at sæð í yvirskriftunum her í Noregi. Í vikuni sum fór varð ein ungdómur dømdur at sita fyri dráp. Hendingin fór fram miðskeiðis í Oslo fyri umleið tveimum árum síðani. Tann drápsdømdi var komin í býin, [...] dør, så dør vi sammen", sum blaðkvinnan Liz Buer gav út í vikuni. Hon hevur í langa tíð tosað við ungar norðmenn sum á ein og annan hátt ikki kenna seg vælkomnar í samfelagnum. Harðskapur millum ungdómsbólkar [...] skotin ella stungin. Tað tykist, sum um tey yngstu í samfelagnum als ikki hava nakað virði um tey ikki gera akkurát sum pápar, mammur og borgarstjórar meina at tey skulu gera. Her í Oslo hava teir politisku
fyrilestur í røðini við evnum m.a. úr Hvítubók. Kári á Rógvi er útbúgvin juristur á universitetinum í Keypmannahavn. Harafturat hevur hann lokið prógv sum Master of Laws við universitetið í Aberdeen. Undir [...] lesnaðinum í Danmark arbeiddi hann í fólkatinginum og á eini advokatskrivstovu. Kári starvast nú sum skrivari hjá grundlógarnevndini. Fyrilesturin snýr seg um tvær ógvuliga týðandi lærur í galdandi st [...] parlamentariskar heimildir eru tí ikki veruligar heimildir í dag. Valdsbýtislæran hevur sín uppruna í hugsanum hjá enskum hugspekingum seinast í 17. øld, serliga John Locke. Her hjá okkum hevur vanlig fatan
Í hesum døgum verða skiltir skift út og vindeygu verða dekorerað av nýggjum í fleiri krambúðum kring landið. Talan er um ellivu krambúðir í Porkeri, Havnini, Vestmanna, Miðvági, Sørvági, Toftum og í Klaksvík [...] Umframt Merko handlarnar er tað ætlanin, at aðrar krambúðir kring landið skulu lýsa í blaðnum. Ætlanin er eisini at hava nakað av redaktionellum tilfari í blaðnum, verður sagt í tíðindaskrivi. [...] undir samstarv í januar 1995. Seinni fóru teir at marknaðarføra seg undir navninum fd handlarnir. Nú broyta teir til Merko handlarnir. Høvuðsveitari av vørum til hesar handlarnar er Edcka í Danmark. Saman
mynda stovnin á gólvinum, sum gera stjóran til leiðara. Í demokratiska partinum av heiminum er hetta ein veruleiki, sum ovasti myndugleikin í tí einstaka førinum ger klókt í at fyrihalda seg til. Tann ovari [...] trupulleikar í øðrum viðurskiftum ? ikki bert tá ið leiðarar verða uppsagdir. Tað var eitt demokratiskt afturstig fyri Føroyar, tá ið ?Biggi? var koyrdur úr starvi sum ruddingarmaður í Tórshavnar kommunu í kreppuárunum [...] men er í dag nakað væl tyngri at fáa á dagsskránna og enn tyngri at náa. So, Jóannes, tú hevur í grein tíni ? og í aftursvarinum tann 19. februar til dulnevnda í FF blaðnum - nortið við eitt mál, sum vit
av tí verður, at tað samhaldsfasta samfelagið verður syndrað, og tað fara vit undir ongum umstøðum at at taka undir við, tí tað fer sjálvsagt eisini at ávirka okkara viðurskifti. Formaðurin í Starvsm [...] provatiseraðir. ? Her eru tað alt ov nógv og greflig spor sum ræða, tí tað verður ongantíð eitt sunt og gott samfelag, sum spyrst burturúr at flyta samfelagsvirðini yvir til tað privata at skalta ov valta [...] hann tað vera neyðugt at ávara føroyskar politikarar ímóti at ganga limunum í Starvsmannafelagnum ov nær Og tað gjørdi hann so á aðalfundinum í Starvsmannafelagnum um vikuskiftið. ? Vit fara aldrin at offra
