnast um, at vinnulívið hevur gingið í somu fótasporum sum onnur í býnum.
Signar biður okkum fara oman á Havsbrún at hyggja, hvussu vakurt tað sær út rundan um hetta virkið, sum hevur havt so stóran fíggjarligan týdning fyri mong heim í býnum.
- Ja, farið bara oman hagar at hyggja, hvussu tað sær út nú og hvussu tað sá út fyri 10 árum síðani.
- Nú skínur tað næstan rundan um virkið, sigur Signar við einum brosi.
Hesa broytingina hava fólk í Fuglafirði sjálvandi lagt merki til, men eisini útlendingar hava givið hesi broytingini ans.
Einaferð vóru nakrir mans úr Danmark á vitjan í Fuglafirði, og vóru tá eisini á Havsbrún. Teir kendu til líknandi sildaverksmiðjur í Danmark, men teir máttu bara við undran eygleiða økið rundan um virkið.
- Slíkt høvdu teir aldrin sæð áður, sigur Signar.


Kommunan má ganga á odda
Arbeiðið við at gera Fuglafjørð til vakrasta býin í Føroyum, er ikki nakað sum verður gjørt eftir einari løtu ella eftir einum ári.
Bæði í tí einstaka heiminum og frá kommunalari síðu má ítøkiliga farast til verka skal ein røkka málinum.
Kommunan hevur leingi gingið á odda fyri at fáa hesar ætlanirnar til veruleika. Og tann sum ferðast um miðbýin í dag fær sjón fyri søgn.
Tey seinastu árini eru mangt og hvat hent á hesum øki, sum enn einaferð verður karmur um ein stóran part av tiltøkunum á stevnuni um vikuskiftið.
Ein stórur partur av arbeiðinum er bygdur upp kring um snotuliga Mentanarhúsið í miðbýnum. Kring um hetta hús er nú asfalt lagt á, og næsta stigið verður at avmerkja P-básar til einar 100 bilar.
Frammanvert eru menn í dag farnir undir at hampa økið og gera tað klárt til ein uttandura pall (sí grein aðrastaðni um hetta arbeiðið).
Her miðar ein eftir at kunna skipa fyri konsertum og fundum út frá einum palli, sum skal gerast úr glasi.