Uros var aftur skarprættarin

Fuglfirðingar hava við enn einum sigri aftur togað seg fram á fimta plássið

Tað var øgiliga góður hýrur millum heimafólkið í Fløtugerði. Tað kendist úr honum fyrstu løtuna, men so klárnaði, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, skein sólin, máltalvan vísti 1-0, og ÍF hevur aftur lyft seg framum grannarnar í Víkingi.

ÍF hevur 16 stig, og Víkingur hevur 14 stig.

Talan var um javna og tætta uppgerð. Tað vóru spentar støður í báðum endum í fyrra hálvleiki, tá ið gestirnir kanska vóru omaná, men tað eydnaðist ikki at skjóta mál.

Eftir steðgin vóru heimamenninir bragdligari, og tá ið ein tími var farin, eydnaðist tað at skora málið, sum vísti seg at verða sigursmálið. Raski Philip Djordjevic legði innfyri úr høgru, og Uros Stojanov var fyrstur á bóltinum, tá ið hann út frá fremra stólpa stýrdi bóltin í málið.

Hetta var sjeynda málið hjá Uros Stojanov, sum er toppskjútti saman við fleiri øðrum.

Síðstu løtuna pressaði TB øgiligt. Talan var um fleiri spentar støður í ÍF brotsteiginum í sambandi við hornaspørk, men heimamenninir ofraðu seg og blokeraðu aftur og aftur.

-Hugburðurin var góður, og vit høvdu møguleikar at skjóta mál og harvið at vinna eitt stig og kanska øll, men tað gongur illa at umseta málmøguleikar til mál, og tí er støðan á stigatalvuni, sum hon er, sigur Poul Ingason hjá TB.

https://www.in.fo/myndasavn/ 

 

ÍF – TB 1-0 (0-0)

1-0: Uros Stojanov 60.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Hákun Edmundsson, Karl Løkin – Hans Jákup Lervig (Dánjal á Lakjuni, 83.), Philip Djordjevic, Ari Ó. Ellingsgaard (Gundur E. Petersen, 74.) – Uros Stojanov

Gult kort: Philip Djordjevic, Karl Løkin, Jan Ó. Ellingsgaard

Venjarar: Hans Jørgin Djurhuus og Ólavur Larsen

TB: Frederik Mehder – Rasmus Møller, Sebastian Kroner, Ndende Adama Guéye, Jens Erik Bruhn – John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred – Nikolei Johannesen (Musah Armah, 65.), Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson (Samudeen Musah, 57.) – Poul Ingason (Eirikur M. Ellendersen, 78.)

Gult kort: Poul Ingason, Rasmus Møller

Venjari: Michael Winter