sínum bestu døgum, men kanska verður tað øðrvísi, tá onkur annar málverji stendur í málinum. Óla Kristian hevði nevnliga enn einaferð ein góðan dyst, og serliga vóru tað skotini frá Sámali, sum hann hevði [...] (12-8) Ofta verður tikið til, at í grannauppgerðum kann alt henda, men kortini mundu tey fægstu rokna við, at KÍF fór at gera nakað sum helst við FM-vónirnar hjá VÍF. Alt árið hava liðini verið í hvør sínum [...] FM-heitið skal enda í ár, men hesum viðvíkjandi eru tað vestmenningar, sum standa seg nógv best, og tískil høvdu teir kanska ikki fyri neyðini at vinna við so øgiliga stórum málum. Ingi í essinum Fyri ves
sinum rópa tey aftur neyðarróp. Men hesuferð eru tað ikki læknarnir, sum gera vart við seg. Nú eru tað deildarsjúkrasystrarnar á medisinsku deild, sum tala at. Tær tríggjar, Eva Mortensen á B 7, Helena [...] á B 6 og Óluva Johannesen á E 3, sum eru tær medisinsku deildirnar, tala at, tí tær orka ikki longur at síggja, hvussu mannminkandi umstøður tey hava tað í Føroyum, sum eru ringast fyri. Tær siga, at hesi [...] hesi seinastu árini hevur tað meiri og meiri vundið uppá seg, at Landssjúkrahúsið verður bæði brúkt til røktarheim hjá gomlum og sjúkum og til herbergi hjá yngri fólki, sum ongastaðni hava at vera. Helena
framtíðar vánir, tá tað byrjaði í 1997, men sum hóast hetta hevur ment seg. Hósadagin var lítil samkoma í samband við, at Suðuroyar Ullvirki hevur latið upp sølubúð í Havn. Fyri 14 døgum síðani fekk virkið [...] virkið eisini søludeild í hugnaligu handilshúsunum á Gørúnum í Vági. Í gjár klokkan 10 lat sølubúðin í Vágsbotni í Havn upp. Á samkomu hósdagin segði Árni Brattaberg, stjóri, m.a. í vælkomurøðu síni, at tá [...] pløggunum frá ullvikinum verða framleiddir í Suðuroynni, nevniliga hjá Torgerð Suðuroy í Vági. Árni nevndi ullina, sum einki annars verður gjørt við í Føroyum. Mong mettu eisini, at slíkt virki fór ongantíð
kanska siga, at tað viðkemur ikki okkum, hvør verður valdur til forseta í USA. Men tað ger tað í veruleikanum, vilja vit vera ein partur av heimssamfelagnum við ábyrgd og skyldum. USA hevur í mongum - uppá [...] nakra virðing fyri einum USA, sum hevur sum almennan politikk at taka fólk av døgum! Og tað er júst í hesum sambandi, at komandi forsetavalið kemur inn í myndina. Og maðurin, sum eftir øllum at døma, kann [...] tikin av døgum í Chile. Tá var USA partur av misgerðini, og í dag vísa skjøl, at amerikanarar høvdu meira enn ein fingur við í spælinum, tá chilenski uttanríkisráðharrin doyði - varð myrdur - í New York
sigla í, so tað verður so vælsignað. Men, sig okkum, hví er tað so gott at vera í Hesti? ? Eg veit ikki. Deiligt veður. Men, hvat við Havnini. Tú hevur væl verið ofta í Havn. Hvat heldur tú um tað. Er tað [...] var út í Hesti, og so var tað ikki so frægt sum við vilja. Steffan og Jónvør Avtalað varð, at vit fóru at royna at finna børn í Hesti. Vápnaðir við myndatóli, A5-blokki og kúlupenni, lupu vit í land um [...] dag í farnu viku ætlaði rullandi redaktiónin sær til Sands. Haðar kom hon eisini í øllum góðum. Men annar blaðmaðurin og myndamaðurin fóru av misgávum umborð á Trónd í somikið góðari tíð, at teir í fyrsta