Eita nú Merko Føroyar

FD-handlarnir hava broytt navn

Í hesum døgum verða skiltir skift út og vindeygu verða dekorerað av nýggjum í fleiri krambúðum kring landið. Talan er um ellivu krambúðir í Porkeri, Havnini, Vestmanna, Miðvági, Sørvági, Toftum og í Klaksvík.

At krambúðirnar nú so at siga verða endurnýggjaðar kemst av, at tær skifta navn.Teir ellivu handlarnir fóru undir samstarv í januar 1995. Seinni fóru teir at marknaðarføra seg undir navninum fd handlarnir. Nú broyta teir til Merko handlarnir.

Høvuðsveitari av vørum til hesar handlarnar er Edcka í Danmark. Saman við trimum øðrum krambúðum verða Merko handlarnir í framtíðini einsamallir um vørumerkið Super. Hetta vørumerkið fevnir um matvørur og aðrar húsarhaldsvørur. Super vørurnar verða at fáa sum lágprísvørur hvønn dag.

Merko handlarnir siga, at ein fyrimunur í samstarvinum teirra millum er millum annað, at marknaðarføringin er minni kostnaðarmikil, enn hon hevði verið, um hvør einstakur handil skuldi staðið fyri hesum. Ein annar fyrimunur er, at vørurnar fáast bíligari, enn tær annars høvdu fingist.

Merko handlarnir brúka lýsingarblaðið Framfýsni. Blaðið kemur út eina ferð um mánaðin. Umframt Merko handlarnar er tað ætlanin, at aðrar krambúðir kring landið skulu lýsa í blaðnum. Ætlanin er eisini at hava nakað av redaktionellum tilfari í blaðnum, verður sagt í tíðindaskrivi.