Hví er munur á ? ella er munur á?

Jóannes Nielsen hevur í Dimmalætting tann 15/2 í ár eina grein undir heitinum ?Sólborg úr flotanum?. Høvuðsspurningurin verður sentralt orðaður í setninginum: ?Men hvussu ber tað til, at tað bara verður grátið um stjórar og vællønt fólk?? ? og altso ikki, tá ið verkafólk og fiskimenn missa starv sítt, t.d. tí at eitt skip fer úr flotanum.

Í greinini er eitt av dømunum landsverkfrøðingurin Henning Jacobsen, sum var koyrdur úr starvi um jóltíðir 1998 ? men sum eisini man hava sagt um 150 fólkum úr starvi. Rokna vit í arbeiðsplássum, so er talan heldur um gott 300 arbeiðspláss eftir um 5 árum mitt í krepputíðini.

Sjálvandi havi eg eins og onnur ?grátið?, um enn ikki alment, tá ið hesir mínir starvsfelagar fingu uppsagnarbræv, men eg havi ?grátið? alment um uppsøgnina hjá Henning Jacobsen ? fyri at halda seg til málburðin hjá Jóanesi.

Málið um uppsagda landsverkfrøðingin hevur fleiri síður av almennum áhuga. Ein spurningur er, hvussu tað almenna fer við sínum borgarum og starvsfólkum. Størsta týdningin í hesum sambandi hevur tað helst, at Henning Jacobsen alment er ?karaktermyrdur? og harvið er ?invalideraður? sum starvsmaður innan sítt øki ? leiðsluøki ? uttan sjálvur at hava møguleika at verja seg.

Ein uppgáva hjá okkum øðrum hevur verið at vísa á, at talan var um karaktermorð ? fólk omanfyri Henning í hierarkisku skipanini hava lagt uppgávurnar soleiðis til rættis, at hann ongan møguleika hevði at verja seg móti ákæruni: ?Tú ert ómøguligur at samstarva við.? Sami ?karaktermorðsteknikkur? verður enn brúktur.

Ein annar spurningur av almennum áhuga er, at Henning Jacobsen var okkara leiðari. Tann ovari myndugleikin hevur myndugleika at seta ein stjóra, men tað verða fólkini, sum mynda stovnin á gólvinum, sum gera stjóran til leiðara. Í demokratiska partinum av heiminum er hetta ein veruleiki, sum ovasti myndugleikin í tí einstaka førinum ger klókt í at fyrihalda seg til.

Tann ovari myndugleikin hevur loyvi til at siga okkara leiðara upp, men tann óhepni týdningurin røkkur væl longur út í arbeiðsplássið, enn ofta verður hugsað um ? og orðað.

Aftur til høvuðsspurningin: Hví er munur á ? ella er munur á?

Sjálvur fati eg tað ikki sum ein demokratiskan trupulleika, at eitt skip fer úr flotanum og annað kemur inn ? ella aðrar natúrligar broytingar í arbeiðsmarknaðinum. Hetta er ein partur av tí, at vera liðiligur og at laga seg til nýggjar umstøður at taka við nýggjum møguleikum o.s.fr. (At Sólborg-dømið er eitt sindur øðrvísi, komi eg til seinni).

Men eg síggi fleiri demokratiskar trupulleikar í øðrum viðurskiftum ? ikki bert tá ið leiðarar verða uppsagdir.

Tað var eitt demokratiskt afturstig fyri Føroyar, tá ið ?Biggi? var koyrdur úr starvi sum ruddingarmaður í Tórshavnar kommunu í kreppuárunum.

Tað var eitt demokratiskt afturstig fyri landið, tá ið kunningardiskurin í Vágum var ?privatiseraður?.

Og tað var eitt demokratiskt afturstig, tá ið Henning Jacobsen var sagdur úr starvi.


Endurskoða demokratisku støðuna

Onnur dømi um demokratisk afturstig av hesum slagnum eru væl kend í landinum.

Um vit knýta heitið ?berufsverbot? ella ?karaktermorð? ella okkurt annað til hesi demokratisku afturstigini ger helst ikki tann stóra munin. Tað avgerandi er, at sjálv atgerðin er til lítlan sóma fyri einstaklingarnar, sum antin fremja atgerðina, viðurkenna atgerðina ella virka sum ?stand-in?. Enn minni er tað til nakran sóma fyri okkum, sum fólk, at vit ikki reagera týðuligari móti slíkum.

Tíanverri fyri okkum hevur tað í fleiri førum eydnast at geva okkara ?innara svínhundi? gott í beinini. Vit hoyra okkum sjálv siga onkran setning: ?Ja, hann var nú heldur ikki bara góður til _?. Karaktermorðið er framt, og vit hava medábyrgd.

Við orðunum hjá einum, sum altíð er áhugaverdur at læna oyra: ?Í 90-unum stakk muran fram í føroyinginum.?

Eftir míni meting er tíðin búgvin til at umhugsa demokratisku støðuna í landi okkara. Hetta er ikki minst týdningarmikið havandi í huga, at vit í hesum døgum leggja lunnar undir eina sjálvbjargnisleið.

Okkurt skip fer úr flotanum. Vit kunnu brúka tíð og kreftir til at forða einum natúrligum útviklingi og natúrligum útskiftingum. Men eg haldi tað vera skilabetri hjá fakfeløgum, arbeiðsgevarum og ikki minni hjá tí politiska myndugleikanum, at brúka tíð, kreftir og tankakapasitet til at skapa størri fleksibilitet og vilja til broytingar á arbeiðsmarknaðinum.

Tað kundi verið áhugavert, um vit komu hartil, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er ein tann mest framkomni ? t.e. fleksibli, vitandi og motiveraði - í heiminum.

Ein slíkur málsetningur var als ikki so veruleikafjarur fyri bert fáum árum síðani, men er í dag nakað væl tyngri at fáa á dagsskránna og enn tyngri at náa.

So, Jóannes, tú hevur í grein tíni ? og í aftursvarinum tann 19. februar til dulnevnda í FF blaðnum - nortið við eitt mál, sum vit sum fólk og land gera klókt í at hugsa nærri um.

Vit skulu øll vera her. Leiðslurætturin er eitt nógv slitið hugtak. Leiðsluskyldan er nakað heilt annað og meira áhugavert ? at hvør einstakur okkara átekur sær sín part av leiðsluskylduni. Hvør einstakur kann í minsta lagi átaka sær ein part av uppgávuni at leiða egnan arbeiðsdag og ein part av uppgávuni at samskipa innan egið starvsøki. Leiðsluskyldan verður eftir hesum hugburði ein partur av demokratisku skyldum okkara.

Tey, sum so koma soleiðis fyri, at fáa í hendurnar at røkja felags tilfeingi, annaðhvørt tað er fiskiloyvi, jørð, vitan, makt yvir øðrum menniskjum ella annað, hava eina serliga etiska skyldu, sum røkkur víðari enn at ?lívið er ein forrætning?.

Munurin millum stjóran og sjómannin verður tá ikki so stórur kortini. Báðir hava teir sín part av leiðsluskylduni. Báðir hava teir sín part av skylduni at røkja felags tilfeingi. Og báðir kunnu teir gerast fótatrakk hjá slíkum, sum vit mega liva saman við, men sum eru bæði sær sjálvum og okkum, sum fólki, til lítlan sóma.


Signar P. Heinesen